Phelps venur aftur, fram ímóti Rom 2009

Hann hevur ikki vant í 4 mánaðir, sum er longsta pausan hjá honum nakrantíð. Følir seg ‘rustnan’, og væntar tí at næstu mánaðirnir verða harðir, nú formurin skal byggjast upp aftur. Hann er nokk so mettur av svimjing, og venjingin hesi næstu 4 árini fer tí at verða nógv meira avslappað, enn tey 4 árini fram til Beijing. Men hann ætlar sær tó til HM í Rom, at svimja m.a. 100 rygg, um hann finna útav at ‘meistra’ greinina. Og annars tykjast málini framyvir at fara at vera ymiskar dreymatíðir, eisini í greinum sum vit ikki kenna hann í, meira enn at yvirganga seg sjálvan aftur. Les SwimNews

2 silvurnálir og 1 føroyskt met á SuSvim stevnuni

Tveir havnarmenn vóru farnir suður longu fríggjakvøldið, og tí bar til at skipa fyri SuSvim stevnuni leygardag (tit vita, kravið um at tvey feløg skulu luttaka). Og tað skuldi vísa seg at loysa seg, sum tit kunnu lesa her á susvim.com, við tað at annar havnarmaðurin fekk silvurnál, umframt Jón Hofgaard úr SuSvim, og Pál Joensen fór frá 2:09.30 til 2:06.27 í 200 firvald.

Startlistin til Reykjavíkar International

So var hann har endiliga, startlistin til Reykjavíkar International. Og tað sær út til at føroyingarnir fara at klára seg bara heilt væl, í kappingini við serliga íslendingar og norðmenn. Haldi meg kunna ána at tilmeldingartíðirnar hjá føroyingum eru eitt sindur gamlar, við tað at tað er so langt ímillum at tey sleppa at svimja á langbana; men fyri tað liggja vit til eini 5 gull- og 6 bronsuheiðursmerki, í teimum 32 kappingunum.
Continue reading Startlistin til Reykjavíkar International

Tae-Hwan Park til USA at venja 1500

Suðurkoreanski Tae-Hwan Park, sum vann gull í 400 frí á OL í Beijing, fer nú til USA at venja í 6 vikur hjá tiltikna venjaranum David Salo, á University of Southern California, har m.a. 1500 metra svimjarin Larsen Jensen eisini hevur vant. Í sama viðfangi avdúkar xinhuanet.com, at Park ætlar sær at fokusera á 1500 frí, á HM í Rom, heldur enn 400: “First of all my goal is to break my record in the 1500 meters. Though I haven’t shown good performances in that event, I will rebound and do better. I will try to cut my time by .1 seconds in the turnaround
Continue reading Tae-Hwan Park til USA at venja 1500

9 vikur er long tíð hjá svimjarum at halda pausu

Avstralska Stephanie Rice vann trý gullheiðursmerki í Beijing í august, og setti tá m.a. langbanaheimsmet í 200 og 400 metur blandað. Men nú hevur hon hildið pausu í 9 vikur, skal tí til at veruliga arbeiða hesar næstu tveir mánaðirnar, um hon skal klára at kvalifisera seg til HM í Rom. Sum venjarin Michael Bohl sigur tað:

She’s had the longest break she’s ever had. There was nine weeks where she wasn’t doing too much at all. So she went from being a very fit person to being pretty unfit and she struggled, not motivation-wise, but getting back into a routine.

Kelda: SwimNews.dk

(Stephanie Rice. Image courtesy of sunrise.seven. CC by-nc-nd)
Continue reading 9 vikur er long tíð hjá svimjarum at halda pausu

Innbjóðing til SuSvim stevnu

Fyrsta stevna í 2009 verður nú leygardagin 10. januar, í Vági. Hendan stevna skuldi annars verða fyrst 17. – 18. januar, men er framskundað tí at Reykjavík International hevur flutt seg í mun til tá ið kalendarin hjá SSF varð lagdur. Stevnan umfatar tær fýra kappingargreinarnar á 50 og 200 metrum, umframt 200 blandað og 4×200 frí, og verður skipað so at til ber at ferðast suður og norður sama dag. Sí annars viðfestu innbjóðing.

Danir herða HM úttøkutreytirnar (vegna draktirnar)

Hetta skrivar Politiken. Nýggju ‘superdraktirnar’ hava betrað so nógv um heimsstøðið, at tað kravið sum danskarar høvdu roknað til at kunna geva umleið eitt 16. pláss á komandi HM, nú bara verður væntað at geva eitt 30. pláss. Og tí velja tey nú at broyta uppá tær kravtíðir sum longu eru almannakunngjørdar, so at tey ikki enda við at senda 20 svimjarar til Rom, harav bara helvtin hevur kjans at náa semifinalu.

DSC_0502

(Danska Jeanette Ottesen, á EM í Rijeka)

Schoeman upp í kórið ímóti nýggju draktunum

Nú hevur Craig Lord so eisini tosað við suðurafrikanska supersprintaran Roland Schoeman sum sigur seg gjarna vilja svimja aftur í stuttum buksum, tí sum hann sigur, ‘tað er rúm fyri nýskapan uttan at gera gjøldur burtur úr ítróttinum’. Tit kenna vælsagtans flestu argumentini eftirhondini, so eg leinki bara beinleiðis til samrøðuna millum Craig Lord og Schoeman.

(image courtesy of southafrica.blogspirit.com)