So er galið aftur, men nú er hóttanin “Blueseventy”

Sambært SwimNews hevur nýggja superdraktin frá “Blueseventy” nevniliga verið brúkt allar seks ferðirnar, sum nýtt heimsmet hevur verið sett, seinasta mánaðin. Og evropeiskir venjarar sum til dømis nýggi russiski landsliðsvenjarin Vorontsov skunda tí undir FINA og LEN, at fáa kannað hesa draktina betur, helst áðrenn EM í Rijeka.
Continue reading So er galið aftur, men nú er hóttanin “Blueseventy”

Nýtt heimsmet í 400 blandað

Kanadiska Julia Smit betraði um stuttbana heimsmetið í 400 frí leygarkvøldið, tá ið hon á Canada Cup í Toronto svam teinin í tíðini 4:25.87, har heimsmetið hjá simbabvisku Kirsty Coventry frá HM í Manchester í vár var 4:26.52. Hon svam í eini “Blueseventy” drakt, sum eg fari at skriva um nú um eina lítla løtu, við tað at hendan drakt opinbart nú er nýggja hóttanin og avloysarin til Speedo LZR Racer. Les SwimInfo


Continue reading Nýtt heimsmet í 400 blandað

Endursending: Pauli og Jokarin

Onkur minnist kanska ikki longur 50 frí frá Klaksvík National í marts, og eg endursendi tí líka hendan postin hjá JMPoulsen, frá 17. marts í 2008.

50 m. frí hjá monnum gjørdist kanska ´TANN´ serliga spennandi kappingin leygardagin í Klakvík. Pauli Ø. Mohr hevur havt stóra framgongd í síni roynd eftir føroyska metinum í 50 m. frí og varð líka við at gera bart við síni tíð á 0.24.08 fyri stuttari tíð síðan til svimjikapping í Havn. Leygardagin skuldi hann aftur standa sína roynd, men tað at ´jokarin´ hjá Ægir átti so nógv í sær, hevði kanska fáur væntað.

Biedermann sett nýtt evropeiskt met í 800 frí

Hetti hendi á týsku meistarastevnuni í stuttum hyli, sum er í Essen í hesum døgum. Nýggja metið er 7:35.23, har týski Jorg Hoffmann átti metið á 7:36.24, frá World Cup stevnuni í Malmö í 1997. Biedermann skal eisini svimja 100, 200 og 400 frí á stevnuni í Essen, sum vit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá týska svimjisambandinum.

vlcsnap-355527

(Paul Biedermann á World Cup stevnuni í Stockholm herfyri)

Startlistin til Klaksvík National

Hey øll somul

Her er startlistin til Klaksvík National.

Vegna fyrireikarnar verður boðað frá hesum:

  • Tað er ikki longur møguligt at gera tilmeldingar til kappingina!
  • Frámeldingar kunnu gerast til fram til hóskvøldið 27.11 kl. 23.00

Minst til: bert 12 svimjarar sleppa at kappast á 100-metra teinunum.

Heilsan

Rúni og Dan

Eitt sindur um Klaksvík National 2008

Viðfest er frágreiðing frá formanninum í Ægir, um hvat sum fer at henda á Klaksvík National, nú leygardagin. Ein spennandi kapping við innleiðandi riðlum og finalur, umframt beinleiðis finalur eisini um morgunin, har hugni verður í steðginum millum morgun og seinnapart. Tey skipa fyri ókeypis frukt, grønmeti og vatni á kantinum, umframt mati, fyrilestri og undirhaldi í døgverðastegðinum. Gávukekkar verða til nr 1, 2 og 3 í hvørjari kapping, umframt steyp og gávukort til stafettirnar. Og so verða lutaseðlar seldir í leypi av stevnuni, har vinningarnar eru tvær fartelefonir frá Føroya Tele.

Amerikanska svimjisambandið ávarar ímóti ‘doping-draktum’

Hetta ljóðar sum tað reina science fiction, men amerikanarar siga at ‘doping-draktin’ er heilt nær, sum fer at kunna samstarva við nervaskipanina og heilanum hjá svimjararnum, so at hesin til dømis ikki følir pínu longur. Talan er um draktir sum dekka allan kroppin, frá øklum og út á handliðirnar, og amerikanska svimjisambandið vil tí hava altjóða svimjisambandið FINA til fullkomiliga at seta forboð fyri heildraktum, tí at tað sambært teimum verður ómøguligt at prógva at tað veruliga er so, at draktin dopar.
Continue reading Amerikanska svimjisambandið ávarar ímóti ‘doping-draktum’