Phelps øgiligur í rygg eisini

Phelps er til nú mest kendur fyri síni úrslit og heimsmet í firvald, crawl og blandað, men hann kann so sanniliga eisini svimja rygg. Á amerikansku meistarastevnuni svam hann herfyri triðbestu tíð nakrantíð í 200 rygg (1:54.65, Ryan Lochte eigur heimsmetið á 1:54.32), og í gjár hótti hann so aftur heimsmetið á einum ryggteini við at svimja næstbestu tíð nakrantíð í 100 rygg (53.01, Aaron Piersol eigur heimsmetið á 52.98). Continue reading Phelps øgiligur í rygg eisini

Replay hjá Crocker á amerikansku meistarastevnuni

Eitt ‘oooh’ fór gjøgnum høllina í Indianapolis í gjár, tá ið úrslitatalvan vísti DSQ út fyri Ian Crocker í finaluni í 100 firvald. Hann hevði tjóvstartað á sama hátt sum hann tjóvstartaði í innleiðandi 4 x 100 blandað í Melbourne, tá ið hann varð atvold til at Michael Phelps ikki kláraði metnógv 8 gullmerki á somu stevnu. Og fyri at gera tað enn meira surrealistiskt, so kláraði Michael Phelps allíkavæl akkurát at vinna á Crocker, á sama hátt sum hann vann í síðstu tøkum í finaluni í 100 firvald í Melbourne. Lesið her á SwimmingWorld.

Nólsoyarsvimjingin 2007

Nólsoyingar bjóða til árligu svimjingina yvir um fjørðin, leygardagin 11. august kl 15:30, møta kl 14:30. Í ár kanst tú velja millum at svimja og renna annaðhvørt allan teinin á umleið 4000 metrar, frá niðanfyri hjá radioamatørunum í Havn til heiðursportrið í Nólsoy, ella ein stytri tein á umleið 1000 metrar, frá einum báti út fyri Nólsoy til heiðursportrið.

Hetta er tíggjunda árið at skipað verður fyri svimjing til Nólsoyar. Luttøkugjaldið er 250 krónur, og tú mást hartil sjálv/ur fáa til vega ein rímiligan stóran bát, tvey vaksin hjálparfólk í bátinum, VHF og vátdrakt. Tilmelding fer fram her á triathlon.fo. Sí annars viðfestu innbjóðing frá fyrireikarunum.

FINA umhugsar undirvatnskamera

Altjóða svimjisambandið FINA fer at hava ein fund áðrenn HM á stuttbana í Manchester  2008, har tey skulu avgera um undirvatnskamera skulu (kunna) brúkast til døming á stevnuni tá, og á øllum FINA meistarastevnum framyvir. Endamálið er sjálvsagt at kunna síggja betur til dømis ólóglig firvaldaspark í bringuvendingum. Lesið her á SwimmingWorld.

Fyrsti dagur á EJM 2007

Sum tit kunnu lesa her av tsvim.com, so hava føroyingar í dag sett 3 nýggj føroysk met á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Antwerpen, Belgia. Pál Joensen í 400 frí við tíðini 4.06.37, Kári J. á Høvdanum í 100 rygg við 1.00.95, og Elspa Mørkøre í 200 rygg við 2.24.41.Tað røkkur tó tíverri ikki longur enn at tey koma heiðurliga langt upp frá botninum av úrslitalistanum.

SwimmingWorld skrivar her at Dani Gyurta úr Ungarn hevur sett nýtt meistarastevnumet í 200 bringu við tíðini 2.11.10, og russiska Yulia Efimova í 50 bringu við tíðini 31.75. Tit kunnu síggja úrslitini her á heimasíðuni hja EJM 2007, har tey eisini skriva um nýggj met og tílíkt, og vísa myndir frá stevnuni.

EJM 2007 í Antwerpen

Unglingalandsliðið er í Belgia í hesum døgum. Evropameistaraskapi í svimjing fyri juniorar (te. gentur 15 til 16 ár og dreingir 17 til 18 ár) er í ár í Antwerpen.

Føroyar er umboða av 3 ungum damun og 3 ungum harrum.

