Fín Reka Stevna

“Silva Cup 2008” er av á hesum sinni, og hon gekk bara upp á stás. Tey høvdu eina tíðarætlan, og hildu hana, so at alt var leyst og liðugt umleið kl 18. Tíverri fór maðurin við ábyrgd fyri stevnuforritinum í brúdleyp, beint eftir stevnuna, uttan at eg hugsaði so langt sum at skaffa mær eitt eintak av úrslitalistanum. Men alt annað líka, so var tað annaðhvørt FS ella SuSvim sum ‘vann’ stevnuna, við tað at tey oftast fóru upp eftir gullheiðursmerki.

DSC_0284
Continue reading Fín Reka Stevna

Innbjóðing til Klaksvík National 2008

Sum tit kunnu lesa í viðfestu innbjóðing, so bjóðar Ægir nú aftur til Klaksvík National 2008, at verða leygardagin 29. november 2008 fyri svimjarar í bólki 2, 1, junior og senior. Kappast verður á 50 og 100 metra teinunum, har 50 metrarnir verða svomnir sum innleiðandi og finalur, og 100 metranir sum beinleiðis finalu. Øll kunnu melda til 50 metra kappingarnar, meðan 100 metra kappingarnar verða avmarkaðar til tveir riðlar. Har verða pengakekkar og gávukekkar, og í steðginum verður skipað fyri døgverða fyri øllum luttakarum og øðrum áhugaðum. Les annars innbjóðingina.

SuSvim vann HS-stevnuna

So havi eg endiliga talt heiðursmerki upp fyri HS-stevnuna 8.-9. november, og úrslitið varð (ikki heilt óvæntað), at SuSvim vann flest, FS næstflest og Ægir triðflest. Gev gætur at eg her telji upp plaseringar í øllum aldursbólkum hvør sær, líka niður til og við bólk 3. Mona Simonsen og Pætur Leo úr SuSvim gjørdust oftast nr 1 í sínum aldursbólki, Mona við 7 gull og 1 silvur, og Pætur við 7 gull.

DSC_0109
Continue reading SuSvim vann HS-stevnuna

Van der Burgh og Guehrer vunnu FINA World Cup 2008

Suðurafrikanski Cameron van der Burgh og avstralska Marieke Guehrer kláraðu at vinna sær ávíkavist 192 og 199 stig tilsamans á teimum 7 FINA World Cup stevnunum, og vunnu tí hvør sínar 100.000 dollarar. Peter Marshall og Therese Alshammar vunnu hvør sínar 50.000 dollarar fyri at verða nr 2, og Randall Bal og Kathryn Meaklim vunnu hvør sínar 30.000. Les SwimInfo

Nýtt heimsmet í 50 rygg

So slapp Randall Bal framat, eftir alla vikuna at hava staðið í skugganum av Peter Marshall og hansara heimsmetum í 50 og 100 rygg. Nýtt heimsmet í 50 rygg á stuttbana, 22.87 og fyrsti maður nakrantíð undir 23 sekund, har heimsmetið hjá Marshall frá Stockholm var 23.05. Á ja, Marshall svam eisini undir 23 sekund nú, 22.90, sum tó var 3 hundraðpartar frá heiður og æru.

Biedermann tikið metið hjá Thorpe

Týski Paul Biedermann gjørdist fyrsta menniskja nakrantíð undir 1:41 á 200 metra frí teininum, tá ið hann nú svam 1:40.83 á World Cup stevnuni í Berlin. Gamla metið átti sjálvur Ian Thorpe, á 1:41.10, sum hann svam á World Cup í Berlin í 2000. Tunesiski Mellouli gjørdist nr 2 við tíðini 1:42.88, og suðurafrikanski Darian Townsend nr 3 við tíðini 1:43.19.

(Mynd frá 400 frí í Stockholm. Jón, Pál og Bartal halda at Biedermann líkist mær; men loynidómurin er at eg ERI Biedermann 🙂

Elspa nr 4 í 100 rygg

Elspa Mørkøre varð í dag nr 4 í finaluni í 100 rygg, á World Cup stevnuni í Berlin. Tíðin 59.55 var éin hundraðpart frá bestu tíð hennara, og tað sigur væl eitt sindur um støðið, at hon her svam skjótari enn Sanja Jovanović, sum hevur heimsmetið í 50 rygg.

Mads Glæsner úr Danmark svam aftur skjótt, tá ið hann í 1500 frí vann sína aðru World Cup hesa vikuna, við tíðina 14:38.97, éin tíggjundapart spakuligari enn mikukvøldið. Hann fekk tó skarpan gang frá týska Jan Wolfgarten, sum við sínum 14:39.58 nú má roknast sum enn ein kappingarneyti hjá Pál, á komandi EM meistarastevnuni í Kroatia í desember.

Elspa í finalu aftur nú seinnapartin

Hon skal svimja 100 rygg umleið mitt í skránni sum er frá kl 14 til umleið kl 16, við og hevur har næstbestu tíð frá innleiðandi riðlunum. Mads Glæsner svimur aftur 1500 frí, meðan Mellouli heldur svimur 200 frí og 200 blandað. Lotte Friis svimur 400 frí, og teir 50 frí hjá monnum eru aftur á tremur við heimsmeta-kandidatum.

Til ber at fylgja við stevnuni í Berlin, á heimasíðuni hjá stevnuni, sum ‘live timing’ á omegatiming.com, og sum ‘live stream’ á nmnathletics.com, frá kl 14 føroyska tíð.
Continue reading Elspa í finalu aftur nú seinnapartin