Innbjóðing til HS stevnu 26.-27. januar 2008

Viðfest er innbjóðing og tilmeldingarfíla til HS stevnu komandi vikuskifti. Gevið gætur at tilmeldingarfreistin er longu nú í morgin, hóskvøld 24. januar kl 21. Eftir øllum at døma hava flest øll fingið hesa innbjóðing, sum skulu brúka hana; men síðani eg sjálvur ikki fekk hana fyrr enn nú eg bað um hana, so leggi eg hana bara her á heimasíðuna eisini 🙂

18 føroysk met, 3 gull, 3 silvur, 4 bronsu

So góð var úrtøkan hjá Suðuroyar Svimjifelag á langteinastevnuni Reykjavíkar International 2008. Jón Bjarnason rósti serliga Maluna V. Bærendsen í Útvarpinum, fyri at hava sett 7 føroysk met í trimum greinum og sum heild at hava svomið gott alt vikuskiftið; men helt tó eisini sum heild at tey øll høvdu rós uppiborið. Lesið um metini her á susvim.com.

9 føroysk met sett í Reykjavík til nú

Dánjal Martin, Malan, Pál og Shaila hava sett hvør sítt føroyska met í morgun, í ávíkavist 100 bringu (1.10.94), 200 bringu (2.51.39), 200 firvald (2.18.05) og 100 firvald (1.09.87). Hartil svam Malan eina tíð í innleiðandi 50 bringu í gjár, sum átti at hava verið føroyskt met við tíðini 36.60, men sum vegna tekniskar trupulleikar hjá fyriskiparunum gjørdist bara 38.67. Lesið m.a. frásøgn hjá Susvim-venjaranum á susvim.com. Continue reading 9 føroysk met sett í Reykjavík til nú

HS best á FLOT stevnuni 2008

So er FLOT stevnan 2008 endaliga avgreidd, og úrslitið varð at Havnar Svimjifelag vann flest gullheiðursmerki, Ægir næstflest og Susvim triðflest. Besti svimjari á stevnuni var Jóhannes Agnarsson úr Havnar Svimjifelag, sum vann 5 av teimum 7 gullheiðursmerkini sum felagið fekk tilsamans.

Her eru tað tó nakrir glaðir dreingir úr Klaksvík sum eru ovast …

DSC_0076 Continue reading HS best á FLOT stevnuni 2008

FLOT stevnan væl á veg

Svimjararnir í bólki 1 hava svomið í kvøld, og í morgin árini verður tað so bólkur 2. Stevnan hevur fyri so vítt gingið upp á stás, men vit fingu tó onkrar undarligar trupulleikar við stevnuforritinum WinGrodan her móti endanum, sum viðførdi at viðfestu úrslitalistar ikki umfata ta allarsíðstu kappingina (kapping 12, 4×33 frí hjá gentum).

DSC_0006

Úrslitið var har annars at Ægir genturnar vunnu klárt í tíðini 1.57.00, meðan Reki gjørdist nummar 2. Eg havi ikki tíðina hjá Reka her, men hon var so vítt eg minnist 2.46 okkurt. FS hevði eisini eina stafett, sum tó tíverri varð kolldømd tí at ein genta gavst.

Eitt føroysk met afturat í Íslandi

Pál Joensen betraði um sítt met í 1500 frí á langbana, við at svimja teinin í tíðini 16.05.02, har gamla metið hjá honum var 16.11.91. Vit frætta sum slatur at teir vóru ikki heilt nøgdir við tíðina har yviri í Íslandi, men tað var so met, umframt at hann vann so syngjandi á hinum luttakarunum. Nummar tvey var nevniliga 1 minutt og 10 sekund aftanfyri, við tíðini 17.15.39.

2 føroysk met sett í Íslandi í dag

Eftir øllum at døma eru tvey føroysk met longu sett á Reykjavíkar International í dag. Eg hoyrdi ikki sjálvur Útvarpið, og síggi enn einki á vanligu ítróttarsíðunum; men um vit samanbera langteina metlistan hjá SSF við úrslitini úr Reykjavík, so má talan vera um úrslitið hjá Dánjal Martini Hofgaard í 50 metra bringu, og um 50 firvald hjá Shailu millum Garðarnar.

Dánjal Martin Hofgaard svam teir 50 bringu í tíðini 32.36, har føroyska metið sambært metlistanum hjá SSF er 33.28 hjá Jákupi Øssursson. Og Shaila millum Garðarnar svam 50 firvald í tíðini 30.65, har metið hjá henni var 31.47.

í 50 bringu svumu tær báðar Malan V. Bærendsen og Katharina Lamhauge ávíkavist 38.67 og 38.69, har metið hjá Katharinu er 37.65. Pál Joensen svam 50 firvald á 27.53, har metið hjá Petur McIntosh er 27.30. Dánjal Martin Hofgaard svam 50 frí á 25.14, har metið Kristiani Olsen er 24.56.

Men sigast skal at dagurin er verri enn so liðugur enn, og at talan yvirhøvur hevur verið um innleiðandi svimjing. Nú veit eg ikki hvussu nógvar geilir ið eru í hasum hylinum, men um hann er 25 metrar breiður so burdi har verið einar 8-10, og so hava øll hesi nevndu ein eyka møguleika at betra seg í finalunum, við tað at tey eru millum tey bestu 8 í sínum aldursbólki. Altso um ikki tey smekka bólkarnar saman í éina finalu (orsaka meg… sum tit síggja so er hetta skrivað uttan at eg havi tikið mær stundis til at kanna umstøðurnar ordiliga 🙂

Eftir er at svimja innleiðandi 50 frí hjá kvinnum í dag, umframt beinleiðis finalur í 1500 frí hjá monnum og 800 frí hjá kvinnum. Og her kann væl alt henda aftur, við tað at Shaila er seedað sum nr 2 í 50 frí, Pál sum nr 1 í 1500 frí, og Mona sum nr 2 í 800 frí.