Elspa sett trý føroysk met í vikuskiftinum?

Elspa Mørkøre hevur sambært sport.fo sett trý føroysk met í vikuskiftinum, á teimum trimum rygg-teinunum sum eru. Í 50 rygg var tíðin 29.43, í 100 rygg 1:03.87, og í 200 rygg 2:16.03. Viðmerkjast skal tó at nýggju metini ikki eru váttað av SSF enn, og tískil møguliga ikki eru galdandi, vegna reglurnar fyri hvussu ein kann seta føroyskt met.

Ikki at eg hervið pástandi at har var nakað galið; men har eru bara ymiskar reglur sum fyrr hava forðað føroyingum í at seta met uttanlanda. Um ikki reglurnar eru broyttar her tað seinasta árið, so er tað okkurt við at Elspa skal hava luttikið fyri landsliðið, ella at luttøkan á svimjistevnu uttanlanda skal hava verið fráboðað SSF í góðari tíð.

Eg kenni ikki umstøðurnar nóg væl, men róti meg út í hetta fyrivarni vegna at Kári á Høvdanum brendi seg av líknandi umstøðum í fjør.

Landsliðskravtíðir hærdar nok so nógv.

Ein kan nú lesa á heimasíðuni hjá SSF at kravtíðirnar til unglinga og elitu-landsliðið eru klárar. Nakað sum ein leggur til merkis beinan vegin er, at nú skal svimjingin enn eitt gear upp fyri at kunna verða við. SSF hevur jú lagt fram skrá fyri altjóða kappingar sum okur kunnu lutaka í fleiri ár fram, um okur bert svimja skjótt nok 🙂

Ja avbjóðingarnar eru har, og eftir stendur spurningurin, hvussu nógv taka av tilboðnum ?

Eitt nú skulu føroysku unglingarnar taka seg saman um SSF ikki bert skal hava 2 svimjarar við til komandi NJM kappingina sum SSF skal fyriskipa í Havn í desembur.

Hvat halda tykur venjarar um krøvini, og hvussu reagera tykra svimjarir ?

Hvat halda tykur um kappingarnar sum eru fyri eldru føroysku svimjararnir í Føroyum, altso kappingar her heima á klettunum ?

Eg sakni altso fleiri møguleikar fyri at kunna klára hesar kravtíðir, ella møguleikar fyri at kunna testa formin.

Hjálparfólk ynskjast til NJM 2007

Sum kunnugt verður Norðurlendska JuniorMeistarastevnan 2007 í Tórshavn tann 1. – 2. desember í ár, og Svimjisambandið skal í hesum sambandi skaffa eina rúgvu av dómarum og hjálparfólkum til stevnuna. Heitt verður tí á øll føroysk svimjifeløg um at skaffa 4 hjálparfólk í part, og senda Dan Hjelm lista við nøvnunum í seinasta lagi tann 20. november kl 18. Vinarliga spjaðið tíðindini; og bjóðið tykkum annars endaliga fram, um tit hava hug at hjálpa okkum við hesi sera spennandi uppgávu 🙂

Innbjóðing til Odda stevnu 2007

Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til Odda stevnu í Vági, nú leygardagin 22. september. Eg veit tíverri ikki so nógv um stevnuna, annað enn at hon sambært Reidari verður fyriskipað so at norðingar kunnu koma suður og norður aftur leygardag, uttan altso at skula sova har ella nakað. Nýggjar tíðir, nú øll verða bleytari og bleytari av teimum mongu tunnlunum.
Continue reading Innbjóðing til Odda stevnu 2007

Suðuroyar Svimjifelag vann ársins fyrstu stevnu

Fyrsta stevna í svimjiárinum 2007-2008 var í Klaksvík nú í vikuskiftinum, har svimjarar úr bólki 3 og eldri møttust at kappast í øllum greinum og á øllum teinum upp til 400 frí. Eitt vikuskifti fylt við áhugaverdum holmgongum millum bestu svimjarar í ymisku bólkunum, og í samlaðu kappingini um at vinna flest heiðursmerki.

GEV GÆTUR! Tað tekur tíverri so mikið langa tíð at fáa fatur á rættari RE-fílu, at eg nú havi valt heldur at rætta heiðursmerkjalistarnar í hesi grein sambært uppteljingunum á tsvim.com, enn at lata mínar skeivu standa.
Continue reading Suðuroyar Svimjifelag vann ársins fyrstu stevnu

Innbjóðing til Ægir stevnu 2007

Viðfest her er innbjóðing til Ægir stevnu tann 15. – 17. september 2007, fyri svimjarar í bólki 3 og eldri. Byrjað verður við upphiting leygarmorgunin kl 8, og kappast verður so leygarmorgun, leygardag og aftur sunnudag seinnapart. Innbjóðingin skal vera inni í seinasta lagi hósdagin 13. september, og annars eru vanligu reglur fyri svimjistevnur galdandi.

