Grant Hackett er givin

Hetta kunngjørdi hann á “Australian Swimmer of the Year Awards” í Sydney í kvøld. Orsøkin er at kroppurin ikki longur orkar tað nógvu hørðu venjingina, og faktiskt ikki hevur gjørt tað leingi. Í staðin fer hann kanska upp í lokal-politikk í Avstralia, ella møguliga at arbeiða innan bankavinnuna. Craig Lord hevur eina longri grein her á SwimNews, har størstu løturnar hjá Hackett verða nevndar.

Kjak á swim.dk um donsku metini hjá Pál

Tað er (kanska ikki ónáttúrligt) fallið onkrum dana fyri bróstið, at Pál nú kundi seta danskt met á DM, uttan t.d. eisini hava hava sett langhyljamet á EJM. Onkur har heldur eisini, at so burdi Danmark sloppið at brúkt Pál t.d. í stafettum á altjóða stevnum, nú hann er danskur methavari. Jón Bjarnason svarar ymiskum, og sigur m.a. at hann helst ikki sá at Pál fór til fleiri Danmarks-meistaraheiti. Lesið her á swim.dk.

Pál millum bestu seniorar í Evropa

Sum tit kanska hoyrdu í ítróttartíðindunum í kvøld, so segði Jón Bjarnason í gjár, at tíðin hjá Pál í 1500 frí var tann fimtbesta tíðin sum var svomin av nøkrum evropea í ár.

Eg dugi ikki at finna akkurát hasa styrkismetingina á netinum, men um vit hyggja at www.swimrankings.net, so er tað heilt greitt at Pál er væl við í kappingini. Ja, fyri sæsongina 2009 er støðan so mikið góð, at hann kemur at standa á einum fyrstaplássi á styrkismetingarlistanum, tá ið vit samanbera við hansara 3:45.21 í 400 frí.

Men men, akkurat tann listin er kanska i so ungur enn, á listanum fyri 2008 verður plaseringin umleið eitt 22. pláss.

Elspa Mørkøre vann gull í 50 rygg, gull í 4×100 frí og silvur í 100 blandað

Elspa livdi upp til favoritt rolluna í kvøld, tá hon við tíðini 27.99 vann gull í 50 rygg. Í 100 blandað fekk Elspa silvur við tíðini 1:03.05. Jeanette Ottesen úr Kvik Kastrup vann gull og setti met við tíðini 1:01.21. Og at enda fingu ‘:-) Wes Damer’ úr West Swim gull í 4 x 100 frí stafettini. Tíðin hjá teimum var 3:45.01. Tíðin hjá Elspu var 55.18.