Avstraliarar avlýsa sína meistarastevnu og luttøku á HM á stuttgeil 2021

Avstralska svimjisambandið kunngjørdi í dag, at tey eru noydd at avlýsa sína ætlaðu stuttgeilameistarastevnu í Melbourne hin 23. til 26. september 2021, umframt sína luttøku á HM á stuttgeil í Abu Dhabi hin 15. til 20. desember 2021. Hetta vegna áhaldandi avbjóðingar við koronaavmarkingum, har óvissa enn er um hvussu tað fer at rigga at hava meistarstevnu í Melbourne, umframt at tey longu vita at krøvini verða strong í sambandi við uttanlandaferð í desember.

architecture buildings clouds daylight
Photo by Pixabay on Pexels.com

USA, Avstralia og Kina tóku skreytið, fimta dag á OL í Tokyo

Tað var við áhugaverdum taktikkum, at heiðursmerkini vóru avgjørd á OL í kappsvimjing í nátt, tó so at tey endaðu við at fara til ‘supermaktirnar’ innan svimjing, USA, Avstralia og Kina.

Continue reading USA, Avstralia og Kina tóku skreytið, fimta dag á OL í Tokyo

Titmus og Ohashi (og Dean) vunnu aftur, fjórða dag á OL í Tokyo

Mynstrið endurtekur seg á Olympisku Leikum í Tokyo, at nýggju stjørnurnar halda áfram at vera góð, meðan fleiri av teimum forsvarandi OL-meistarunum fullu.

Continue reading Titmus og Ohashi (og Dean) vunnu aftur, fjórða dag á OL í Tokyo

Lydia Jacoby hevði ongantíð vant regluliga á langgeil, fyrr enn nú hon varð úttikin til OL í Tokyo

Áhugaverd samrøða við nýggja olympiska meistaran í 100 metra bringusvimjing fyri kvinnur, Lydiu Jacoby úr Alaska. Hon greiðir frá hvussu tær ljósareyðu brillunar sum hon svam fínaluna í, vóru nakrar sum hon hevði fingið frá Jessicu Hardy, og at hon ongantíð hevur vant regluliga á langgeil, fyrr enn nú fyri trimum vikum síðani.

Gongur einki serligt hjá norðurlendingum á OL í Tokyo

Nú vit eru við at vera komin í helvt, er enn einki norðurland komið á heiðursmerkjalistan frá kappsvimjingini á hesum Olympisku Leikum, umframt at tað tykist tungt at yvirhøvur koma í finalurnar.

Til dømis varð norski Henrik Christiansen nú á døgverða nr 9 í innleiðandi 800 frí – og svenski Victor Johansson nr 10 – har 8 teir skjótastu sleppa í finaluna.

Finski Matti Mattson og svenski Erik Persson eru víðari til hálvfinalur í 200 bringu, við ávíkavist triðbestu og sættbestu tíð av øllum, meðan danska Helena Bach við 10. bestu tíð er víðari til hálvfinalu í 200 firvald.

Annars sær eitt sindur svart út, enn