Gøla á EM 2021 – Finalan í 100 rygg fyri kvinnur má svimjast umaftur

Eg náddi ikki meira enn at rósa ungarum, so kiksaði tað ógvusliga hjá teimum ella LEN: Nú sita vit og bíða eftir at kvinnurnar skulu svimja finaluna í 100 metra ryggsvimjing umaftur, tí at har var okkurt í startinum sum órógvaði, so at sviar hava klagað og nú fingið viðhald.

Bretska Kathleen Dawson vann tá finaluna við nýggjum stevnumeti 58.18; men nú er tað líkamikið, tí nú skal finalan svimjast av nýggjum. Svimjarnarnir mugu neyðturviliga fáa eina steðg áðrenn teir eru klárir at svimja hesa finalu umaftur, og tí er steðgur nú til kl 19:45 føroyska tíð.

Lesið her á SwimmingWorld, og fylgið við her á LEN TV All

Vinnarar á EM 2021 frá heilsanir frá familju á stórskíggja

Man kann ikki siga annað, enn at ungarar gera sítt til at gera hetta EM serligt, hóast at korona-avmarkingarnar til dømis ikki loyva vanligum áskoðarum at koma í høllina. Eitt er at har er flott pallseting við ljósi og ljóði og so framvegis; men hartil fáa nýggju evropameistararnir persónligar heilsanir frá familjulimum á stórskíggja, beint sum teir hava vunnið og koma upp úr hylinum, sum týðiligvís ávirkar bæði kvinnur og menn.

Mykhaylo Romanchuk (UKR) Swimming, Day 3, Finals Duna Arena, Budapest 19/05/2021 Budapest/Hungary Photo © A. Kovacs/Deepbluemedia/Insidefoto

Photos courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto

Kolesnikov skjótari enn evropametið í 100 rygg – men tað taldi ikki, tí tað var í mix

Kliment Kolesnikov svam í gjár skjótari enn evropeiska metið í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hann sum fyrsti svimjari í 4×100 blandað fyri mix lið svam teinin uppá 52.09 sekund, har evropametið hjá franska Camille Lacourt frá EM í Budapest í 2010 er 52.11.

Men, tað telur ikki sum evropamet, tí at hetta ‘mix’ er kapping har bæði menn og kvinnur luttaka í senn, har altjóða svimjireglurnar ikki enn loyva at fyrsti svimjari kann seta met.

KOLESNIKOV Kliment RUS 50m Backstroke Men Semi-Final Swimming Budapest – Hungary 17/5/2021 Duna Arena XXXV LEN European Aquatic Championships Photo Giorgio Perottino / Deepbluemedia / Insidefoto
Continue reading Kolesnikov skjótari enn evropametið í 100 rygg – men tað taldi ikki, tí tað var í mix

Signhild 1:04.72 í 100 rygg á EM 2021 í Budapest

Signhild Joensen royndi seg fyri løtu síðani í 100 metra ryggsvimjing á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, og varð har við tíðini 1:04.72 nr 44 av teimum 48 sum luttóku í hesi kapping. Signhild eigur sjálv føroyska metið á 1:03.01, sum hon fyrst setti á Bergen Swim Festival í 2018 og síðani svam ájavnt við á somu stevnu í 2019. Sí úrslitalistan her

Kolesnikov EM-gull og stevnumet í 100 frí, og doyði so í 100 rygg

Russiski Kliment Kolesnikov varð í kvøld evropameistari í 100 metra frísvimjing, við nýggjum stevnumeti 47.37, har franski Alain Bernard átti hitt gamla á 47.50, frá afturi í 2008, tá ið sokallaðu ‘superdraktirnar’ enn vóru eitt ting. Eitt óført úrslit hjá hesum svimjara sum annars er mest kendur fyri sína ryggsvimjing.

Men, sjálvt Kolesnikov vísti seg sum eitt menniskja, tá ið hann einar 10 minuttir seinni skuldi royna at kvalifisera seg í hálvfinalu til finaluna í 100 rygg, og tá vísti seg at ikki hava fleiri skot eftir í byrsuni. Stakkalin varð tá so sýraður til, at hann small um og mátti fáa hjálp, við tí úrsliti at heiðursmerkjahandanin í 100 frí mátti útsetast.

Continue reading Kolesnikov EM-gull og stevnumet í 100 frí, og doyði so í 100 rygg

Kolesnikov 23.80 og nýtt heimsmet í 50 rygg

Russiski Kliment Kolesnikov megnaði aftur í kvøld at seta heimsmet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hann í finaluni á EM 2021 í Budapest varð evropameistari við tíðini 23.80 sekund, har hann í hálvfinaluni í gjár setti heimsmet við 23.93. Hann átti tað eisini áðrenn hetta, við 24.00 sekund frá EM í Glasgow í 2018; men nú er hann so sum sagt hin fyrsti nakrantíð undir 24 sekund í 50 rygg á langgeil, umframt at hann við evropameistaraheitinum er 10.000 evrur ríkari.

MEN – 50M BACKSTROKE – FINAL KOLESNIKOV Kliment RUS Russia Celebrate World Record Swimming Budapest – Hungary 18/5/2021 Duna Arena XXXV LEN European Aquatic Championships Photo Giorgio Scala / Deepbluemedia / Insidefoto

Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto

Signhild 29.89 í 50 rygg á EM 2021

Signhild Joensen royndi seg nú fyri løtu síðani í 50 metra ryggsvimjing á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, og svam tá 29.89. Hetta er hennara 9. besta tíð nakrantíð, har hin besta er føroyska metið hjá henni á 29.54 frá EM í Glasgow í 2018. Sí úrslitalistan her

Signhild Joensen uttanfyri Duna Arena í Budapest. Hörður J. Oddfríðarson eigur myndina

Tíðin hjá Signhild rakk til eitt 43. pláss millum tær 54 luttakandi, har hon áðrenn stevnuna var styrkismett til eitt 42. pláss, við tíðini 29.64 frá OL-stevnuni í Vejle í mars mánaða. Men, hetta er vanliga ikki sterkasta grein hjá Signhild, og nú eru vit so í øllum førum í gongd! 🙂

Kliment Kolesnikov 23.93 og nýtt heimsmet í 50 rygg

So byrjaði kappsvimjingin á EM 2021 í Budapest, har vit í finalupartinum í kvøld sóu millum annað Katinku Hosszu vinna sítt 15. evropameistaraheiti, umframt at russiski Kliment Kolesnikov setti eitt søguligt heimsmet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, frá 24.00 sum hann svam á EM í Glasgow í 2018, til nú at vera hin fyrsti svimjari nakrantíð undir 24 sekund. Sí úrslitini her, umframt tíðindi her

KOLESNIKOV Kliment RUS 50m Backstroke Men Semi-Final Swimming Budapest – Hungary 17/5/2021 Duna Arena XXXV LEN European Aquatic Championships Photo Giorgio Perottino / Deepbluemedia / Insidefoto

Photos courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto