Startlistin til NJM í Södertälje

Startlistin til NJM í Södertälje sæst her á serligu NJM heimasíðuni hjá Södertälje Simsällskap. Hesu ferð eru svimjararnir hjá okkum Hildur á Fløtti úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag, og tær skulu altso í hylin nú leygardagin og sunnudagin. Kappast verður leygarmorgun frá kl 8 føroyska tíð, leygardag frá kl 16 og sunnudag frá kl 8, og til ber at fylgja við ‘live’ her á livetiming.se.
Continue reading Startlistin til NJM í Södertälje

Startlistin til Rijeka 2008

So er startlistin til evropameistarastevnuni í Rijeka komin, og latum okkum heldur beinan vegin staðfesta, at Pál Joensen er í finaluni í 1500 frí. Tíverri á ytstu geil, sum nr 8, men tað er so betur enn at vera bestur av teimum sum ikki koma í finaluna. Startlistin fer eisini at kunna finnast her á omegatiming.com, innan alt ov leingi.


Continue reading Startlistin til Rijeka 2008

Úrslit frá Klaksvík National 2008

Her er so úrslitalistin frá Klaksvík National 2008, umframt RE-fílan til hagtalsbrúk. Úrslitið var, sum tit kunnu lesa her á susvim.com, at SuSvim ‘vann’ stevnuna við 21 gull, 15 silvur og 8 bronsu, meðan FS gjørdist nr 2 við 9 gull, 13 silvur og 6 bronsu, og HS gjørdist nr 3 við 7 gull, 6 silvur og 10 bronsu.

Heiðursmerkjabýtið varð …

Gull Silvur Bronsa
SuSvim 21 15 8
FS 9 13 6
HS 7 6 10
FLOT 3 4 5
Ægir 2 3 9
Reki 1 1 1

Continue reading Úrslit frá Klaksvík National 2008

3 met til Pál á Klaksvík National

Sum tit kunnu lesa her av susvim.com, so setti Pál Joensen 3 nýggj føroysk met á stevnuni í Klaksvík í vikuskiftinum, tá ið hann svam 58.89 í 100 blandað, 56.52 í 100 firvald og 25.83 í 50 firvald. Hann varð sostatt fyrsti føroyingur undir minuttin og 59 sekund í 100 blandað, og fyrsti føroyingur undir 26 sekund í 50 firvald. Her niðanfyri síggja vit teir 100 firvald …

Eurosport fer at vísa EM í Kroatia

Við fyrivarni, eg brúkti leinkið á televarp.fo til at finna skránna hjá Eurosport, og síggi har fylgjandi sendingar:

  • Hósdag 11. des. kl. 14:30-15.30: 1. dagur innleiðandi
  • Hósdag 11. des. kl. 15:30-17.30: 1. dagur finalur LIVE
  • Fríggjadag 12. des. kl 08:00-09:30: 2. dagur innleiðandi LIVE
  • Fríggjadag 12. des. kl 15:45-17:30: 2. dagur finalur LIVE
  • Leygardag 13. des. kl 16:45-17:30: 3. dagur finalur LIVE
  • Sunnudag 14. des. kl 16:30-17:30: 4. dagur finalur LIVE

Brúki ‘føroyska tíð’ omanfyri, sum er donsk minus 1 tíma. Men gev gætur at Eurosport fyrr hava flutt runt uppá sendingar… og at handan skráin ikki dekkar alla svimjingina sum hon er. Ikki ein gang allar finalurnar.

Á stevnuheimasíðuni stendur, at innleiðandi er frá kl 08:00 hvønn morgun, og finalur frá kl 15:30, føroyska tíð.
Continue reading Eurosport fer at vísa EM í Kroatia

Nýtt evropeiskt met til Biedermann í 400 frí

Evropeiska metið hjá russiska Yury Prilukov var 3.37.35, men nú svam týski Paul Biedermann so teinin í tíðini 3:34.98, á evsta degi av týsku meistarastevnuni í stuttum hyli. Nýggja evropeiska metið er bara 4 tíggjundapartar frá heimsmetinum hjá Grant Hackett, so sigast má at Evropa nú av álvara blandar seg uppí eisini á hesum teini. Les SwimInfo.

Enn eitt stórt tiltak í Klaksvík

Næsta “Klaksvík National” í 2008 var bestemt ikki verri enn fyrra, og tí absolutt ein succés. Flottar premiur, góð kapping, og so veldugt ‘show’ afturat. Eg havi tíverri ikki nakran úrslitalista enn, og heldur ikki myndir frá finalupartinum, so tit mugu fyribils bara klára tykkum við teimum myndum sum eg havi, umframt videoini av tá ið ‘Ida’ sang.

Her er tað Hestoy sum talar. Tit kunnu síggja fleiri myndir við at klikkja á hasa har, ella brúka leinkið her til at koma beint til viðkomandi myndasavn.

DSC00701

Og her er so hon sjálv ‘Ida’…

Continue reading Enn eitt stórt tiltak í Klaksvík