Úr Havnar svimjifelag er Guðrun Holm Jacobsen. Úr Fuglafjarðar Svimjifelag eru Elspa Mørkøre og Kári J. á Høvdanum. Úr Suðuroyar Svimjifelag eru Mona Simonsen, Pál Joensen og Dánjal Martin Hofgaard.

Guðrun, Mona, Elspa, Kári, Pál og Dánjal Martin

Myndin: fv. Guðrun, Mona, Elspa, Kári, Pál & Dánjal Martin standa uttan fyri Scandic Hotel í Antwerpen.

Kappingin byrjar mikudagin 18 juli kl.09:00 við innleiðandi umførum. Pál Joensen er fyrsti føroyingur sum skal svimja, og er teinurin 400m frí. Síðan skal Kári á Høvdanum svimja 100m ryggsvimjing, Guðrun Jacobsen skal svimja 100m frí og seinasti føroyingur er Elspa Mørkøre sum skal byrja sítt EJM við 200m ryggsvimjing. Mona og Dallin svimja ikki fyrsta dagin, men Tórsdagin eru tey við saman við Pál. Mona svimur tá 400m frí og Dánjal Martin svimur 100m frí. Pál skal út í tann langa 1500m frí.

EJM svimjingin er í 5 dagar, so føroysku unglingarnar fáa úr at gerða. Innleiðandi er hvønn morgun kl.09:00 og semifinalur & finalur eru hvørt kvøld kl.17:00 (te. 08:00 & 16:00 Fø. tíð) Eg skal royna at skriva hvønn dag, men havi lært okkurt frá OYL á Rhodos, so eg lovi ikki nakað 🙂 Okur fara upp hvønn morgun kl.05:15 (Fø. tíð) so tykur kunnu ætla at eg eri troyttur um nakrar dagar, ja og so tey sum skulu svimja sjálvandi 🙂 Pál skal svimja 200m, 400m, 800m og 1500m frí. Mona svimur 200m, 400m & 800m frí. Elspa & Kári svimja 50m, 100m og 200m ryggsvimjing. Guðrun svimur 50m, 100m frí og 50m firvald. Dánjal Martin svimur 50m og 100m frí

EJM er í longum hyli (50m) so akkurát hvat ein skal vanta sær av føroysku svimjarnum er ikki til at siga, men tey komu øll heim frá OYL við min. 1 gullheiðursmerki hvør, uttan Guðrun sum ikki lutók til OYL. Hvat er so eitt gullheiðursmerki frá OYL vert í mun til at koma í eina EJM finalu? Ein kann byrja við at siga Russland við sínum 142.400.000 íbúgvum (Juli 2006) kontra tey OYL lond okur kappast við, tey eru frá gott 30.000 til uml 150.000 íbúgvar. So er Italia, Tysland, Bretland, Spania, Polen, Turkaland fyri bara at nevna nøkur fá. Til EJM skal ein altso svimja nakað betur enn til eitt gjøgnumsnitts OYL fyri at kunna gera seg galdandi. Onkur methaldari frá OYL hevur tó megna at koma í meira enn eina EJM, EM, HM & OL finalu. (um eg minnist rætt) Darren Mew frá Isle of Wight er OYL methaldari í 50, 100 & 200m bringusvimjing. Men Darren var neyvan komin so langt um hann avmarkaði sína svimjing ella sínu mál, til “bert” at vinna gull til OYL. Og tí eru Guðrun, Elspa, Mona, Kári, Pál og Dánjal Martin við til EJM í ár. Okur í føroyskari svimjing vilja meira enn “bert” OYL gull og met. Hettar merkir so ikki, sum so nógv hava sagt, at okur halda okkum vera ov stór ella ov góð til OYL. Okur vunnu ikki alt á OYL, so enn er long leið til at nakar kann siga at okur eru størri enn OYL 🙂

Um okur náa eina Top´16 plasering til EJM á onkrum teini (te. ein semifinala), hevði eg veri ovurfegin, men beint uttan fyri er nú eisini sera flott.

Við svimjuheilsan úr Antwerpen

Jón B.

