Mona legði hart út í 400 frí

Mona legði hart út í 400 frí innleiðandi. Aftaná 100 m vendi hon fyrst í sínum riðli við tíðini 01:03.89, men dragnaði so aftur og endaði nr 6 í riðlinum við tíðini 4:31.23. Hennara tilmeldingartíð var 4:27.96. Tríggjar úr riðlinum (Lotte Friis, Kristine Skou og Trine Friis – allar úr Allerød) fóru víðari til finaluna.

Elspa og Katrine víðari í 200 blandað

Elspa (West Swim) svam seg í finaluna í 200 blandað við tíðini 2:22.23. Hennara tilmeldingartíð var 2:16.94. Í finaluni sleppur hon at svimja mótir favorittinum og lokal kappingarneytanum Katrine Holm Sørensen úr Swim Team Esbjerg. Katrine svam besta innleiðandi tíð: 2:16.93. Katrine minnast vit eisini frá NJM í fjørð. Tá vann hon 200 blandað við tíðini 2:21.68.

metlistar ?

Eg var akkurát inni á ssf.fo

Har skuldi verið nýggjir metlistar, nú nýggj sesong er byrjað, og okkara bestu svimjarar eru til DKM

Er tað veruliga eingin sum kann skipa so fyri at leggja ein aktuellan metlista á heimasíðuna hjá SSF ?
Eisini var ráðiligt at taka burtur gomlu metlistarnar fyri B1 – B5, og byrja met-listar fyri nýggja bólkabýtið.

SSF, lat meg hoyra frá tykkum, um eingin annar kann dagføra metlistarnar.

Heri Mortensen
hmo@sev.fo

Kári aftastur í 50 frí

Tað gekk ikki væl hjá Kára í morgun. Í 50 frí kom Kári á mál við spakuligasta tíðini av teimum 55 svimjarunum, ið gjøgnumførdu innleiðandi riðlarnar. Tíðin hjá Kára var 25.90. Tilmeldingartíðin hjá honum var 24.89. Frederik Siem Pedersen, sum fólk muga minnast frá NJM í fjørð, tók ivaleyst fleiri av bóli tá hann svam bestu tíð og setti danskt junior met við tíðini 22.82.

Kári góð 6 sekund frá finalupláss í 200 rygg.

Kári megnaði ikki at kvalifisera seg til finaluna í 200 rygg. Tíðin hjá honum var 2:12.26. Kári hevði annars 6. bestu tilmeldingartíð (2:05.13) og svam tær fyrstu 50 metrarnar rættiliga skjótt (30.25), men ferðin var øgilig á 4 teimum fremstu í hansara riðli. Marcus Bak (Allerød), Anders Møller (Haderslev) og Mads Jensen (Birkerød) svumu allir seg í finaluna. Tá ið av tornaði varð Kári aftastur í sínum riðli.

Malan svam seg til hálvfinalu í 100 bringu

savnsmyndMalan megnaði fyri løtu síðani at kvalifisera seg til hálvfinalunar í 100 bringu. Tíðin hjá henni, 1:17.25, varð nakað frá hennara tilmeldingartíð, 1:15.04, men tað varð nóg mikið til eitt hálvfinalu pláss. Hon svam í 5. og síðsta riðli mótir favorittinum Rikke Møller Pedersen úr Frem Odense, sum svam besta tíð í morgun (1:09.85).