Shaila kláraði eisini kravtíðina til EM á stuttbana

OK, ein smuttari hjá mær, í øllum hurlivasanum. Sum tit fara at hoyra nú um eina løtu í 3-2, og sum vit eisini hava fingið váttað frá nýggja svimjisambandsforsetanum Jon Hestoy, so kláraði Shaila millum Garðarnar at kvalifisera seg til EM í Rijeka í desember mánaða, á HS stevnuni í vikuskiftinum. Tey verða tí fýra sum fara: Shaila, Mona, Kári og Pál.

So vítt eg dugi at síggja, so kláraði Shaila kravtíðina við at svimja 26.79 í 50 frí, tá ið suðuroyargenturnar svumu 4×50 frí, har kravtíðin til EM er 26.87 sekund.

Mellouli 14:34.31 í Moskva

Sí úrslitalista sum PDF-fíla, her á omegatiming.com. Til nú hevur hann ‘bara’ svomið 14:54.73 í ár, tann 18. oktober á World Cup stevnuni í Durban. Men kanska var tað tí at hann bleiv rætt pressaður hesu ferð, av russiska Vitally Romanovich, sum nú í Moskva svam teir 1500 í tíðini 14:40.46. Romanovic luttekur ikki í Stockholm; men tað er væl heilt greitt at Mellouli fyri tað er klárur favorittur at vinna gullið, nú Pál skal yvir at svimja ímóti honum.