Danska OL landsliðið úttikið

Seint í gjárkvøldið komu boðini um at 4×200 frí kvinnustafettin hjá dønum slapp at luttaka á OL, og danska svimjisambandið hevur tí úttikið Micha Østergaard og Louise Jansen afturat, til at styrkja um stafettina. Danska svimjisambandið skrivar víðari, at Micha Østergaard hevði verið úttikin undir øllum umstøðum, vegna ógvuliga góð úrslit á svimjistevnu í Canet í Fraklandi… eisini hóast hesi úrslit vórðu fingin eftir at freistin var farin. Continue reading Danska OL landsliðið úttikið

Nýggj heimsmet í 100 rygg hjá monnum og kvinnum

Natalie Coughlin hevur betrað enn meira um sítt heimsmet í 100 rygg á langbana, tá ið hon nú í nátt gjørdist fyrsta kvinna undir 59 sekund í greinini, á amerikansku úttøkustevnuni til OL. Nýggja heimsmetið er 58.97, har hon í gjár svam 59.03. Og Aaron Piersol setti eisini heimsmet í nátt, tá ið hann við 52.89 betraði um sítt egna heimsmet ið var 52.98. Lesið her og her á SwimInfo.

3 føroysk met í morgun

Pál Joensen sett sum nevnt nýtt føroyskt met í 400 frí á Danish Open í morgun við tíðini 3:57.17, sum er betring av hansara egna meti frá EJM í fjør við meira enn 9 sekundum. Malan Vitalis Bærendsen betraði um sítt egna met í 50 bringu frá 36.90 (Reykjavík International 2008) til 35.79. Og Shaila millum Garðarnar betraði somuleiðis ógvusliga um sítt met í 50 firvald frá 30.65 (Reykjavík International 2008) til 29.80… og er harvið fyrsta føroyska kvinna undir 30 sekund í 50 firvald á langbana. Continue reading 3 føroysk met í morgun

Elspa við til OL í Beijing?

Hesi tíðindi eru at lesa á www.svoem.dk í dag:

Spændingen omkring størrelsen på det danske OL-hold i svømning udløses også under DM. Inden mesterskaberne begynder i morgen, tirsdag, består holdet af syv svømmere. Det kan imidlertid nå op på i alt 11 svømmere. Fristen for at svømme tider hjem, der kan kvalificere holdkapper til OL udløber i dag, mandag, den 30. juni. FINA offentliggør den 1. eller 2. juli hvilke hold, der modtager de eftertragtede pladser. To danske holdkapper er i spil her. Damerne er rimeligt sikre på at opnå en plads i 4 x 200 m fri. De ligger nummer 15 på den specielle OL-rangliste. Herrerne derimod ligger på en 17. plads i 4 x 200 m fri. Der udtages kun 16 hold.

Altsoe… um danir skulu brúka eina kvinnustafett í 4 x 200 frí, og Elspa Mørkøre hevur bestu tilmeldingartíð í 200 frí

MEEN… Hon er ‘bara’ nr 16 á danska ranglistanum fyri árið í ár.

Livst so spyrst Continue reading Elspa við til OL í Beijing?

Nýggj heimsmet í 400 blandað

Amerikanarar settu í gjár langbana heimsmet í 400 blandað hjá bæði monnum og kvinnum, á amerikansku úttøkustevnuni til olympisku leikir. Katie Hoff svam 4:31.12 har heimsmetið hjá Stephanie Rice var 4:31.46, og Michael Phelps svam 4:05.25 í kapping har bæði hann og Ryan Lochte svumu undir gamla heimsmetið hjá Phelps á 4:06.22. Lesið her og her á SwimNews.

Her er heimsmetið hjá Michael Phelps. Ein fantastisk kapping har Phelps byrjar best, Lochte síðani kemur aftur og teir eru fullkomiliga javnir (og Lochte virkar minst slitin), til Phelps avger tað við suverænum firvaldaspørkum út í frá vending:

Continue reading Nýggj heimsmet í 400 blandað

Úttøkukappingin hjá amerikanum rakt av tornado

Stevnan byrjar ikki fyrr enn í morgin, men svimjarar eru sjálvsagt har longu til at venja seg við hylin. Men av tí at streymurin reyk og stór petti fuku av bygninginum og annað, vórðu tey noydd at gevast við venjingini í gjár. Svimjistjørnan Eric Vendt tekur tað sum eitt gott tekin, tí tað sama hendi tá ið tey høvdu úttøkustevnu í Indianapolis í 2000. Og fyri at gera søguna ordiliga løgna, so eitur venjarin hjá olympiska kvinnulandsliðnum hjá USA nakað so kent sum Jack Bauer(le). Lesið og síggið myndir á SwimInfo og ap.google.com.