HM á langgeil verður 18. – 25. juni 2022

Altjóða svimjisambandið FINA hevur í dag kunngjørt sjálva tíðarætlanina fyri nýliga kunngjørdu eyka HeimsMeistarastevnuna í Budapest í juni/juli, som vegna korona kom í staðin fyri ætlaðu HeimsMeistarastevnu í Fukuoka í mai.

Image courtesy of Pixabay
Continue reading HM á langgeil verður 18. – 25. juni 2022

HM fyri juniorar avlýst og HM á stuttgeil óvist, vegna russisku innrásina í Ukraina

Altjóða svimjisambandið FINA hevur fyri løtu síðani kunngjørt, at HeimsMeistarastevnan fyri juniorar 2022 er avlýst, sum skuldi vera í Kazan í Russlandi í august, og at FINA ikki fer at skipa fyri nakrari stevnu í Russlandi, so leingi sum hendan kreppustøða er við russisku innrásini í Ukraina.

Continue reading HM fyri juniorar avlýst og HM á stuttgeil óvist, vegna russisku innrásina í Ukraina

Nálir handaðar á Ægir Open 19. og 20. februar 2022

Hesir svimjarar fingu handað nál á Ægir Open nú í vikuskiftinum:

Talentnál

  • Sirið Vesturtún (2011, FS) 36.74 í 50 frí (á langgeil) á SuSvim Open 27. nov. 2021
  • Heiðrun Bogadóttir Enni (2010, HS) 37.03 í 50 frí (á langgeil) á SuSvim Open 27. nov. 2021
  • Jórun Winther (2011, SuSvim) 36.66 í 50 frí (á langgeil) á SuSvim Open 27. nov. 2021
  • Símun Sámal Joensen (2009, HS) 1:10.63 í 100 frí (á stuttgeil) á Ægir Open 19. feb. 2022
  • Silas Hansen (2008, FLOT) 31.69 í 50 frí (á stuttgeil) á Ægir Open 19. feb. 2022
Talentnálir
Continue reading Nálir handaðar á Ægir Open 19. og 20. februar 2022