Phelps so stórur at sjálvt mamman tjenar feitt uppá tað

Sambært blogguni mental_floss, so verður tað hildið at tey átta gullheiðursmerkini hjá Phelps fara at tjena honum einar 100 milliónir dollarar í leypi av hansara livitíð. Hann hevur seinastu árini tjent millum 3 og 5 milliónir um árið í stuðli frá fyritøkum, men hevur nú hvønn dag á OL fingið eini 50 tilboð afturat. Og sum tey siga, so hevur mamman Debbie Phelps eisini fingið so mikið nógva sjónvarpstíð (“more prime-time coverage than most Olympic athletes in Beijing”), at hon hevur scorað síni egnu sponsortilboð, frá m.a. more fyritøkunu Johnson & Johnson og Chico’s. Ja, hon hevur enntá fingið sína egnu klædnakollektión hjá Chico’s, tí sum tey siga: “women everywhere want to know how to get Debbie’s look”. Continue reading Phelps so stórur at sjálvt mamman tjenar feitt uppá tað

Mundi doyð av krabbamein, men vann nú OL í 10 km havsvimjing

Hálendski Maarten van der Weijden fekk sum 20 ára gamalur staðfest blóðkrabba, við lítlum kjansi at yvirliva. Fekk kemoterapi og stamcellu-transplantatión, lætnaði 13 kg, og kundi hvørki sita ella standa aftaná. Men nú vann hann so sum 27 ára gamalur kappingina í 10 km havsvimjing á olympisku leikum í Beijing… eina kapping sum sjálvur Grant Hackett sum kunnugt ikki kláraði at kvalifisera seg til, tá einaferð í mai mánaða. Lesið SwimNews og SwimInfo Continue reading Mundi doyð av krabbamein, men vann nú OL í 10 km havsvimjing

Ókey, so tað er lætt at vinna heiðursmerki í svimjing?

Skemtiligt aftursvar her á austin360.com, í sambandi við at onkur venjari innan frælsan ítrótt heldur tað vera lættari at vinna fleiri gull í svimjing enn í frælsum ítrótti, tí at svimjarar ikki verða líka hart belastaðir. Skemtilig aftursvar sum “‘What are you talking about you can’t recover from 9-second race? The shortest race in swimming is going to take twice that.’ Let’s compare 9 seconds in track to 4 minutes in the 400 individual medley.”” Continue reading Ókey, so tað er lætt at vinna heiðursmerki í svimjing?

So er tað ordiliga offisielt: Joensen og Baklakova vunnu mest

Av heimasíðuni hjá evropeiska svimjisambandinum, www.lenweb.org:

Pal Jönsen proved to be the big surprise in swimming. He was not only the most successful swimmer in the men’s events, but also achieved the first ever championship medals for the Faroe Islands at an event of the European Swimming Federation, LEN. Jönsen won three gold medals: 400m (3:51.44min), 800m (7:56.90) and 1,500m freestyle (15:18.37). Russia’s Ekaterina Baklakova also achieved three titles winning the 50m (32.34sec), 100m (1:09.65min) and the 200m breaststroke (2:28.42).

Pál tryggjaði okkum sambært tíðindunum har eitt sættapláss á heiðursmerkjalistanum, frammanfyri Týskaland, Ungarn, Belgia, Frankaríki, Niðurlond, Slovenia, Ukraine, Spania, Grikkaland, Danmark, osfr osfr 🙂 Continue reading So er tað ordiliga offisielt: Joensen og Baklakova vunnu mest

Skipaður kriminalitetur atvold til grikska doping

Hetta sigur forsetin fyri griksku olympisku komitéina sambært SwimNews, um tað at 15 griksk ítróttarfólk í seinastuni hava verið tikin fyri doping við sama evni, har í millum grikski evropameistarin í 200 firvald, Yiannis Drymonakos. Continue reading Skipaður kriminalitetur atvold til grikska doping

Hálendari verður nýggjur danskur landsliðsvenjari

Paulus Wildeboer hevur verið yrkissvimjivenjari síðani 1978, og hansara svimjarar hava altíð vunnið heiðursmerki í teimum altjóða langbanastevnum sum teir hava luttikið í. Hann hevur verið við til 5 OL, her seinast í Bejing sum venjari hjá soni sínum Aschwin Wildeboer, sum kom í finaluna í 100 metrar rygg. Seinastu tíðina hevur hann verið høvuðsvenjari á ítróttardeplinum í Madrid, men velur nú heldur Danmark tí at sponsk svimjing er í kreppu. Lesið um hetta í Ekstrablaðnum, á spn.dk og á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum. Continue reading Hálendari verður nýggjur danskur landsliðsvenjari

Eitt sindur um kroppin hjá Phelps

Gawker gevur her nøkur boð uppá hví Phelps er so góður. Vanliga eru armarnir á monnum umleið líka so langir sum teir eru høgir, men hjá Phelps eru armarnir 2 metrar langir og kroppurin 1,93. Tað er serliga yvirkroppurin sum er langur, meðan beinini eru sum á einum manni ið er ‘bara’ 1,77 metrar høgur. Føturnar eru ikki yvirógvusliga stórar (stødd 48½, Thorpe brúkar til samanberingar umleið stødd 53), men so liðiligar, at hann kann standa á bibbunum sum ein ballett-dansari. Vøddarnir hjá honum skapa ónormalt lítið mjólkarsýru. Og so hevur hann “Attention Deficit Hyperactivity Disorder”, sum minnir um DAMP. Continue reading Eitt sindur um kroppin hjá Phelps

Tae-Hwan Park scorar kassan

18 ára gamli olympiski meistarin í 400 frí er nú so populerur í sínum heimlandi Suður-Korea, at hann sambært Reuters hevur scorað eina lýsingakampagnu við virði av meira enn 96 milliónir dollarar (t.e. einar 486 milliónir krónur), umframt at fáa 600.000 dollarar í virðisløn (t.e. yvir 3 milliónir krónur) frá stjórnini og sponsorum í Suður-Korea. Og pengarnir eru nokk væl givnir út, tí til dømis sigur framleiðarin av teimum stóru høvuðtelefonum sum Park hevði uppi á høvdinum á veg út til teir 400, at sølan eksploderaði aftaná gullheiðursmerkið.
Continue reading Tae-Hwan Park scorar kassan