Pál nú offisielt klárt bestu styrkismeting á Swim Rankings

Tey hava nú lisið úrslitini frá DM 2008 inn í dátugrunnin á www.swimrankings.net, og listin yvir evropeiskar juniorar vísir tí øllum at Pál er 8,5 sekund frammanfyri nr 2 í 1500 frí á langbana, 8 sekund frammanfyri í 800 frí, og nr 2 í 400 frí við 2 sekundum fram til nr 1. Tað er væl eisini áhugavert at síggja á EJM metlistanum hjá evropeiska svimjisambandinum LEN, at hann er rímiliga nær metinum í 1500 og 400 frí… og um 3 sekund skjótari enn metið í 800 frí (!!) Continue reading Pál nú offisielt klárt bestu styrkismeting á Swim Rankings

Óhugnalig spennandi kapping seinnapartin

Um nakar skuldi verið í iva, so er tað altso í kvøld at tað veruliga sker. Eitt sindur eftir kl 17:00 danska tíð, ella 16:00 føroyska tið. Pál móti Glæsner. Pál hevur sum kunnugt svomið føroysk met í 400, 800 og 1500 frí hesar seinastu dagarnar sum eru væl skjótari enn tey donsku, men Glæsner svimur nú sum senior skjótari. Teir møttust í 400, har Glæsner vann við 2 sekundum, men Pál er betri til hetta longri, eisini lutfalsliga í mun til juniormetini hjá Glæsner. Kann Pál minka um munin so mikið, at hann vinnur á Glæsner? Og hvussu langt koma teir niður í móti seniormetinum hjá Glæsner, á 7:59.43? Tað ræður um at fylgja við á www.livetiming.dk, tá kl 16.

Malan betrað um sítt met í 100 bringu

Nýggja metið hjá henni er 1:17.30, heili 2 sekund skjótari enn metið sum hon kom við til DM, 1:19.31 frá Reykjavík International 2008. Shaila svam eisini skjótt í gjárkvøldið, 50 frí uppá 27.60 sekund har metið hjá henni frá hálvfinaluni fríggjakvøldið er 27.48 sekund. Í morgin hava føroyingarnir vist nokk ikki svomið, men Elspa kvalifiseraði seg til finaluna í 200 rygg við, 4. bestu tíð av teimum sum skulu svimja tá. Continue reading Malan betrað um sítt met í 100 bringu

Pál bukað danska metið í 800 frí, í innleiðandi

Søgan verður bara betri og betri, og so nógv betri enn vit høvdu torað at vónað. Pál Joensen tók í dag 24 sekund av føroyska metinum í 800 frí, og svam harvið 4 sekund betri enn nakar danskur juniorsvimjari nakrantíð hevur svomið. Og hetta var bara í innleiðandi, í nakað sum venjari hansara Jón Bjarnason kallaði “skjót men ikki max svimjing”. Í morgin skal hann svimja móti sjálvum Mads Glæsner, í 800 metra frí finaluni, sum eigur bæði metið í 800 og 1500 frí, hjá bæði juniorum og seniorum. Og Pál svam skjótari enn Glæsner í innleiðandi 🙂

1-2 heimsmet sett í gjár

Tvs. tað eina varð ‘bara’ nágreiniliga sama tíð sum heimsmetið, sum SwimInfo sendir út sum “world record alert”, men sum vit onnur nokk ikki ordiliga rokna sum nýtt met. Men Michael Phelps setti altso nýtt heimsmet í 200 blandað við tíðini 1:54.80, har heimsmetið hjá honum frá í fjør var 1:54.98. Og Aaron Piersol svam somu tíð sum verandi heimsmet hjá Ryan Lochte í 200 rygg, við tíðini 1:54.32. Lochte sjálvur svam 1:54.34, og tá skal havast í huga at hann (Lochte) eisini svam til OL í 200 blandað móti Phelps, við 1:55.22 sum er triðskjótasta tíð í søguni. Lesið her og her á SwimInfo. Continue reading 1-2 heimsmet sett í gjár