Skráin í dag, 23. oktober

Danmarks Mesterskaberne på Kortbane byrja við innleiðandi riðlum nú kl 09:30 danska tíð (t.e. 08:30 føroyska), og fylgjast kann við ‘live’ á livetiming.dk. Føroyingar eru við í fylgjandi kappingum í morgun…

  • 1) 100 bringu – Malan Bærendsen
  • 3) 200 rygg – Elspa Mørkøre
  • 4) 200 rygg – Kári J. á Høvdanum
  • 8) 50 frí – Kári J. á Høvdanum
  • 9) 200 blandað – Elspa Mørkøre
  • 11) 400 frí – Mona Simonsen
  • 12) 800 frí – Pál Joensen

Hartil er Pál Joensen mest sannlíkt við í 4 x 200 frí hjá Aalborg Svømmeklub (t.e kapping 13), og Elspa við í 4 x 50 frí hjá West Swim.
Continue reading Skráin í dag, 23. oktober

Spennandi dagar fyri framman

Í morgin byrja “Danske Mesterskaber på Kortbane”, har Kári J. á Høvdanum luttekur fyri Fuglafjarðar Svimjifelag, og Mona, Shaila, Malan og Pál luttaka fyri Suðuroyar Svimjifelag. Í ovurmorgin byrjar árliga “Køge Open”, har luttakandi føroysku feløgini í ár eru Fuglafjarðar Svimjifelag og FLOT. Og leygardagin er so árligi aðalfundurin hjá Svimjisambandi Føroya, har tey óivað fara at kunna bæði fegnast og keglast um farna árið.
Continue reading Spennandi dagar fyri framman

So er startlistin til Køge Open klárur

Sum kunnugt luttaka føroyingar eisini á stevnuni ‘Køge Open’ í næstu viku, samstundis sum SuSvim og Kári úr FS eru til donsku stutthyljameistarastevnuna. Og nú eru startlistarnir so klárir hagani eisini, til kappingina í Køge og Herfølge. Tíverri eru teir ikki skipaðir í bólkar, og trupult er tí at rokna út heiðursmerkjakjansirnar hjá føroyingum. Men munnu vit ikki hava ein kjans at fáa heiðursmerki, serliga nú Hildur á Fløtti er seedað sum nummar eitt av øllum í 200 firvald?
Continue reading So er startlistin til Køge Open klárur

Nýggjur startlisti til DMK

Danir hava nú lagt út ein nýggjan startlista til “Danske Mesterskaber på Kortbane”, har onkur tilmelding er strikað, onkur onnur rættað, og onkur svimjari enntá lagdur afturat. Broytingar sum ávirka plaseringarnar hjá føroyingum (og Ørn) eru:

  • at besti svimjari í 200 rygg nú er spanski Ascwin Wildeboer (1:52.70), og Kári tí nú er svimjarin við 7. bestu tilmeldingartíð, heldur enn 6. bestu
  • at Kári nú er seedaður sum nr 37 heldur enn 38 í 50 frí. Hartil stendur ‘SCR’ út fyri Ørn, sum vist nokk merkir ‘Scratch’ (altso at hann meldar frá)
  • at Ascwin Wildeboer eisini svimur 100 rygg (50.96), og Kári tí nú hevur 4. bestu tilmeldingartíð, heldur enn 3. bestu
  • at Ørn Arnarson meldar frá 50 firvald ? (aftur stendur SCR út fyri Ørn)
  • at Ascwin Wildeboer eisini svimur 100 blandað (55.40). Aðrar frámeldingar gera tó, at Kári flytir frá 32. bestu tilmeldingartíð til 31.
  • at Ascwin Wildeboer svimur 50 rygg (23.71), og SCR stendur út fyri Ørn. Kári hevur enn 9. bestu tilm.tíð, um vit síggja burtur frá hasum við Ørn

Ískoyti til donsku svimjireglurnar: Føroyingar kunnu nú luttaka á FM uttan at missa rættin til DM

Sum tit kunnu síggja her á heimasíðuni hjá Danska Svimjisambandinum, so hava tey gjørt eitt ískoyti til sína reglugerð, sum nú loyvir føroyingum at luttaka á donskum meistarastevnum, og væl at merkja kunna vinna heiðursmerki og gerast danskir meistarar, uttan nakað tvæss um at missa rættin til vera føroyingur fyri tað. So nú kunnu vit fara niður at kappast móti dønum sum danir, og allíkavæl eisini kunna kappast í Føroyum sum føroyingar, um bara vit ikki sjálvi (tvs. SSF) spenna bein fyri tí.

