Ups, Brendan Hansen misti OL gullheiðursmerkið burtur, men fekk tað aftur

Brendan Hansen uppdagaði á ferð millum heimbýin í Pennsylvania til húsið hjá sær í Texas, at gullheiðursmerkið hjá honum frá OL í Bejing ikki longur var í viðførinum. Men okkurt ferðafólk á flogfarinum fann heiðursmerkið, og lat tað inn til røttu myndugleikar. Les SwimInfo

Image courtesy of M@rcopako, some rights reserved.

Hægstu FINA stig á Ægir stevnuni

Her eru listar yvir tey sum kláraðu at svimja yvir 500 FINA stig á Ægir stevnuni leygardagin. Í bólki 1 var tað einans Birita Debes úr FLOT sum kláraði at svimja yvir 500 stig, meðan tær hjá juniorum vóru Dagmar M. Winther úr Havn og Astrið Foldarskarð úr FLOT. Hjá seniorum var Kári J. á Høvdanum suverænt besti svimjarin, við 7 av 8 teimum hægstu stigatølunum, og einastu úrslit yvir 600 stig.

Bólkur 1

  • Birita Debes, 50 rygg, 579
  • Birita Debes, 100 rygg, 523
  • Birita Debes, 50 frí, 508

Continue reading Hægstu FINA stig á Ægir stevnuni

bólkabýtið

er tað nakar í kann vísa mær á hvar eg kann nema mær vitan um hvussu tað nýggja bólkabýtið gongur fyri seg??? finni einki á svimjin.com, ei heldur á ssf.fo… og niður mann onkran forklára tað, vita tey heldur ikki hvussu tað fungerar..

hvar finni upplýsingar um hvussu bólkarnir eru bólkaðir?

Úrslit frá Ægir stevnuni í gjár

Havi nú fingið úrslitalistan frá Ægir stevnuni í gjár, og viðfesti hann tí her niðanfyri, saman við “re” og “lef” fílu til venjararnar at lesa inn í síni hagtalsforrit. Um vit síggja púra burtur frá uppbýtingina í aldursbólkar, so varð úrslitið tað at HS ‘vann’ stevnuna, við FS sum nummar tvey og FLOT sum nummar trý:

Felag Gull Silvur Bronsa
HS 19 18 9
FS 10 3 5
FLOT 2 5 6
SuSvim 1 4 2
Ægir 5
Reki 1
Tilsamans 32 30 28

Meen tað er jú óreint í móti teimum sum hava sterkar svimjarar serliga í yngru bólkunum, og hinar uppteljingarnar fylgja tí her niðanfyri…
Continue reading Úrslit frá Ægir stevnuni í gjár

Kravtíðir til bólkamet

Á www.ssf.fo stendur:

“Yvirskrift: Kravtíðir til NJM 08
Skriva tann: 13.09.2008

Her eru kraviðirnar sum setta eru til NJM 2008.

Hetta er samstundis kravtíðir, sum eru galdandi fyri at seta junior met, nú nýggja bólkabýti er sett í verk.”

mín spurningur:
Merkir hetta so at um vit td. ikki fáa nakran svimjara við í bringu kappingunum til NJM, at vit so heldur einki bólkamet hava fyri juniorar í bringu?

Um so er, er tað so nakar sum kann siga mær “fidusin” í hesum?

Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa svimjistevnu í Vági

Innbjóðingin til SuSvim stevnuna næsta leygardag sæst her á knassi.net. Talan er um kapping fyri bólk 2 og 3, sum eru okkara yngstu bólkar, og stevnan er skipað so at yvirnátting ikki verður neyðug. Tilmeldingarnar skulu vera inni í seinasta lagið mikukvøldið 17. september kl 22.

Kravtíðirnar til NJM 2008 klárar

Kravtíðirnar til NJM 2008 síggjast nú her á ssf.fo. Tær taka støði í 6. bestu tíð í 50 frí á NJM í fjør, sum kravtíðirnar til aðrir teinar og aðrar greinar so onkunsvegna eru ásettar út í frá. Eg listi tær líka upp her niðanfyri eisini, til tey sum eru ov spennt til at fara alla leiðina yvir á www.ssf.fo 🙂

50m 100m 200m 400m 800m 1500m
Firvald gentur 0:30.79 1:11.33 2:34.58
Firvald dreingir 0:26.10 1:00.33 2:18.47
Rygg gentur 0:32.02 1:09.67 2:30.56
Rygg dreingir 0:27.50 1:00.15 2:09.40
Bringa gentur 0:36.16 1:18.42 2:42.18
Bringa dreingir 0:31.69 1:09.67 2:31.33
Frí gentur 0:27.93 1:01.93 2:15.43 4:44.74 9:35.41
Frí dreingir 0:24.45 0:53.93 1:59.76 4:14.95 16:13.50
Blandað gentur 2:29.95 5:18.63
Blandað dreingir 2:16.41 4:48.41

Juniorsvimjarar eru í ár gentur føddar í 1993 og 1994, og dreingir føddir í 1991 og 1992.
Continue reading Kravtíðirnar til NJM 2008 klárar

Park gevur venjarum sínum nærum 500.000 kr

Koreanski Tae-hwan Park hevur valt at geva sínum venjarum teir 90.000 dollararnar sum hann fekk í bonus frá koreanska svimjisambandinum, afturfyri at vinna gull og silvur í Beijing. Venjarin Min-sang Roh hevur vant Park síðani at Park var heilt lítil, og hartil hava aðrir venjarar hjálpt honum á leiðini. Men Park verður ikki fátækur fyri tað, við tað at hann sum kunnugt tjenar aðrar 100 milliónir dollarar (einar 500 milliónir krónur) uppá lýsingar, vegna sítt gullheiðursmerki í 400 frí. Lesið SwimNews

Startlistin til Ægir stevnuna klárur

viðfestu fílu. Uppmøtingin er bara heilt hampuliga góð frá feløgunum Ægir, Reki, FS, HS og SuSvim, tá ið hugsað verður um at hetta er fyrsta stevna. Profilar eru t.d. Pauli Mohr og Kári J. á Høvdanum úr FS, og Bjørg Seloy og Guðrun Holm Jacobsen úr HS; meðan tey størstu nøvnini úr Suðuroy hinvegin vænta, hesu ferð.