SuSvim vann Susvim-stevnuna

Tað var ein rættiliga greiður sigur til suðuroyingar, á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Vági í vikuskiftinum. Eitt vet yvir 50% av øllum gullheiðursmerkjum, umframt umleið fjórðingin av silvur- og bronsuheiðursmerkjunum. Mona Simonsen úr SuSvim vann flest heiðursmerki av øllum kvinnum, og Magnus Jákupsson úr HS flest av øllum monnum.
Continue reading SuSvim vann Susvim-stevnuna

Úrslit frá SuSvim stevnuni

Pál kom nær metunum í 50, 100 og 200 bringu, men náddi teimum tó ikki heilt. Shaila royndi eftir metinum í 50 frí, men var somuleiðis ‘bara’ nær við, við frálíku tíðini 27.19 sekund. Helena kom undir kravtíðina til NJM í 100 rygg við tíðini 1:09.28 (!). Og Mona skoraði flest FINA stig, tá ið hon svam 800 frí í tíðini 9:15.46 (t.e. 714 FINA stig). Eg skal fara at telja heiðursmerki osfr., men fyribils mugu tit klára tykkum við úrslitalistan sum viðfesta tekst- og html-fílu.

DSC_0205

(Savnsmynd. Pál svimur bringu á HS-stevnu í januar 2008)

Pál fer eftir metunum í bringu í dag

Lesið her á susvim.com:

Og nú okur tosa um seinnapart, so eigur 100m bringa hjá monnum at gerast ein áhugaverd kapping. Pál Joensen svam í morgun 50m bringu uppá 0:30,39 uttan at koyra seg fult út, hetta var bert pace til 200m ??? 100m bringa er seinnapartin í dag, og Ingi Andreasen úr HS má kanska siga adios til sítt føroyska met á teininum.

Og hvat við í morgin, 200m bringu metið hjá Høgna Hansen stendur fyri skotum frá einum 1500m frí svimjara, og eingin Rókur er her til at vitna um tað sum eg, eftir hansara pástandi, havi júka eitt sindur ov nógv um hehe.

Og har stendur eisini: Shaila skal millum annað royna eftur føroyskum metið í 50m frí

Bringumetini hjá monnum eru elstu met á metlistanum, frá 1993 til 2002, og Elspa eigur metið í 50 frí.

Innbjóðing til HS stevnu 7-8 nov 2008

Havnar Svimjifelag bjóðar til svimjistevnu tann 7.-8. november 2008, fyri allar bólkar. Byrjað verður við upphiting leygarmorgunin kl 8, og kappast verður so tá leygarmorgunin, leygardag og sunnudag seinnapart. Í sambandi við at HS fyllir 70 ár í ár, so verður ein hugnaløta við undirhaldi og onkrum at eta, leygarkvøldið eftir kappingina, fyri svimjarar, leiðarar og hjálparfólk. Tilmeldingarnar skulu sendast til Svend Åge í seinasta lagi hóskvøldið 5. november kl 22:00. Sí annars viðfestu fílu.

Danski landsliðsvenjarin vil hava professionellar svimjarar

Nýggi landsliðsvenjarin hjá Danmark, Paulus Wildeboer úr Hálandi, heldur at tað er neyðugt at donsku úrvalssvimjararnir verða fulltíðarsvimjarar, um teir skulu kunna fylgja við í gongdini í svimjing yvirhøvur. Og danski Team Danmark stjórin Michael Andersen gevur honum rætt, at tað er torført at fylgja við í kappingini, tá ið budgettið hjá dønum veksur við 2% um árið, meðan budgettið hjá kappingarneytunum veksur við 25% um árið. Lesið tv2.dk

Úttøkutreytir til EM í stuttum hyli

Starvsnevndin avgjørdi á fundi 30. oktober 2008, at hesar úttøkutreytir eru galdandi til EM í stuttum hyli í Rijeka, 11.-14. desember 2008:

Úttiknir verður teir 4 svimjararnar, ið hava hægst FINA-stig, omanfyri gullnálatíðina (NB! Gullnálatiðin á seinasta nálalistanum hjá SSF). Tíðirnar skulu vera svomnar í tíðarskeiðnum 1. september til og við 30. november 2008.

Leggið til merkis, at tit skulu brúka tíðina í nálalistanum, ikki stigini, ið standa omanfyri.

Kelda: ssf.fo

Pál besta úrslit av øllum monnum á donsku meistarastevnuni

Sí yvirlitið yvir bestu úrslit á DM-K og DMJ-K á SwimRankings.net. Tey brúka FINA stig til at samanbera úrslit í ymiskum greinunum, sum er háttur til at rokna út hvussu gott eitt úrslit er í mun til heimselituna. 1000 stig er “world class”, har Pál fær 927 stig. Og lat tað verða sagt, at stigini telja skjótt í mun til betringar í tíð, tá ið tú fyrst er komin har upp 🙂

pal_nr_1_a_dmk

Temakvøld um úrvalsítrótt í Útvarpshøllini mánakvøldið

Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so skipar Ítróttarsamband Føroya fyri temakvøldi um úrvalsítrótt, nú mánakvøldið 3. november kl 20:00 í Útvarpshøllini. Magni Mohr, Katrin Olsen og Jón Bjarnason fara at hava hvør sína framløgu, og síðani fara fólk innan ítrótt, politikk og vinnulív at kjakast um úrvalsítrótt í Føroyum, saman við fundarfólkinum annars. Tiltakið er alment, og ÍSF vónar sjálvsagt at síggja nógv fólk við áhuga fyri ítrótti í Útvarpshøllini.

Føroyingar í 6 førum fremst á evropalistanum beint nú

Pál eigur í løtuni bestu tíð av øllum evropeiskum seniorum í 400, 800 og 1500 frí, og Elspa eigur bestu tíð í 50 og 100 rygg, umframt í “200 Freestyle Laps”, sum vist nokk er splitt-tíð í stafett. Evropeiski styrkismetingarlistin er gott nokk ungur enn, fyri sesongina 2008/2009; men sum Jón Bjarnason viðmerkir her, so skulu hini altso til at oppa seg, um tey skulu verða klár til at kappast móti Páli og Elspu á EM í Kroatia í desember.

Styrkismetingarlistin fer sjálvsagt at broyta seg við komandi kappingum, og eg havi tí tryggjað okkum nøkur ‘snapshots’ her niðanfyri. Klikkja á myndirnar til at koma á Flickr, har til ber at síggja myndirnar í størri stødd…

pal_nr_1

elspa_nr_1
Continue reading Føroyingar í 6 førum fremst á evropalistanum beint nú