Emre Sakçı fyrsti nakrantíð undir 25 sekund í 50 bringu

Turkiski Emre Sakçı setti nú í kvøld mest sannl´íkt heimsmet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á turkisku meistarastevnuni á stuttgeil svam hendan tein uppá 24.95 sekund. Lesið t.d. State of Swimming

Continue reading Emre Sakçı fyrsti nakrantíð undir 25 sekund í 50 bringu

Eitt heilt ókey HM á stuttgeil 2021

HeimsMeistarastevnan á stuttgeil 2021 endaði í gjár, og burdu okkara svimjarar nú verið væl á veg heim til Føroyar, omaná nakrar fínar dagar í Abu Dhabi. Bartal og Alisa settu persónlig met, meðan Elisabeth og Johan svumu upp ímóti sínum

Føroyska landsliðið uttanfyri Etihad Arena í Abu Dhabi

Føroysku úrslitini síggjast her á SwimRankings, har bestu tíðir eisini síggjast:

Johan Nónskarð Dam (2002, HS)

  • 4:04.95 í 400 frí, besta tíð er 4:01.93 frá Oyggjaleikum í 2019
  • 16:09.94 í 1500 frí, besta tíð er 15:48.40 Atlantic Open í 2019

Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003, HS)

  • 51.52 í 100 frí, besta tíð var 51.69 frá HS Open í september
  • 1:53.03 í 200 frí, besta tíð var 1:53.34 frá ÍM í 2019

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS)

  • 1:02.40 í 100 rygg besta tíð er 1:01.26 frá Swedish Swim Games í september
  • 2:14.55 í 200 rygg, besta tíð er 2:14.17 frá Swedish Swim Games í september

Alisa Bech Vestergård (2003, SuSvim)

  • 26.61 í 50 f´rí, besta tíð var 26.72 frá FM á stuttgeil 2021
  • 58.83 í 100 frí, besta tíð er 57.99 HS Open í mai

Svimjararnir hava verið sera raskir at seta seg upp til kapping, hóast fremmandar umstøður og ymiskt sum kanska órógvaði eisini. Serliga fyrstu dagarnar vóru heldur drúgvir, vegna longu ferðina og trupulleikar at fáa eitt ávíst korona-app at rigga.

Vegna SSF

Rókur

Eitt heilt ókey NM/NJM 2021

Nú er føroyska svimjilandsliðið á veg heim aftur úr Svøríki, og eru tey heilt væl nøgd. Vit vistu at kappingin fór at verða hørð, men svumu okkara tó í heilum skjótari enn sínar bestu tíðir, og annars ofta nær teimum.

Elisabeth Erlendsdóttir vann silvur í 50 rygg við nýggjum juniormeti, og hartil bronsu í 100 rygg, og fleiri fingu hartil roynt seg í finalu.

NM/NJM-landsliðið 2021. June Jónsveinsdóttir eigur myndina
Continue reading Eitt heilt ókey NM/NJM 2021

Elisabeth 2:14.29 og bronsa í 200 rygg á NJM 2021

Elisabeth Erlendsdóttir svam seg fyri løtu síðani til flott bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021, tá ið hon í finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:14.29. Hetta er næsta heiðursmerki sum hon vinnur á hesi stevnu, har hitt fyrra var silvur í 100 metra rygg í gjár.

Elisabeth bronsu í 200 rygg á NJM 2021. June Jónsveinsdóttir eigur myndina

úrslitalistan her. Splitt-tíðirnar siga sína egnu søgu, at hon var nr 6 aftaná fyrstu 50 metrarnar, og enn nr 6 aftaná 100 metrar, áðrenn hon dró seg fram til eitt 4. pláss aftaná 150 metrar, og so spurtaði til bronsuna, seinastu 25.

Elisabeth er úr Havnar Svimjifelag

Elisabeth og Ró víðari til finalur, 3. dag á NM/NJM 2021

Síðstu innleiðandi riðlar vórðu avgreiddir nú í morgun á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021, har Elisabeth Erlendsdóttir megnaði at koma víðari til juniorfinaluna í 200 rygg, og Ronja Ró í Dímun til seniorfinaluna í 100 frí.

Hartil skal føroyska kvinnustafettin í 4×100 frí eisini royna seg, tá ið síðstu finalur verða avgreiddar, seinnapartin.

Sviar stroyma beinleiðis frá finalunum frá kl 15 í dag, her á livetiming.se

Image courtesy of I99pema/Wikimedia CommonsCC BY-SA 4.0
Continue reading Elisabeth og Ró víðari til finalur, 3. dag á NM/NJM 2021