Útlendsk tíðindi um Pál og Elspu

Sosialurin skrivaði í gjár í grein um Pál Joensen, at “Fjølmiðlar í Svøríki hava skrivað nógv um donsku meistaraheits kappingina, og millum annað skriva teir um ymsu góðu úrslitini hjá donskum seriorum, og so um hesu fantastisku føroyingarnar í unglingakappingunum”. Nakar sum veit akkurát hvar hetta stendur?
Continue reading Útlendsk tíðindi um Pál og Elspu

Nystrand ætlar sær at seta heimsmet nú

Sviin Stefan Nystrand er ikki bangin av sær, nú hann meldar út at hann ætlar sær at taka stuttbanaheimsmetið í 100 frí frá suðurafrikanska Roland Schoeman, á World Cup stevnuni í Berlin 16.-17. november 2007. Metið er 46.25. Kanska man átti at farið ein túr til Berlin at hugt at svimjing 🙂

UM í klaksvík 10-11 nov

 

Innbjóðing UM 2007, NS-Stevnu.

 

Við hesum ein innbjóðing til UM 10-11 nov. 2007.

Kappingin er fyri bólkarnar 3,og eldri,  UM vinnararnir verða sjálvandi funnir millum svimjarar í bólki 3- 4&5.

 

Tilmeldingarfreistin er sett til Mikuhvøldi kl 18.00

Frámeldingarfreistin er sett til hóskvøldið kl 18.00.

 Tað verður ongin venjara fundur. til-frámeldingar skullu

verða árðin,omanfyri nevnt.

Hvørt felag møtir við 3 hjálparfólkum

 

Hjálparfólkafundur og upphiting verður leygarmorgunin kl 8.00 í Ægirhølinum . Kappingin byrjar kl 9.00.

Leygardagin byrjar upphiting  og hjálaparfólkafundur kl 15.00. Kappingin byrjar kl 16.00.

Sunnudagin byrjar upphiting  og hjálaparfólkafundur kl 13.00. Kappingin byrjar kl 14.00

 

Tilmeldigarnar skulu sendast til reisim@post.olivant.fo

 

Vinarlig

v Ægir

Evald & Reidar


PS. Gev gætur at svimjarar eldri enn bólkur 5 eisini hava loyvi at luttaka, sjálvsagt ikki um unglingameistaraheitini, men ífall tey ætla sær at klára tíðir til landslið og líknandi.

 

 

 

Pál undir 4 minuttir í 400 frí

Minuttirnir eru altíð nakað heilt serligt, og tað er tí ógvuliga stórt at Pál nú sum fyrsti føroyingur hevur svomið undir 4 minuttir í 400 frí, á DKM í Greve.  Lesið á sport.fo ella hyggið at úrslitalistanum her á livetiming.se. Tíðin er sjálvsagt føroyskt met, og sport.fo boðar eisini frá at Elspa Mørkøre skar eitt heilt hálvt minutt av sínum føroyska meti í 50 rygg, sum annars bara er 1½ mánaða gamalt.

Er hetta bringusvimjing?

Grikski Romanos Alyfantis svam nú 26. oktober 100 bringu á 1:00.37, sum jú er ein rættiliga rættiliga góð tíð. Men um tit hyggja at videoini her niðanfyri, so er tað nokk spurningurin um tað er bringusvimjing hann svimur, ella bringutøk við firvaldabeinum.

Bæði SwimInfo og SwimNews stúrsa við, og siga at føturnar skulu altso peika út eftir í bringuspørkunum. Alyfantis er forrestin sami grikkin sum í 2005 vann silvur í 100 bringu á evropameistarastevnuni í Trieste, og sum eisini tá varð hart kritiseraður fyri sín teknikk.

Nýtt heimsmet í 100 rygg hjá kvinnum

Sum tit kunnu lesa her, so setti amerikanska Natalie Coughlin í gjár nýtt stuttbanamet í 100 frí hjá kvinnum, tá ið hon í Singapore svam teinin á 56.51. Hon átti sjálv gamla heimsmetið á 56.71 (sí úrslitalistan), og kann hartil gleðast um at ein ordiligur sjattur av pengum fylgir við frá FINA nú, hvørja ferð man setur heimsmet (sí viðmerkingarnar her, upp til 15.000 US dollarar)

Afturkomin

Huff, dagurin í gjár varð eitt sindur ov hektiskur til at eg orkaði at senda heim tíðindi. Vit høvdu nógv fólk í finalum, men fingu tíverri í so nógv fjórðapláss til at tað var beinleiðis stuttligt. Og so heim at rudda og beint í song at fara upp aftur kl 05, fyri at náa flogfarið.

Turið fekk eitt triðjapláss, Kári var suverænur í rygg, og stafettin hjá dreingjum vann eisini bronsu í 4 x 50 frí. Men bæði Kristian Olsen og Pauli Mohr vórðu útslignir sum nr 4 í 50 frí, Birita var 3 hundraðpartar frá bronsuni í 50 rygg, og stafettin hjá Biritu og teimum varð eisini akkurát ikki nr. 3.

Men lagið var gott tá ið vit endiliga sloppu heim á vallaraheimið at rudda og pakka. Vit høvdu eina hugnaliga hugnaløtu í ‘konferensuhølinum’, og fóru so so glaðbeint at støvsúgva í hvør sínum króki. Tey sum skuldu tíðliga avstað skundaðu sær at pakka, og hini vóru røsk at lata verða við at vera í vegin.

Nú eru so vit fyrstu komin heim, og tey næstu munnu vera á veg. Triðja ferðalag fer úr Danmark um 19-tíðina, og so eru øll komin heim. Vit hava ikki heilt so nógv heiðursmerki við sum onnur ár, men túrurin var stuttligur, og flest øll hava betrað seg heilt nógv. Síggjast aftur næsta ár 🙂

Kári suverænur

Kári stóð fyri ta heilt stóru makt-demonstratiónina á Køge Open, tá ið hann í 50 metrar ‘útskiljings-finaluni’ hølvaði hinar av, 5 ferðir á rað. ‘Útskiljing’ er at teir byrja við 6 finalistum, og so svimja um aftur og um aftur og pilka spakuligasta svimjara burtur úr, inntil bara tveir eru eftir. Ein rættiliga strævin kapping, við tað at stutt er millum hvørt umfar.

Well, Kári spældi við hinar. Hann var altíð minst eina kroppslongd frammanfyri hinar eftir undirvatnssvimjingini, og sá so út til bara at hygga sær framman fyri hinar. Fimtu ferð spennti hann so í og setti stevnumet, sum tó ikki var nóg skjótt til at betra um hansara egna føroyska met. Hetta var kappingin har man hoyrdu suð gjøgnum høllina, hvørja ferð Kári kom upp 2-3 metrar framman fyri hinar 🙂