Startlistarnir til Køge Open klárir

Nú er bara 1½ vika til einir 120 føroyingar fara niður á stóra svimjistevnu í Køge og Herfølge, og startlistanir liggja tí klárir her á heimasíðuni hjá Køge Svømmeklub. Serliga Kári á Høvdanum liggur væl fyri til at taka heiðursmerki í hylinum í Køge, meðan Reka-genturnar gera seg galdandi í hylinum í Herfølge.
Continue reading Startlistarnir til Køge Open klárir

Ziegler aftur sett heimsmet í 800 frí

Fyrst setti hon heimsmet í 800 frí á veg til eisini at seta heimsmet í 1500 frí, og so knúsar hon tað aftur í veruligu kappingini í 800 frí. Laure Manaudou átti gamla metið á 8:11.25, sum Ziegler so fyrst betraði við splitt-tíð 8:09.68, og nú tveir dagar seinni við 8:08:00. Lesið her á SwimmingWorld.

Ziegler á YouTube

Svimjifelagið SG Essen hevur tikið uppá og lagt út video av teimum báðum heimsmetunum hjá Kate Ziegler herfyri, á YouTube so at tað er lætt (og lógligt) til dømis hjá okkum her á svimjing.com at leggja videoina á heimasíðuna. Fyrsta video vísir teir 1500 fram til hon setur heimsmet í 800, og seinna vísir so restina fram til heimsmet eisini í 1500 frí.

Continue reading Ziegler á YouTube

Kate Ziegler sett heimsmet í 800 og 1500 frí

Amerikanska Kate Ziegler hevur ordiliga gjørt um seg á Alex Athletics Challenge í Essen, Týsklandi, við at taka heimsmetið í 1500 frí á stuttbana, og í somu atløgu seta nýtt heimsmet í 800 frí. Nýggju heimsmetini eru 8:09.68 í 800 frí, og 15:42.39 í 1500. Laure Manadou átti bæði metini áðrenn. Sí swimmingworldmagazine.com.

Elspa sett seks met afturat (!)

Elspa hevur so sanniliga fingið ein góðan start uppá sína venjing í Danmark, nú hon uppá tvey vikuskifti hevur sett tilsamans 9 føroysk met. Sum tit kunnu lesa m.a. her á ssf.fo, so hevur hon á Thisted Cup í vikuskiftinum sett føroysk met í 100 firvald (1:05.51), 100 frí (58.07), 100 blandað (1:05.73), 200 blandað (2:21.22), 50 rygg (29.36) og 100 rygg (1:03.78) , harav hon átti øll áðrenn uttan metið í firvald.

Innbjóðing til Føroya Banka Cup í Fuglafirði

Fuglafjarðar Svimjifelag bjóðar í viðfesta skjali til svimjistevnu fyri bólkar 1 og 2, at verða í Fuglafirði leygardagin 13. oktober kl 11:00. Bólkur 2 Bólkur 1 sleppur at hita upp frá kl 09:45, og bólkur 1 bólkur 2 sleppur so til tá ið bólkur 2 bólkur 1 er liðugur at kappast. Heiðursmerki verða handað í øllum kappingum.
Continue reading Innbjóðing til Føroya Banka Cup í Fuglafirði