Rhodos 2007: Bestu einstaklingar í svimjing.

Eg havi hugt at úrslitunum frá Rhodos, sett FINA stig á, og skipað hetta í tríggjar top 10 listar, ein fyri menn, ein fyri kvinnur, og ein samanlagdan lista.

Top 10 menn:

Nr. Grein Navn Tíð Stig
Nr. 1 1500 frí Pál Joensen 15.48.25 779
Nr. 2 200 firvald Simon Le Couillard 2.03.07 763
Nr. 3 400 frí Pál Joensen 4.00.23 759
Nr. 4 200 frí Pál Joensen 1.53.60 751
Nr. 5 50 firvald Josh Ballem 25.30 746
Nr. 6 100 frí Jeremy Osborne 51.79 737
Nr. 7 100 blandað Ben Lowndes 59.04 736
Nr. 8 50 frí Adam Jakobsson 23.58 735
Nr. 9 100 firvald Simon Le Couillard 56.09 732
Nr. 10 100 bringusv. Ian Black 1.04.77 726

Top 10 kvinnur:

Nr. Grein Navn Tíð Stig
Nr. 1 200 blandað Ida Sandin 2.16.61 838
Nr. 2 100 blandað Ida Sandin 1.04.91 798
Nr. 3 400 frí Ida Sandin 4.20.47 795
Nr. 4 200 frí Ida Sandin 2.04.70 785
Nr. 5 400 blandað Ida Sandin 4.55.09 777
Nr. 6 200 frí Elspa Mørkøre 2.05.35 773
Nr. 7 800 frí Jutta Thomsen 9.01.58 770
Nr. 8 50 rygg Elspa Mørkøre 29.85 760
Nr. 9 100 rygg Elspa Mørkøre 1.03.97 756
Nr. 10 400 frí Jutta Thomsen 4.26.17 745

Top 10 íalt:

Nr. Grein Navn Tíð Stig
Nr. 1 200 blandað Ida Sandin 2.16.61 838
Nr. 2 100 blandað Ida Sandin 1.04.91 798
Nr. 3 400 frí Ida Sandin 4.20.47 795
Nr. 4 200 frí Ida Sandin 2.04.70 785
Nr. 5 1500 frí Pál Joensen 15.48.25 779
Nr. 6 400 blandað Ida Sandin 4.55.09 777
Nr. 7 200 frí Elspa Mørkøre 2.05.35 773
Nr. 8 800 frí Jutta Thomsen 9.01.58 770
Nr. 9 200 firvald Simon Le Couillard 2.03.07 763
Nr. 10 50 rygg Elspa Mørkøre 29.85 760

Pál Joensen var klárt besti svimjari hjá monnum við 1, 3 og 4 plássi á top 10. Pál var eisini mest vinnandi svimjari, saman við Brett Fraser (Cayman I.), sum báðir vunnu 3 gull. Brett Fraser rakk tó ikki top 10 í nakrari grein. Ongin av hinum føroysku monnunum rukku inn á top 10.

Ida Sandin (Gotland) var somuleiðis greitt besti kvinnuliga svimjari við 1-5 plássi á top 10. Elspa Mørkøre og Jutta Thomsen eru eisini á top 10. Ida Sandin var eisini mest vinnandi einstaklingur við 6 gull. Beint í hølunum á henni var Elspa við 5 gull. Jutta vann eina gull.

Samanlagt var Ida Sandin besti svimjari til OYL við 1-4 og 6 plássi á samlaða top 10 listanum. Bert Pál var frammanfyri hana, sum nr. 5 á samlaða listanum.

Av føroysku svimjarunum var Pál tann sum vísti hægst støði við 779 stigum í 1500 frí.