Orðarætta ískoytið, stykki 5 í “Tillæg til SVØMs vedtægter”, sí svoem.dk:

§ 5.
Færøske og grønlandske medlemmer kan deltage i DIF’s Danmarks Mesterskaber og i Dansk Svømmeunions Mesterskaber, hvis disse er medlem af en forening under Dansk Svømmeunion.
Disse medlemmer kan noteres for danske rekorder.
Disse medlemmer kan, hvis de har bevaret deres medlemskab af en færøsk eller grønlandsk forening, deltage i disse forbunds nationale mesterskaber.
Disse medlemmers deltagelse i landskampe og internationale stævner følger af FINAs GR 2.5 og GR 2.6 (“sportsligt statsborgerskab”).

Continue reading Ískoyti til donsku svimjireglurnar: Føroyingar kunnu nú luttaka á FM uttan at missa rættin til DM

SuSvim vann FS-stevnuna

Svimjistevna var í Fuglafirði nú leygardagin, fyri svimjarar í yngstu bólkunum, og hóast Fuglafjarðar svimjifelag og Suðuroyar svimjifelag fingu líka nógv gullheiðursmerki, so ‘vann’ SuSvim stevnuna í kraft av silvur- og bronsuheiðursmerkjum. Mest vinnandi svimjarin var Jóhann Heðinsson úr FS, sum vann 8 gullheiðursmerki, meðan Óluva Jacobsen úr FS og Pætur Leo úr SuSvim vunnu hvør síni 5 gullheiðursmerki og 1 úr silvuri.
Continue reading SuSvim vann FS-stevnuna

Startlistin til DMK er klárur: Pál og Elspa liggja til gullheiðursmerki

Danska Svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til “Danmarks Mesterskaberne på Kortbane”, sum verða tann 23. til 26. oktober 2008, og aftur hesuferð luttaka føroyingar. Fyri Fuglafjarðar svimjifelag luttekur Kári J. á Høvdanum, meðan Suðuroyar svimjifelag sendir Pál Joensen og Maluna Vitalis Bærendsen at luttaka sum partur av liðnum hjá vinarfelagnum Aalborg, og Monu Simonsen og Shailu millum Garðarnar at luttaka fyri SuSvim. Hartil luttekur Elspa Mørkøre sum ‘fullblóðs-dani’ fyri West Swim, og íslendski Ørn Arnarson svimur eisini fyri Aalborg. Av sonnum ein maktdemonstratión úr Norðuratlantshøvum.
Continue reading Startlistin til DMK er klárur: Pál og Elspa liggja til gullheiðursmerki

Elspa ger um seg í DK

Danir hava júst skipað fyri sínum ‘regións-stutthylja-meistarastevnu’, sum er eitt slag av upptakt til donsku stutthyljameistarastevnuna í oktober. Elspa Mørkøre luttók fyri WestSwim í ‘svømmeregion vest’, og kláraði har at vinna fimm gull, trý silvur og eitt bronsuheiðursmerki, í kapping har ‘vest’ sum heild var sterkari enn ‘øst’.
Continue reading Elspa ger um seg í DK

Indisk svimjigenta doyði í 10 km svimjikapping

Indiska Shampa Das doyði eftir øllum at døma av einum hjartaslag, tá ið hon hevði svomið umleið 9 av teimum 10 km í kappingini Long Distance Invitational Swimming Championship á Hooghly ánni í India. Ein lækni kom til frá einum av fylgibátunum, men gentan var deyð áðrenn hon kom á sjúkrahús. Lesið SwimNews