Skifti í toppinum eisini triðja dag á OL í Tokyo

Tað heldur áfram at vera spennandi at fylgja við kappsvimjingini á Olympisku Leikum í Tokyo – um enn eisini eitt sindur pínufult, um tú hevur tað við at halda við teimum forsvarandi meistarunum.

Continue reading Skifti í toppinum eisini triðja dag á OL í Tokyo

Kempurnar koppa eisini annan dag á OL í Tokyo

Hóast úrslitini kanska ikki vóru øll so óvæntaði í finalunum á OL í Tokyo í nátt, so vóru har nakrar útskiftingar sum benda á ættarliðsskifti. Tað var líka Adam Peaty sum er sum kletturin, og so USA í sínum liðsvimjingum.

Continue reading Kempurnar koppa eisini annan dag á OL í Tokyo

Spennandi fyrsti dagur á OL í Tokyo

Í nátt vórðu tey liðug við fyrsta kappingardøgnið á Olympisku Leikum í Tokyo, har tey svimja innleiðandi um kvøldið og síðani finalurnar eftirfylgjandi fyrrapart. Spennandi hevur verið at fylgja við, bæði væntaðum og óvæntaðum úrslitum, samstundis sum tað svíður tá ið onkur hevur ein niðurtúr júst nú á OL.

Continue reading Spennandi fyrsti dagur á OL í Tokyo

Fjórði hvør flaggberi var svimjari, nú á OL í Tokyo

Eitt sum sló okkum ið fylgdu við setanini av Olympisku Leikum í Tokyo í gjár, var hvussu ofta tey nevndu ein svimjara sum flaggberi. SwimSwam hevur ein lista her, sum sigur at tey vóru heili 86 svimjarar tilsamans, umframt 3 vippuleyparar og 2 vatnpololeikarar, har eg fái talið av samlaðum flaggberum at vera eini 331, við at telja í hond her í listanum á Wikipedia.

Orsøkin er sjálvsagt einamest, hvussu væl hendan setanin lá í mun til ítróttin annars, har eitt nátturligt krav er at ítróttarfólkini eru til staðar og klár til at luttaka eisini í setanini. Millum annað skuldu tey nú hava fingið úrslit frá koronatest við komu í Tokyo, áðrenn setanina. Sambært SwimSwam so átti svimjingina so nógv flestar flaggberar, har frælsur ítróttur átti næstflestar 69, og judo triðflestar 30.

So er tað OL í Tokyo

Í morgin verða Olympisku Leikir 2020 settir við hátíðarhaldi frá kl 20:00 japanska tíð, sum vegna tíðarmunin á 8 tímar er kl 12:00 í Føroyum, og leygardagin byrjar so svimijstevnan í Tokyo Aquatics Centre. Sí skránna her

Vegna amerikanskt sjónvarp er skráin heldur øvut, at innleiðandi riðlarnir eru út á dagin, frá kl 19:00 lokala tíð sum frá er kl 11:00 í Føroyum, meðan finalurnar eru fyrrapart, frá kl 10:30 lokala tíð sum er frá kl 02:30 um náttina í Føroyum.

Continue reading So er tað OL í Tokyo

Frágreiðing frá Dansk Svømmeunion um hví liðsvimjingin 4×200 frí fyri kvinnur ikki fær luttikið á OL

Lesið her á svoem.org

Tirsdag den 15. juni orienterer Dansk Svømmeunion holdkappens svømmerne om, at Danmark er blevet tildelt en nationsplads i 4×200 meter fri, og Danmarks Olympiske Komité har godkendt deres udtagelse til holdkappen.

Mandag den 21. juni hører Dansk Svømmeunion for første gang fra FINA vedr. holdkappen. FINA præciserer, at holdkapsvømmere som minimum skal opfylde det individuelle B-krav på 200 meter fri eller have et A-krav i en hvilken som helst anden disciplin. Dagen efter den 22. juni inviterer Dansk Svømmeunions sportslige ledelse holdkapsvømmerne til et møde om situationen. På mødet aftales, at svømmerne holdes løbende orienteret om og opdateret på sagens udvikling, ligesom svømmerne gøres opmærksomme på, at sportspsykologisk ekspertbistand fra Team Danmark bliver stillet dem til rådighed, hvis de har behov herfor.

I de følgende dage er Dansk Svømmeunion i tæt kontakt med FINA på såvel administrativt som på politisk niveau. Både for at udfordre tolkningen og lovgrundlaget, for at rette kraftig kritik af processen, at gøre opmærksom på at andre lande er i samme situation og at FINA’s tolkning kan føre til tomme baner ved OL i 4×200 fri for kvinder og/eller et lavere sportsligt niveau. 

Efter et intenst forløb modtager Dansk Svømmeunion ved midnatstid den 29. juni et sidste svar fra FINA, der konkluderer og garanterer, at der ikke vil være holdkapper ved OL, hvorpå der er svømmere, der ikke som minimum opfylder individuelle b-kravtider. 

I tæt dialog med Danmarks Idrætsforbund aftales at informere svømmerne dagen efter den 30. juni angående den nedslående nyhed.

little mermaid statue by waterside
Photo by Robert Fisk on Pexels.com

Borodin smittaður við korona, og tí úti úr OL í Tokyo

Russiska tíðindastovan TASS skrivar her, at 18-ára gamli Ilya Borodin hevur fingið staðfest korona, og at hann tí ikki fer at kunna luttaka á Olympisku Leikum í Tokyo. Borodin vann gull í 400 blandað á Evropameistarastevnuni í Budapest í mai, við nýggjum juniorheimsmeti sum samstundis var nýtt russiskt met.

Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto
Continue reading Borodin smittaður við korona, og tí úti úr OL í Tokyo

Titenis slapp við skrekkinum: Positiva testin var følsk

SwimSwam skrivar her um eitt korona-forskrekkilsi sum litavar fingu, tá ið ein íðkari hjá teimum varð staðfestur at vera smittaður við korona, við komu til undanleguna í Japan, nú uppundir OL í Tokyo.

Continue reading Titenis slapp við skrekkinum: Positiva testin var følsk

Spanskur svimjari mátti lata bróstabarn sítt verða eftir heima, um hon vildi til OL

Tvífaldi OL-heiðursmerkjavinnarin Ona Carbonell er skuffað um støðuna, nú hon hevur verið noydd at lata bróstabarn sítt verða verandi eftir heima, til at kunna luttaka á OL í Tokyo. Orsøkin er strongu koronatilmælini í sambandi við leikirnar, lesið t.d. her á Reuters

Continue reading Spanskur svimjari mátti lata bróstabarn sítt verða eftir heima, um hon vildi til OL