Eitt ótrúligt kvøld

Ja hatta var so tað, fyrsta føroyska heiðursmerkja á EJM nakrantíð, og tá enntá eitt úr gulli. Pál Joensen, evropameistari í 400 frí við 3:51.44. Sjálvsagt føroyskt met, og føroyskt met eisini í 200 frí, eftir at hava svomið fyrstu 200 í hasum 400 við tíðini 1:53.20. Undir vinnaratíðina hjá Izotov frá HM í Mexico í juli, og harvið ovast á styrkismetingarlistanum hjá alheims juniorum, í 400, 800 og 1500 frí. Sensatiónin er her, og tvær kappingar eru eftir. Tvær har hann er betur. Continue reading Eitt ótrúligt kvøld

Komnir til Beograd

Kuffertið hjá mær kom tó ikki longur enn til onkunstaðni millum Vágar og Kastrup, so nú er at ansa eftir ikki at sveitta niður í hosurnar. Vit báðir Jón Brian flugu úr Keypmannahavn til Beograd saman við familju og kenningum hjá Pál, og vitjaðu so teir fýra á Hotel Continental, á veg inn til okkara egna hotel. Øll eru við gott mót.

Bill.597 Continue reading Komnir til Beograd

Danir bjóða fysioterapi í Beograd

Jón skrivar á www.susvim.com: Annars er tað nok so stuttligt at vera føroyingur her til EJM nú okur hava svimjarar við sum veruliga gera um seg. Danir komu til mín í dag og bjóðau okkum at sita saman við teimun, tað er ikki komi fyri fyrr. Um tað er tí at teir síggja møguleikar fyri at fáa Kára og Pál á danska landsliðið í framtíðni, ella um tað er tí at okur halda til saman við svium, ella tí at danir bara elska Føroyar, skal eg ikki sita her og siga, men teir hava bjóða okkum gratis fysioterapeut og annað gott. Jú jú kongaríki letur hoyra frá sær, og tað er bara gott. Continue reading Danir bjóða fysioterapi í Beograd

EJM skráin broytt: Nú byrja finalurnar kl 16 føroyska tíð

Sum tit kunnu lesa á forsíðuni av www.belgrade2008.org beint nú, so er orsøkin at serbiska sjónvarpið fer at senda beinleiðis frá stevnuni. Finalurnar eru tí fluttar frá at byrja kl 17:30 til at byrja kl 17:00 lokala tíð, sum er ein tíma framman fyri føroyska tíð. Finalunar eru harvið framskundaðar ein hálvan tíma, til at byrja kl 16:00 føroyska tíð. Eg broyti nú skránna hjá mær her, til at passa við nýggju tímatalvuna hjá serbum.

Harvið verður tað møguliga møguligt at síggja finalurnar á internetinum!! Havi sporað meg fram til at talan er um RTS 2, har tey nú í skránni skriva “Plivanje – EP juniori, finale, prenos” frá kl 17 til 19 (lokala tíð), frá mikudegi 30. juli til (fyribils) 1. august. RTS 2 eigur at kunna síggjast á internetinum, sambært síðum sum hesa og hesa, men eg havi tíverri ikki fingið tað at rigga enn. RTS hevur sjálvt live streaming frá sínari fylgisveinarás her, ið riggar, men har skráin ikki enn er skrivað fyri hesar viðkomandi dagar. Her og her hoyrist RTS 2 beint nú (mánamorgun), men eg síggi einki. Continue reading EJM skráin broytt: Nú byrja finalurnar kl 16 føroyska tíð

Myndir frá EJM

Niðanfyri her sæst ‘slideshow’ av tí myndasavni á Flickr, sum eg ætli at brúka til myndir frá EJM. Har er sjálvsagt ikki nógv at síggja enn, men tær leggjast so afturat, so hvørt sum eg taki myndir og fái lagt upp á internetið. Gev gætur at loyvi má fáast frá mær (og møguliga øðrum við), áðrenn myndirnar kunnu brúkast aðra staðni.

Continue reading Myndir frá EJM

Nólsoyarsvimjingin 2008

Motiónistar, kappsvimjarar og svimjiáhugaði annars.

11 árið á rað verður skipað fyri stuðulssvimjing til Nólsoyar, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, leygardagin tann 16. august kl 16:00.

Í ár verða tveir teinar at svimja.

1. Tann vanliga, har vit byrja niðanfyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyarbygd.
2. Hin teinurin er 1000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.

Á báðum teinum er høvuðsvinningurin ein flogferð við Atlantic Airways.
Continue reading Nólsoyarsvimjingin 2008

Nakrar áhugaverdar tíðir ísv EJM

Við tað at enn einki er frætt um ‘live timing’ ella líknandi úr Beograd, so listi eg her upp nakrar áhugaverdar splitt-tíðir, til tykkum at samanbera við, tá ið vit útvarpa úr Beograd. Talan er um føroysku metini, norðurlendsku seniormetini og stevnumetini á EJM, umframt at donsku juniormetini stutt verða nevnd eisini.

Eg vildi gjarna havt norðurlendsku og evropeisku juniormetini við eisini, men veit tilfeldigvís beinleiðis frá aðalskrivaranum hjá norðurlendska svimjisambandinum, at ein sovorðin ikki finst fyri Norðurlond, av tí at londini ikki brúka somu aldursbýtingar til sínar upplistingar (og tað tí er eitt hoyggj at seta saman ein sovorðnan lista). Giti at støðan er tann sama viðvíkjandi Evropa.

50 rygg

Kári J. á Høvdanum
Antwerp ’07
Føroyskt met
Pontus Renholm (SWE)
Austin ’08
Norðurlendskt
Liam Tancock (GBR)
Glasgow ’03
EJM met
50 28.46 25.57 25.60
Kelda swimrankings.net swimrankings.net swimrankings.net

Danska juniormetið hjá Mathias Gydesen er 26.44, frá EJM í Mallorca 2006. Seniormetið hjá honum frá 2007 er 26.09 Continue reading Nakrar áhugaverdar tíðir ísv EJM

Rás2, Sosialurin, Portalurin og svimjing.com til EJM í Beograd

Sum tit kunnu lesa í júst útkomna fríggjadags-Sosialinum, so vera Rás2, Sosialurin og Portalurin til staðar á kantinum í Beograd, nú Kári og Pál fara at kappast fyri Føroyar. Og svimjing.com eisini, við tað at undirritaði sleppur við sum viðmerkjari og tøkningur, sum liður í samstarvi millum Svimjisamband Føroya og Miðlahúsið. Continue reading Rás2, Sosialurin, Portalurin og svimjing.com til EJM í Beograd