Suðuroyar Svimjifelag vann stórt í Vági

Susvim vann meira enn dupult so nógv gullheiðursmerki sum nummar tvey á listanum, Fuglafjarðar Svimjifelag, nú svimjistevna var í Vági í vikuskiftinum. Pál svam skjótt men spardi seg tó til NJM um tvær vikur. Birita Debes úr FLOT svam seg til eina silvurnál, og Johanna Katrina Bjartalíð úr Reka svam bronsunálatíð. Lesið á susvim.com.
Continue reading Suðuroyar Svimjifelag vann stórt í Vági

2 heimsmet afturat í Berlin

Stefan Nystrand setti í dag sítt næsta heimsmet á World Cup í Berlin, tá ið hann svam 50 frí í tíðini 20.93 sekund, har gamla metið hjá suðurafrikananum Roland Schoeman var 20.98. Og brasilski Thiago Pereira setti nýtt heimsmet í 200 blandað við 1:53.14, har amerikanski Ryan Lochte átti gamla á 1:53.31. Lesið her og her á SwimInfo.

Her er ein video av heimsmetinum hjá Pereira. Vóni at tit skilja portugisiskt 🙂

Og her er heimsmetið hjá Stefan Nystrand á svenskum

Eisini 2 evropeisk og 1 asiatiskt

Tey svimja skjótt á World Cup í Berlin, her í vikuskiftinum. Stefan Nystrand og Marleen Veldhuis settu sum kunnugt heimsmet, og Laure Manaudou og Antje Buschschulte settu hartil evropeisk met. Franska Manaoudou í 200 frí við 1:53.48, og týska Buschschulte í 50 rygg við 26.94. Hartil var Thiago Pereira heilt nær heimsmetinum hjá Laszlo Cseh í 400 blandað við 4:00.63 og Tae Hwan Park setti asiatiskt met í 400 frí við 3:36.83. Lesið her í SwimNews.

2 heimsmet sett í Berlin

Píka fakar, so gjørdi hann tað! Svenski Stefan Nystrand lovaði fyri vikum síðani heimsmet í Berlin, og svam so í dag teir 100 frí uppá bara 45.83 sekund, í Berlin. Altso fyrsti maður undir 46 sekund, við tað at gamla metið hjá Ian Crocker og Roland Schoeman var 46.25. Hálendska Marleen Veldhuis setti hartil heimsmet í 50 frí við 23.58, sum var akkurát éitt 1/100 sekund skjótari enn heimsmetið hjá Theresu Alshammer frá ár 2000, og 40 ára gamla Dara Torres setti amerikanskt met við 23.82.

Lesið um heimsmetið hjá Stefan Nystrand her á SwimInfo, og um Marleen og Daru her. Ein video av teimum 100 hjá Stefan sæst her niðanfyri.

Stefan Nystrand sett evropeiskt met í 100 frí

Svenski Stefan Nystrand setti í dag nýtt evropeiskt met í 100 frí á stuttbana, við tíðini 46.48, á World Cup stevnuni í Stockholm. Hetta er samstundis besta tíð í heiminum í ár. Danska Lotte Friis vann 800 frí, svenska Therese Alshammar vann 50 frí við 23.79, og sviar vunnu eisini bæði gull og silvur í 200 frí. Lesið á SwimInfo og í SwimNews.

Enn eitt met til Pál

DSC_0073Ja so kláraði hann eisini at seta føroyskt met í 400 blandað. Kristian Martin Joensen átti gamla metið á 4:39.08 frá 1997, men í dag svam Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag teinin á 4:37.01. Sjálvsagt ógvuliga ógvuliga flott av vágbinginum, um enn vit eftirhondini bara vænta meira og meira av honum.

Sum viðfesta mynd vísir, so stóð Kristian Martin sjálvur á kantinum og heppaði á Pál Joensen, tá ið Pál tók metið. Soleiðis er tað lukkutíð í føroyskari svimjing; at svimjararnir gjarna vil eiga metið eina løtu, men so eisini ynskja at tey verða tikin aftur. Vit skulu jú helst gerast betri og betri allatíð, so at okkara svimjarar ein dag kunnu standa seg móti heimsins kempum.

Og hvør veit, kanska er tann dagur her longu 1. desember, tá ið Pál og Kári og hini skulu kappast á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2007, á heimabana í Tórshavn. Man torur einki at vænta, tí bara éitt gullmerki hevði verið óhugsandi fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Meen men… um vit hyggja at tíðunum, og at tíðunum hjá hinum… so sær tað gott út 🙂

Pál sett met í 200 blandað

DSC_0163Pál Joensen úr Vági heldur á at svimja skjótt, nú hann á UM í dag svam nýtt føroyskt met í 200 blandað við tíðini 2:11.33. Hetta var nærum eitt sekund betri enn gamla metið á 2:12.19, sum Kristian Martin Joensen setti í 1997; og venjarar á kantinum hildu at har avgjørt er møguleiki fyri at hann í morgin fer at taka metið eisini í 400 blandað frá Kristian Martin Joensen.

Harvið eru skjótt eingi met eftir hjá harkaliðnum úr 90-unum, og ættarliðsskiftið tí nærum fullfíggjað. Pál er so mikið góður firvaldasvimjari, at hann man fara at kunna taka metini í 50 og 100 firvald eisini, ella pressa onkran av hinum kempunum frá í dag til at seta met. Og so er bara, ‘bara’ bringuteinarnir eftir, har metini hjá Asbjørn Hansen, Inga Andreasen og Høgna T. Hansen spøkja.

Annars var hetta aftur ein heldur friðarligur dagur á UM, tá ið man sær burtur frá Pál Joensen. Uppmøtingin er ikki serliga góð til hesa unglingameistarastevnu – heldur ikki hóast seniorarnir eisini eru bjóðaðir við – og stemningurin er yvirhøvur rættiliga avdempaður. Kappingin koyrir heilt ókey, men har manglar eitt sindur av kríggi á kantinum,og har eru kanska í so fáar veruligar holmgongur millum svimjarar. Kanska tað kemur í morgin 🙂