NUM 2008: Startlisti og livetiming

Sum kunnugt verður Norðurlendska UnglingaMeistarakappingin hildin í Tampere í Finlandi nú leygardag til sunnudag 2.-3. august, sum er kappingin fyri teir svimjarar sum eru júst ov ungir til juniormeistarakappingar. Tit kunnu finna stevnuheimasíðuna her á heimasíðuni hjá finska svimjisambandinum, startlistan her, og úrslitini so leypandi her á livetiming.se. Continue reading NUM 2008: Startlisti og livetiming

Friendly Games

Teir 200 hjá Kára í morgun tók siðsta djúsið úr videokameranum hjá mær, og eg var tí enn einaferð í kreppu. Einki battarí eftir, uttan at teir 800 hjá Pál eru komnir í kassan. Men hvat, har eru jú tvær bretskar gentur frá British Institute of Sport, sum taka upp til at greina teknikk fyri bretska svimjisambandið, harav tann eina tilfeldigvís brúkar Sony sum eg. So hon at fáa onkran at fáa løðaran frá hotellinum yvir á Tašmajdan.

Bill.630 Continue reading Friendly Games

4 ungir svimjarar til Finlands at kappast

Fýra svimjarar fóru í morgun til Finlands har teir skullu taka lut í NUM ( Nordisk Ungdoms Mesterskaber )

Hetta er kapping á sera høgum støði, har bara tey bestu sleppa við.

SSF valdi at senda hesi avstað: Birita Debes (Flot), Helenu Strøm Sævarsdóttir (SuSvim), Moniku Biskupstøð (Ægir) og Poulu Øssursdóttir Mohr (FS).

Kappingin byrjar ímorgin, og svimjararnir koma heimaftur sunnukvøldið.

Venjarar eru : Rúni Gaardbo, Petur Heðin á Fløtti og Jóhan Martin Poulsen Continue reading 4 ungir svimjarar til Finlands at kappast

Videobrot av 400 frí innleiðandi

Eitt videobrot av 400 frí innleiðandi kapping er at finna á YouTube. Tíverri er tað ikki tann riðilin, sum Pál vann, men man sær Pál gera seg kláran við geil 4 mótir endanum av brotinum. Fotografurin fylgir Anders Lie og Frederik Siem “Jaws” Pedersen á ávíkavist geil 1 og 3. Pólendingurin Krzysztof Piekut á geil 4 bleiv nr 8 í finaluni.

Fjøðurlættir í kvøld

Tað sum vit ikki hava torað at nevnt við einum orði seinasta døgnið, gekk í uppfyllilsi í dag, og lagið er tí bara so avbera gott. Serbiska guidin hjá føroyingum stóð uppi og rópti upp á Pál, og var heilt rørd tá ið eg tosaði við hana seinni. Taxa-chaufførurin í bilinum heim av Continental í kvøld spurdi tríggjar ferðir um tað veruliga var satt (og triðju ferð var tað líka við at hann steðgaði bilinum) at vit bara eru 48.000 fólk alt í alt, og tó so hava fingið ein evropameistara. “That is beautiful”, er orðarætt sitat frá hesum fryntliga serba. Continue reading Fjøðurlættir í kvøld