Avstralia heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Tær fýra Libby Lenton, Melanie Schlanger, Shayne Reese and Alice Mills soraðu í dag heimsmetið í 4×100 frí á stuttbana, tá ið tær á avstralsku meistarastevnuni svumu teinin á 3:31:66, heili 1.66 sekund skjótari enn gamla metið hjá Niðurlondum. Øgiligt at síggja at Libby Lenton svam klárt bestu splitt-tíð av teimum fýra, bara 0.21 sekund frá sínum heimsmeti, hóast hinar tríggjar jú hava fyrimun av ‘flúgvandi starti’.

Splitt-tíðirnar hjá teimum fýra vóru 51.91 (Libby Lenton), 53.23 (Melanie Schlanger), 53.27 (Shayne Reese ) og 53.25 (Alice Mills). Til samanberingar svumu hálendarar 53.52 (Inge Dekker), 53.63 (Hinkelien Schreuder), 54.00 (Chantal Groot) og 52.17 (Marleen Veldhuis), tá ið tær í 2006 settu tað nú fyrrverandi heimsmetið á heimsmeistarastevnuni í stuttum hyli.

Lesið meira her á SwimmingWorld.

NJM 2007 fingið heimasíðu

Sum kunnugt skipar Svimjisamband Føroya fyri Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í svimjing í ár, at verða í Tórshavn frá 1. til 2. desember 2007. Fyrireikingarbólkurin hevur í tí sambandi gjørt eina serliga heimasíðu til stevnuna, kallað njm2007.com, sum skal kunna um karmar, skrá, úrslit og so framvegis.

Í løtuni er ikki so nógv annað at síggja á hasari síðuni, enn ein posturi við innbjóðingini, ein frágreiðing um karmarnar, ein skrá yvir kappingarnar og so leinki til viðkomandi svimjisambond. Men har verður óivað meira, so hvørt sum stevnan nærkast. Tað er undirritaði sum hevur ábyrgd av heimasíðuni, og eg ætli so í øllum førum at gera mítt til at alt viðkomandi verður at finna har, á enskum og føroyskum.

Annars er tað at siga um fyrireikingarnar til nú, at vit hava fingið rímiligt skil á sjálvar karmarnar um stevnuna. Stevnan verður í Svimjihøllini í Gundadali, teir útlendsku svimjararnari fara at búgva og eta morgunmat á Kerjalon (t.e. vallarheimið við Hotel Føroyar), og eta so døgverða og náttverða á Hvonn niðri í býnum. SSF skipar fyri regluligum flutningi millum hotel og høll og Hvonn.

Men nógv er eftir, so sum at skaffa hjálparfólk og greiðir til at gera seta stevnuna til nakað heilt serligt. NJM hevur ofta hug til at vera ‘bara ein vanlig stevna’, tá ið hon verður fyriskipað av grannalondum okkara; men tað er væl eingin orsøk til at vit ikki kunnu royna at vísa okkum frá okkara allarbestu síðu, tá ið tað kemur til fyriskipan av svimjistevnu.

Vónandi hugsar tú eisini um hetta, um fyrireikingarbólkurin ein dag skuldi ringt til tín við einum fyrispurningi um hjálp. Tí hvør veit – kanska verður tað akkurát tín hjálp sum ger at vit kunnu fáa eina slíka stóra stevnu til Føroyar aftur 😉

Nýtt heimsmet í 4×200 frí

Teir fýra Kirk Palmer, Grant Hackett, Grant Brits og Kenrick Monk hava á avstralsku stutthyljameistarastevnuni í dag betrað um heimsmetið í 4×200 frí, við at svimja teinin á tilsamans 6:52.66. Hetta er næstan fýra sekund skjótari enn gamla metið á 6:56.41, sum William Kirby, Ian Thorpe, Michael Klim og Grant Hackett settu fyri Avstraliu í 2001. Grant Hackett var eisini líka við at betra um sítt heimsmet í 400 frí, fyrr um kvøldið.

Lesið tíðindi her á SwimmingWorldMagazine. Splitt-tíðirnar í stafettini vóru 1:43.12 (Kirk Palmer), 1:42.75 (Grant Hackett), 1:44.01 (Grant Brits) og 1:42.78 (Kenrick Monk). Grant Hackett var sum nevnt eisini heilt nær (0.78 sekund) frá at betra um sítt heimsmet í 400 frí, tá ið hann svam teinin á næstskjótastu tíð nakrantíð, 3:35.36, har heimsmetið hjá honum er 3:34.58.