Metstevnan 2008

Viðfest er innbjóðing og tilmeldingarfíla til metstevnuna 2008, at verða í Tórshavn tann 30. til 31. august. Hetta er síðsta stevna í kappingarárinum 2007-2008, og harvið seinasti kjansur hjá elstu bólkasvimjarum at seta met, áðrenn teir flyta upp í næsta bólk. Hartil er tað seinasti møguleiki at verða skrásettur fyri met á núverandi bólkametlistum, áðrenn teir verða fastfrystir sum partur av skiftinum til nýggja bólkaskipan.

Svend Åge biður feløgini vinarliga boða frá áðrenn hósdagin 14. august kl 23, um tey koma. Continue reading Metstevnan 2008

6 heimsmet í morgun

Í hálvfinalunum í 100 frí tók fyrst Alain Bernard heimsmetið frá Eamon Sullivan við 47.20 (metið var 47.24), og síðani svam Sullivan sjálvur 47.05 (!). Federica Pellegrini betraði sítt 200 frí heimsmet frá innleiðandi 1:55.45 til 1:54.82. Phelps betraði um sítt heimsmet í 200 firvald frá 1:52.09 til 1:52.03. Stephanie Rice betraði um heimsmetið í 200 blandað frá 2:08.92 til 2:08.45. Og amerikansku mennirnir betraðu um heimsmetið í 4×200 frí frá 7:03.24 til 6:58.56.

Phelps hevur nú vunnið 5 gullheiðursmerki í Bejing, av teimum 7-8 sum eru málið og heimsmet í heiðursmerkjum á somu leikum. Hartil hevur hann við sínum 11 OL gullheiðursmerkjum tilsamans longu vunnið fleiri gull enn nakar annar íðkari nakrantíð (Mark Spitz og Carl Lewis vunnu hvør síni 9 gullheiðursmerki, á teimum leikum sum teir luttóku í). Continue reading 6 heimsmet í morgun

2 heimsmet afturat á olympisku leikum í Beijing

Amerikanski Aaron Piersol betraði um sítt egna heimsmet í 100 rygg, frá 52.89 á U.S. Trials til 52.54 nú í Beijing. Og Michael Phelps betraði somuleiðis um sítt heimsmet í 200 frí, frá 1:43.86 til 1:42.96. Phelps hevur nú vunnið 3 av (til nú) trimum møguligum gullheiðursmerkjum á OL 2008, og er tískil væl á veg til at taka metið frá Mark Spitz, sum er 7 gullheiðursmerki á somu olympisku leikum. Continue reading 2 heimsmet afturat á olympisku leikum í Beijing

Fýra heimsmet í morgun

Kirsty Coventry úr Simbabvi setti í hálvfinaluni heimsmet í 100 rygg við tíðini 58.77, har heimsmetið hjá Natalie Coughlin var 58.97. Japanski Kosuke Kitajima setti heimsmet í 100 bringu finaluni við tíðini 58.91 (fyrsti svimjari undir 59 sekund), har metið hjá Brendan Hansen var 59.13. Og Jason Lezak kláraði akkurát at skava OL gull og heimsmet heim til USA í 4×100 frí, í kapping har Frankaríki annars var klárt frammanfyri tá ið 25 metrar írestaðu, og har avstralski Eamon Sullivan setti heimsmet í fyrstu 100. Continue reading Fýra heimsmet í morgun

USA sett heimsmet í innleiðandi 4×100 frí

Teir fýra Nathan Adrian, Cullen Jones, Ben Wildman-Tobriner og Matt Grevers svumu teinin í tíðini 3:12.23, umleið tveir tíggjundapartar skjótari enn metið á 3:12.46 hjá USA frá 2006. Men vita eftir um ikki metið verður betrað í finaluni, tá ið hinir uttan Cullen Jones verða skiftir út við Michael Phelps, Garrett Weber-Gale og Jason Lezak. Kelda: SwimNews Continue reading USA sett heimsmet í innleiðandi 4×100 frí

Bæði 400 blandað metini betrað í Beijing

Michael Phelps soraði sítt egna heimsmet í 400 blandað, frá teimum 4:05.25 sum hann svam á amerikansku úttøkustevnuni til OL, til 4:03.84 í Beijing í gjár. Og avstralska Stephanie Rice betraði somuleiðis um heimsmetið í 400 blandað, tá ið hon í gjár svam 4:29.45, har ein mánaða gamla metið hjá Katie Hoff frá amerikansku úttøkustevnuni var 4:31.12. Hoff sjálv vann bara bronsu, við tíðini 4:31.71.
Continue reading Bæði 400 blandað metini betrað í Beijing