Ein heilsan til tykkum í fremstu røð

Her er ein mynd úr Duna Arena í Budapest, har Signhild og Rannvá eru komnar væl uppá pláss. Ungarsku fyriskipararnir hava gjørt ein vegg við heilsanum á hesum mongu ymisku málunum sum luttaka á EM, til tykkum øll sum stríðast í fremstu røð, hóast og vegna korona.

Signhild í Duna Arena í Budapest

Í okkara føri fingu vit góða hjálp til týðingina frá Facebook-bólkinum “Føroysk rættstaving” – og ungarar fingu strang boð um at fáa stavirnar rættar, sum tey týðiligvís eisini kláraðu 🙂

Luttakaralistin klárur til EM í kappsvimjing 2021

Tekniski fundurin er avgreiddur, har síðstu frámeldingar kundu gerast, og luttakaralistin er tí almannakunngjørdur her á úrslitasíðuni hjá stevnuni, har vit millum annað síggja føroysku Signhild Joensen tilmeldaða í 50, 100 og 200 rygg.

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link

Úrslitini fara at kunna síggjast har á úrslitasíðuni, umframt at LEN nú hevur almannakunngjørt eitt nýtt app til fartelefonir við Android ella iOS, so at lættari verður at fylgja við eisini haðani.

Continue reading Luttakaralistin klárur til EM í kappsvimjing 2021

Beinleiðis stroyming frá EM 2021 í Budapest

UPDATE – LEN hevur skift til at stroyma frá nýggju netrásini All Aquatics

Evropeiska svimjisambandið stroymar her á len.eu, ókeypis frá allari Evropameistarastevnuni 2021, sum útyvir kappsvimjing eisini umfatar listarliga svimjing, útlop av vippu og svimjing í opnum vatni.

Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto

Fyrsti olympiski meistarin í svimjing valdi hendan ítrótt tí at pápin druknaði

Ungarski Alfréd Hajos valdi sum 13-ára gamalur at vilja verða góður svimjari, eftir at pápi hansara druknaði í Donau-ánni. Sum 18-ára gamalur varð hann fyrsti olympiski meistari yvirhøvur, á hesum modernaðu olympiskum leikum, tá ið hann í Olympisku Leikum í Athen í 1896 vann tvær av teimum trimu opnu greinunum, sum vóru 100 og 1200 metrar 13 hitastig køldum sjógvi, har avbjóðingin við teirri triðu greinini var, at hetta alt varð svomið sama dag.

Alfréd Hajos. Public Domain, Link
Continue reading Fyrsti olympiski meistarin í svimjing valdi hendan ítrótt tí at pápin druknaði

ABMS 2021 nú við finalu fyri hvønn aldursbólk

Av tí at tíðin var ríkilig í morgun, so royna vit okkum nú seinnapartin við einum ‘finaluriðli’ til hvønn aldursbólk. Tað vil siga, at síðstu riðlarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør aldursbólkur hevur sín egna riðil, har heiðursmerkini tá allarhelst verða avgjørd. Og um tað ikki verður ov drúgt, so verður tað skipanin fyri rest.

kappingarskránna her

So er tað ABMS 2021

Í morgin ári byrjar Aldursbólkameistarastevnan 2021, har einir 78 av okkara evnaríkastu ungu svimjarum fara at royna seg, hesar tríggjar dagarnar í Klaksvíkar Svimjihøll. Høllin er gjørd klár til kapping, og vit ætla at stroyma frá allari stevnuni.

Continue reading So er tað ABMS 2021

Startlisti til ABMS 2021

Her eru startlistarnir til AldursBólkaMeistarstevnuna 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Ægir í Klaksvíkar Svimjihøll, nú fríggjadagin 30. apríl til og við sunnudagin 2. mai. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Tilsamans eru tey einir 78 svimjarar – 36 dreingir og 42 svimjarar – úr okkara 6 feløgum, sum ætla at royna seg tilsamans 486 ferðir sum einstaklingar og 35 ferðir sum lið, hesar tríggjar dagarnar í Klaksvík.