Keðilig støða hjá dønum eisini: Fáa ikki møtt við OL-liði í 4×200 frí fyri kvinnur, tí svimjarnir ikki allir hava klárað B-kravið

Lesið her á TV2 – søgan minnir um hana hjá póllendingum herfyri, at tey hava dúvað uppá at kunna fáa eyka svimjarar við til liðsvimjingina, sum tó ikki hvør sær lúka formliga kravið sum einstaklingur, og har FINA tí ikki góðtekur luttøkuna.

Continue reading Keðilig støða hjá dønum eisini: Fáa ikki møtt við OL-liði í 4×200 frí fyri kvinnur, tí svimjarnir ikki allir hava klárað B-kravið

Deyv-blinda Becca Meyers meldað avboð til Para-OL tí at hon ikki kann fáa sín stuðul við

Amerikanska Becca Meyers gav nú sunnudagin endaligt avboð til Paralympisku Leikirnar í Tokyo, tí at hon kann ikki fáa mammu sína við sum persónligan stuðul. Hon er fleirfaldur heiðursmerkjavinnari frá OL í London í 2012 og í Rio í 2016; men hevur trauma av at ikki finna runt í Rio, sum ger at hon ikki torir at fara til Tokyo, um hon ikki hevur sín egna stuðul at líta á. Lesið t.d. MSN

Continue reading Deyv-blinda Becca Meyers meldað avboð til Para-OL tí at hon ikki kann fáa sín stuðul við

Oussama Mellouli givin bara fáar dagar áðrenn ætlaðu luttøku á OL

Tunesiski Oussama Mellouli fráboðaði í gjár, at hann meldar avboð til Olympisku Leikir í Tokyo og er givin við kapping á altjóða støði, vegna ósemju við tunesiska svimjisambandið. Hann kvalifiseraði seg annars herfyri til sínar sættu leikir, tá ið úttøkustevna var í Setubal í Portugal, til 10 km svimjingina í opnum vatni.

https://www.instagram.com/p/CRghnW-rMDE/
Continue reading Oussama Mellouli givin bara fáar dagar áðrenn ætlaðu luttøku á OL

Gøla í Póllandi – 6 úttiknir OL-svimjarar sendir heim aftur vegna rót í tilmeldingunum

Tað er rok í polsku svimjingini, nú svimjarar noyddust at ferðast heim aftur av leikunum, longu áðrenn teir eru byrjaðir, tí at har var galið við tilmeldingunum. Støðan er heldur fløkjaslig, men botnar í at hesi ov nógvu høvdu ‘bara’ B-kravtíðir at vísa á, sum ikki automatiskt merkir at tú sleppur at luttaka á leikunum.

Continue reading Gøla í Póllandi – 6 úttiknir OL-svimjarar sendir heim aftur vegna rót í tilmeldingunum

Brett Hawke prát við David Popovici aftaná 47.30 í 100 frí

Eitt áhugavert prát her sum Brett Hawke hevði við David Popovici í síðstu viku, aftaná at 16 ára gamli Popovici hevði vunnið EJM-gull í 100 frí við bestu tíð í heiminum í ár, 47.30 sekund.

Hawke er avstralskur OL-svimjari frá 2000 og 2004, sum síðani varð venjari hjá tiltiknu Auburn í USA.

Nú hevur hann m.a. eitt videopodcast kallað “Inside with Brett Hawke“, sum evnar at fáa nógv av teimum allarfrægastu upp á tal.

Teir báðir tosa um teknikk, venjing og um viðføddar eginleikar, har eitt sermerkt er, at Popovici hevur eitt veingjaspenni á 205 cm, hóast hann ‘bara’ er 191 cm høgur.

Popovici tosar væl enskt, so tað er lætt at fylgja við.

Photo courtesy of Deepbluemedia/G. Scala

FINA kolldømt úrslit frá svimjistevnu í Usbekistan

Hetta hendi fyri viku síðani – FINA skrivar her um, hvussu tey høvdu fingið prógv um at usbekiska svimjisambandið hevði manipulerað úrslit frá svimjistevnum í Usbekistan í 2020 og 2021, í eini roynd at fáa íðkarar kvaliiseraðar til OL í Tokyo, og at FINA tí hevði kolldømt hesi.

Continue reading FINA kolldømt úrslit frá svimjistevnu í Usbekistan

Tvíburðar tóku gull og silvur í 200 firvald á EJM 2021

Her er ein stuttlig søga, sum gleið afturum nú stevnurnar EJM og NMU og FM og JM og Føroyaleikir 2021 endaðu allar í senn, sunnudagin:

Á sætta og evsta degi av Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing, hendi tað heldur serliga, at tvíburðabrøðurnir Krzysztof og Michal Chmielewski úr Póllandi vunnu ávíkavist gull og silvur í 200 firvald.

200m Butterfly Men Podium CHMIELEWSKI Krzysztof POL Poland Gold Medal CHMIELEWSKI Michal POL Poland Silver Medal KLIMENISHCHEV Vadim RUS Russia Bronze Medal LEN European Junior Swimming Championships 2021 Rome 21711 Stadio Del Nuoto Foro Italico Photo Andrea Masini / Deepbluemedia / Insidefoto

LEN skrivar, at hetta er ongantíð hent fyrr, og er spurningurin so, um tey meina við bara EJM, ella við altjóða meistarastevnur yvirhøvur.

Tað er í øllum førum óvanligt.

Photo courtesy of Deepbluemedia/G. Scala

Góðar tíðir eisini 2. dag á NMU 2021 í Klaipeda

Tær báðar Lea Osberg Højsted úr Ægir og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag hildu á við at svimja flottar tíðir, nú triði og síðsti stevnupartur varð avgreiddur í gjár. Sí úrslitalistarnar her

Jóhanna svam 4:54.24 í 400 frí, har besta tíð hjá henni var 4:55.14 frá SuSvim Open í apríl mánaða, og Lea svam 1:18.05 í 100 bringu, har besta tíð hjá henni var 1:18.44 frá Atlantic Open í juni mánaða.

Sum skilst hevur túrurin verið góður hjá teimum

Lea og Jóhanna í Klaipeda

Myndir frá Føroyaleikum ísv FM og JM í svimjing 2021

Myndafólk hjá Føroyaleikum var og tók myndir frá setanini av Føroyaleikum í Vági, umframt frá svimjistevnuni í Páls Høll. Eg meini at eg havi fingið allar við her, sum hava við Føroyameistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil at gera, í myndasavninum niðanfyri