Kyle Chalmers 44.84 og nýtt heimsmet í 100 frí

Avstralski Kyle Chalmers setti í gjár nýtt heimsmet í 100 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann á FINA World Cup stevnuni í Kazan svam teinin uppá 44.84 sekund, har nú farna metið var franski Amaury Leveaux 44.94 sekund frá EM á stuttgeil í 2008.

Besta tíð hjá Chalmers áðrenn hetta, var 45.03 frá World Cup stevnuni í Doha herfyri, og eru teir báðir Leveaux nú saman við russiska Vladimir Morozov á 44.95 teir einastu sum eru skrásettir at hava svomið 100 metrar skjótari enn 45 sekund.

Úttøka til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja taka út fylgjandi svimjarar til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum frá 16. til 21. desember 2021:

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Johan Nónskarð Dam (2002), HS

Venjari verður Kristian Martin Joensen, og ferðaleiðari Lis Gøthe í Jákupsstovu.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Kappingarskráir til Ægir Open 23. og 24. oktober 2021

Her eru kappingarskráirnar til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 23. og sunnudagin 24. oktober 2021. Hetta vikuskiftið er síðsta freist at kunna gera vart við seg, áðrenn landsliðið til HM á stuttgeil 2021 verður úttikið.

Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2021

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadal hin 12. til 14. november 2021.

Svimjihøllin í Gundadali klár til FM/JM á stuttgeil 2017

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

Matt Sates junior-heimsmet í 200 frí og 200 blandað

18 ára gamli Matt Sates úr Suðurafrika setti nú í vikuskiftinum tvey junior-heimsmet á FINA World Cup stevnuni í Berlin, tá ið hann í gjár vann 200 blandað við tíðini 1:51.45, og síðani í dag 200 frí við tíðini 1:40.65. Hetta á stuttgeil, har hann hartil nú fríggjadagin vann sítt fyrsta altjóða heiðursmerki yvirhøvur, tá ið hann í 400 frí vann silvur við tíðini 3:40.28, fyri síðani í sama stevnuparti at vinna 100 blandað við tíðini 51.78, og so í dag at vinna eisini 400 blandað við tíðini 4:01.98. Sí úrslitini her

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 2. oktober 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 2. oktober 2021. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum upprunaliga skuldi hava verið í Tvøroyrar skúla, men sum vegna umvælingar varð flutt til at tey í staðin svumu breiddir í langhylinum í Vági.