Upp og niður, næsta dag á NM/NJM 2021

Tað gekk eitt sindur upp og niður hjá føroysku svimjarunum, hendan næsta dagin við innleiðandi riðlum á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021, sum er í Upplands Väsby í Svøríki.

Image courtesy of I99pema/Wikimedia CommonsCC BY-SA 4.0
Continue reading Upp og niður, næsta dag á NM/NJM 2021

Elisabeth skjótast í innleiðandi 100 rygg

Elisabeth Erlendsdóttir koyrir á har eysturi í Upplands Väsby – í morgun var hon skjótast av øllum teimum 25 sum luttóku í innleiðandi 100 metra ryggsvimjing, har næstskjótasti juniorur var Vilma Leppähaara úr Finnlandi við 1:02.34, og skjótasti juniorur Veronika Olem úr Estlandi við 1:01.99. Sí úrslitalistan her

Continue reading Elisabeth skjótast í innleiðandi 100 rygg

Fín byrjan uppá NM/NJM 2021

So byrjaði Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2021 í Upplands Väsby, við innleiðandi riðlum nú fyrrapartin. Føroyingarnir høvdu ein heldur harðan ferðadag í gjár, men eru glaðir um síni avrik ´í morgun, har fleiri svumu bestu tíðir, og onnur vóru nær við.

Elisabeth Erlendsdóttir megnaði at svimja seg víðari í finalu í 50 metra ryggsvimjing, og hartil verður liðsvimjingin hjá kvinnum 4×200 metra frísvimjing við í finalu eisini.

Image courtesy of I99pema/Wikimedia CommonsCC BY-SA 4.0
Continue reading Fín byrjan uppá NM/NJM 2021

So er tað NM og NJM 2021

Í morgin ári fara 9 føroyskir svimjarar av landinum við Atlantic, til Danmarkar og síðani víðari til Upplands Väsby í Svøríki, at royna seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021.

Startlistin sæst her á livetiming.se, sum bendir á harða kapping, tó so við onkrum møguleika fyri at koma upp í millum tey bestu.

Continue reading So er tað NM og NJM 2021

Úrslit frá SuSvim Open 27. og 28. november 2021

Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuni SuSvim Open á langgeil í Páls Høll í Vági. Ein fullfíggjaður úrslitalisti sær her á LiveTiming.se, ið leingist so hvørt sum tey kappast. Sí eisini https://livetiming.se/results.php?cid=6261

Shymanovich 55.28 og nýtt heimsmet í 100 bringu

Hvítarussiski Ilya Shymanovich setti í gjár nýtt heimsmet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á ISL-stevnu í Eindhoven nú fríggjadagin svam teinin uppá 55.28 sekund. Hetta er aðri ferð at hann setur heimsmet á hesum teini, nú í november, har hitt fyrra var 55.32 frá ISL-stevnu hin 19. november.

Næsta HM á stuttgeil verður í Kazan 17. til 22. desember 2022

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í gjár dagfestingarnar fyri HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2022, at verða hin 17. til 22. desember. Sjálvur býurin varð longu avgjørdur í 2017, at verða Kazan í Tatarstan í Russlandi.

Kazan. Image courtesy of gazrock / pixabay