Heim aftur komin

So siti eg endiliga í stovuni í Brekkum aftur, væl fyri eftir at hava sovið í egnari song eftir ein flogtúr sum vardi allan gjár. Ein fantastiskur men kaotiskur túrur er næstan at enda komin – eg mangli bara at fáa kuffertið eisini 🙂

Vit møttu við viðføri á Ixian Grand kl 06:30 Rhodos tíð (04:30 føroyska tíð), skræddu morgunmat í okkum og fóru so á flogvøllin kl 07:00. Bíðaðu so har eitt langt og tvey breið til vit sloppu at checka inn, og frættu so at flogfarið var seinkað til kl 11:30 Rhodos tíð (skuldu eftir ætlan flúgva kl 09:30). Námen, eg haldi at vit flugu um tólvtíðina. Heimeftir var stríður mótvindur, og vit máttu tí millumlenda í Prag í 30 minuttir, sum gjørdust í øllum førum 60 minuttir. Víðari til Keypmannahavnar at seta fólk av í 45 minuttir, sum gjørdust 1 tími og 30 minuttir (men jubii, vit sloppu í land at shoppa). Flugu so við viðvindi heim til Føroya og lendu kl 20 føroyska tíð (22 Rhodos tíð). Og vóru í Havn kl 21:30 føroyska tíð, einir 16½ tími eftir at vera farin av Ixian, og eftir at hava sitið í flogfarinum einar 10-11 tímar. Puha.

Enda-seremoniin varð líka stutt sum byrjunar-seremoniin var lang. Tað vil siga, vit bíðaðu rættiliga leingi eftir at sleppa at marsjera inn, gingu so eitt stutt petti, hoyrdu at tey høvdu tikið Oyggjaleikaflaggið niður (“ná… hvar?”), og síðani orðini “Let the party begin”. Triathletarnir marsjeraðu óvaskaði við súkklu og viðføri, av tí at vit júst vóru komin frá heiðursmerkjahandanina, og onga loysn høvdu til dýru súkklurnar. So heim og so í býin.

Annars frætti eg sum tað seinasta í gjár, at næsti flúgvarin varð útsettur til seinnapartin í dag, av tí at vit høvdu verið so leingi á veg. Sikkurt okkurt við vaktunum hjá Atlantic.

Triathlet-genturnar vunnu greitt silvur í liðkapping, og Karina bronsa sum einstaklingur! Vit fingu einki gjørt við nummar 1 og 2 av Guernsey, men eftir tað komu tær føroysku sum nummar 3, 4 og 5 av 17 byrjandi og mær vitandi fullførandi eisini. Dreingirnir vórðu nummar 16 og uppeftir, og um 4-5 sum lið, sum faktiskt var OK í mun til vánirnar. Serliga var tað gott at øll gjøgnumførdu teinin í hitanum – haldi at øll søgdu aftaná, at tey væntaðu seg at kollapsa tá ið hitin setti til, í byrjanina av renningini.

Svimjararnir vóru FANTASTISKIR, men tað hava tit longu hoyrt í óendaligheit. Til lukku til tykkum øll í Oyggjaleikahópinum, og til okkum onnur eisini fyri at hava verið runt hendan søguliga hópin. Okkara bestu á Rhodos vóru 15-17 ára gomul – juniorar – og vit eiga tí nógv gott í væntu á komandi leikum, um bara vit duga at fáa tey at halda á at venja og betra seg.

Eg má fara at eta morgunmat. Orsaka at vit (tvs. serliga eg) hava lagt upp til at fara at skriva nógv av Rhodos, fyri síðani ikki at liva upp til tað á staðnum. Eg spekuleraði uppá um tað mundi vera vegna tídarpress ella væntandi internet, at so lítið var at frætta frá svimjarunum teir fyrstu dagarnar eftir at tey vóru komin til Rhodos. Og meti nú, eftir at hava roynt tað sjálvur, at tad var fyrst og fremst vegna tíðarpress, og hareftir vegna dýrt og trekt internet, griskt tastatur, droyar teldur, og so framvegis. Eg hevdi í øllum førum mítt dýra stríð við at finna brúkiliga internettíð.

Vit mugu bara skriva ‘endurminningar’ her, komandi dagarnar. Og kjakast. Síggi at eg má puha hyggja at viðmerkingum her, tí har hevur verid rok á onkrum av gomlu søgunum. Men haldi eg byrji við at leggja myndir upp, nakrar túsund í tali, á Flickr-kontoina hjá mær og konuni.