Reykjavík International verður nú fríggjadag 24. til sunnudag 26. januar 2025, við luttøku av eisini eini rúgvu av føroyskum svimjarum. Sí startlistarnar her á Swimify, har úrslitini eisini fara at kunna síggjast.

Reykjavík International verður nú fríggjadag 24. til sunnudag 26. januar 2025, við luttøku av eisini eini rúgvu av føroyskum svimjarum. Sí startlistarnar her á Swimify, har úrslitini eisini fara at kunna síggjast.
Hygga nú vit – Líggjas Joensen tilnevndur til heiðurin sum Ítróttastjørnuskotið 2024, hjá Ítróttasambandi Føroya.
Lesið her á heimasíðu ÍSF:
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) kappaðist í vikuskiftinum í Atlanta, og megnaði har at seta persónligt met, tá ið hon hon í 50 yard ryggsvimjing svam seg til úrslitið 25.37. Eisini varð hon nr 2 í 200 yard ryggsvimjing. Sí hennara úrslit her á Swimcloud
25.37 í 50 yard rygg er umroknað 28.12 í 50m rygg á stuttgeil, við hesum umroknara. Føroyska metið hjá Elisabeth er 28.49 í 50m rygg á stuttgeil, frá Oyggjaleikum á Guernsey í 2023.
Her eru úrslini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið Hellufossur skipaði fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 18. januar 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið Hellufossur skipar fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 18. januar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri “SuSvim Open” í Páls Høll í Vági, leygardagin 11. og sunnudagin 12. januar 2025. Úrslitini síggjast so hvørt her á Swimify
Update – her er úrslitalistin, nú aftaná at stevnan er liðugt avgreidd
Føroyskir svimjarar hava av álvara tikið seg fram, nú í 2024, við regluligum metum og juniormetum alt árið. Her er ein rúgva at ganga ígjøgnum – um eg havi talt rætt, so vórðu tey eini 33 føroysk met og 29 føroysk juniormet, hetta árið 2024.
Starvsnevnd SSF hevur samtykt fylgjandi úttøkuskipan til Heimsmeistarastevnuna 2025, sum verður í Singapore frá 27. juli til 3. august 2025.