Rætting: 4 gull og 4 silvur til HS

Orsaka, har var feilur í míni úrslitauppgerð í gjár frá Vattenfall Swim Cup 2008. Tað er ikki so, tá ið har eru úrslitalistar frá trimum ymiskum hallum umframt nakrar finalur úr teirri einu, og livetiming.dk ikki vísir úrslitini frá teimum øllum. Men eg havi nú talt um aftur, og fái tað til at HS vann 4 gullheiðursmerki og 4 silvurheiðursmerki:

  • Magnus Jákupsson (1994) silvur í 100 blandað (1:08.18)
  • Magnus Jákupsson (1994) silvur í 50 rygg (30.29)
  • Høgni Miné (1992) silvur í 50 rygg (29.37)
  • Magnus Jákupsson (1994) silvur í 100 rygg (1:05.78)
  • Høgni Miné (1992) gull í 100 rygg (1:01.78)
  • Guðrun Holm Jacobsen (1992) gull í 50 frí (28.02)
  • Magnus Jákupsson (1994) gull í 200 blandað (2:27.55)
  • Magnus Jákupsson (1994) gull í 200 rygg (2:21.66)

Eg viðfesti ein nýggjan lista yvir úrslit hjá HS, ‘við øllum’. Tað vil siga úrslitini frá innleiðandi í trimum ymisku hallum, og frá finalunum. Liðkappingar, úrslit hjá fremsta svimjara í liðkappingini, kolldømingar og pumpistokk. Vælgagnist. Continue reading Rætting: 4 gull og 4 silvur til HS

1 gull, 2 silvur og 1 bronsu til HS í DK

Tað gekk bara heilt væl hjá HS á stóru altjóða stevnuni í Esbjerg um vikuskiftið. Guðrun vann gull í 50 frí og silvur í 25 frí, meðan Høgni vann sær eina silvur í 50 rygg og bronsu í 100 rygg. Restin var nokk mest við fyri túrin, men kláraðu seg tó heilt væl í mun til ovurstóra hópin á stevnuni. Síggið úrslit, hagtøl, myndir og video her á westswim.dk, umframt úrslitini aftur her á livetiming.dk. Continue reading 1 gull, 2 silvur og 1 bronsu til HS í DK

Gary Hall Jr. heldur at draktirnar eru eitt hent skálkaskjól fyri doping

Hann er rættiliga hardcore, fimm-dupulti OL gullvinnarin frá Atlanta 1996 og Sydney 2000: “There’s obviously something there besides technology”, “I don’t want it to take the attention away from the performances but there’s doping going on in sports” og “It’s a convenient distraction for the people who dope and those who aren’t cracking down on it”. Kelda: Reuters

Hey hey, her er bloggan hjá Nystrand

Og hann er rættiliga ágrýtin eisini, her á metrobloggen.se, har hann millum annað skrivar um at hann ikki heldur at betringarnar nú skyldast doping (til tað er breiddin ov stór á hópinum sum nú svimur nógv skjótari í senn), men at tað kanska er draktirnar, OL árið, ella broytingar í hvussu fólk venja. Har eru eisini myndir og video og frágreiðing um hvussu hann venur, umframt møguleiki at seta ein spurning í viðmerkingunum, um man hevur okkurt á hjarta.

Havnar Svimjifelag til Danmarkar at kappast

Svimjifelagið WestSwim skipar nú 2. – 4. maj fyri stórari altjóða svimjistevnu í Esbjerg, við 1845 luttakarum úr 10 londum. Tað er 11. árið at WestSwim skipar fyri hesi stevnu, og Havnar Svimjifelag luttekur sum onkuntíð áður við einum rættiliga stóri hópi. Fylgi við á heimasíðuni hjá WestSwim, á livetiming.dk, ella við evt. at fylgja við beinleiðis ‘videostreaming’ frá kappingini. Continue reading Havnar Svimjifelag til Danmarkar at kappast

Joan Bláfoss vunnið altjóða triathlonkapping í Lissabon

Sum tit kunnu lesa her á sportalinum, vann Joan Bláfoss sína fyrstu altjóða kapping nú seinasta vikuskifti. Kappast varð á hálva ironman teininum, sum er 1.9 km svimjing, 90 km súkkling og 21 km renning. Joan nýtti 4 tímar, 8 minuttir og 24 sekund um teinin, og vann harvið kvinnukappingina og fyrstu virðisløn á 3000 evrur. Sí eisini heimasíðuna hjá kappingini, Lisboa International Triathlon.

Úrslit frá SUM 2008

Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki tilsamans á SmáUnglingaMeistarastevnuni í Vági í gjár og fyrradagin, meðan Havnar Svimjifelag við Jóhannes Agnarssyni vann flest heiðursmerki í bólki 1, og Óluva Jacobsen úr Reka vann flest sum einstaklingur. Tanja Skaalum (Susvim), Guðrun Mortensen (Susvim) og Sigrid Magnussen (Skeggjar) svumu bronsunálatíð í 50 frí, og vunnu sær harvið eisini rætt at luttaka á FM í mai mánaða.

DSC_0167 Continue reading Úrslit frá SUM 2008