7 afrikanarar hoppaðu av í Melbourne

Tríggir svimjarar og ein dómari úr Burundi, tveir svimjarar úr Kongo og ein svimjari úr Sierra Leona søktu politiskt friðskjól í Avstraliu, eftir heimsmeistarastevnuna í Melbourne í vár. Ein rúgva hoppaði eisini av ísv Commonwealth Games, og tey eru tí 40 ítróttarfólk nú úr Afrika og Bangladesh sum søkja um friðskjót í Avstralia. Lesið her.

Havsvimjingin í Trongisvág

Vit vóru fýra “norðingar”, sum høvdu hætta okkum til suðuroyar at svimja tvørtur um Trongisvág. Vit vóru Evald, Kári, Gudmund og Áslakur, sum tóku hesa avbjóðing við góðum móti. Men tað var ikki nakar annar sum tók hesa avbjóðing í álvara, so tað vóru bara vit norðingarnir, sum lupu á sjógv kl.14.00 sunnudagin á Jóansøku.

Tað stóðu so um ikki annað trý fólk á kayini, tá vit lupu á sjógv. Tann eini av teimum var Palli, sum síðan segði “klárir! Go!”, og vit hildu av stað sum um onkur var í hølinum á okkum. Tað var sera skjót at Gudmund, sum væntandi legði seg fremst og Evald beint í hølinum á honum. Síðan komu Kári og Áslakur aftaná, lið um lið og onkuntíð uppi á hvørjum øðrum. Tað vísti seg at Trongisvágur var ov lítil til teir báðar. Men síðan fóru báðir at svimja eitt sindur skeivt, so at teir fóru frá hvør øðrum og tað vísti seg at rigga betri. Gudmundur svam sera væl og beint, við berum føtrum og hendrum, og í einari dragt sum Fat Bastard nokk hevði passa í. Men líka mikið, hann var fyrstur á mál við tíðini 10:10 og tað má sigast at vera sera gott. Síðan nart Evald við kaykantin og tað var 11 min og 43 sekund eftir at vit vóru byrjaðir. Nr. 3 var Áslakur sum rakti kayina eitt sindur betri enn Kári og var tí fyrri til málið, eftir at teir høvdu svomið framvið kayini eina løtu. Tíðirnar vóru ávíkavist 12:53 og 13:09, so munurin var ikki stórur. Hevði Kári havt svimjibrillur hevði hann møguliga klára Áslak. Kári var so mikið óheppin at hann breyt brillurnar tá hann leyp á sjógv.

Tað má eisini sigast at vit fingu bæði í posa og í sekk, tí vinningarnir vóru ikki lítlir. Gudmund vann eina ferð og Evald og Áslakur fingu 500 kr hvør. So nú kunnu tey sum ikki vóru við bara ergra seg. Annars høvdu norðingarnir ein fínan túr har suðri. Súkklurnar vóru við so tað var lagamanni at hyggja seg um á Tvøroyri og aðrastaðni. Eisini varð tíð til at fara inn á hotellið at fáa sær ein góðan bita. Ein góður túrur og ein góð venjingarlega, sum nokk fer at koma væl við nú tað styttist til Oyggjaleikir.

Vit høvdu súkklurnar við

So byrjar mín dagbók

Eg bað í gjár svimjarar, venjarar og triathletar um persónligar frásagnir frá Rhodos, og má tí heldur grípa í egnan barm. Skal við sum venjari og ferðaleiðari hjá triathletunum, og ætli mær so bestemt eisini at síggja ógvuliga føroyskur út við svimjihylin, nú føroyingar liggja til at fáa eina rúgvu av heiðursmerkjum. So her byrjar mín persónliga dagbók frá Oyggjaleikum, 5 dagar áðrenn vit sleppa avstað.
Continue reading So byrjar mín dagbók

Tíðindi ynskjast frá Rhodos

Ja, nú fara svimjararnir longu mánadagin, og vit onnur nakrar dagar seinni. Útlitini fyri at fáa tíðindi heim úr Rhodos eru ivasom, og vit her á svimjing.com vilja tí heita á allar svimjarar og triathletar um endiliga at lata frætta tíðindi gjøgnum hesa heimasíðu, líka mikið hvussu banal tey kunna tykjast.

Kringvarpið fer óivað at senda frá Oyggjaleikum, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Svimjisambandið lovar eisini at frætta frá sær, og kanska vit kunnu frætta okkurt eisini á almennu heimasíðuni hjá Oyggjaleikum á Rhodos. So tað almenna er faktiskt í ordan, men kanska tey her heima eisini ynskja eitt sindur av inside’ara-vitan, frá venjarum og svimjarum.

Tey sum skráseta seg sum brúkarar á svimjing.com, kunnu frítt skriva almennar frásagnir (tvs. tíðindi), blogg postar (dagbøkur) og forum evni. Øll kunnu viðmerkja. So ein dreymafrásøgn vildi til dømis verið at onkur av okkara svimjarum setti seg at skriva dagliga frá Oyggjaleikum, um hvussu tað gekst viðkomandi á leikunum.

Tað er rímiliga lætt at seta myndir inn í postarnar, og enn lættari bara at viðfesta tær. Stóri trupulleikin er sjálvsagt, um vit finna nakað brúkiligt internetsamband á leikunum, so at vit fáa skrivað heim. Og tí hesa áheitan, tí eg veit fyri meg; at eg skal út at leita eftir sambandi, til at fáa sent tíðindi heim.

Eg havi møguleika fyri at fáa sett skipanina soleiðis upp, at man bara skal senda ein teldupost til onkra ávísa adressu, til at fáa til dømis blogg postar á síðuna. Fari nokk at seta meg at fáa hetta at rigga nú í vikuskiftinum, um ikki ov nógv annað kemur í vegin. Tað snilda við tí er nevniliga ikki at man so kann skriva frá einum vanligum teldupost-forriti sum Outlook, men heldur at man tá kann skriva frá hesum nýggjaru fartelefonunum, sum hava møguleika at senda teldupostar. Man kann enntá taka myndir við fartelefonini, og so bara senda tær til eina adressu sum t.d. post@svimjing.com, til at fáa tær á heimasíðuna.

Men tað skal líkast setast upp fyrst.

Í øllum førum haldi eg at vit og onnur svimjiáhugaði høvdu verið ógvuliga glað fyri at kunnað fingið bæði almennar frásagnir frá Rhodos, og meira persónligar ‘dagbøkur’ frá svimjarum, venjarum og triathletum. Sjálvur eri eg ófatiliga spenntur uppá at hoyra hvussu umstøðurnar eru har suðuri, í hylinum og annars, longu nú týsdagin tá ið tit svimjarar eru komnir upp á pláss.

Latið frætta frá tykkum, líka mikið um tað verður her ella aðra staðni 🙂

Køla tey vatnið á Rhodos ?

Havið runt Rhodos er 24-26 stig Celcius hesa ársins tíð. Lufthitin er einar 32-36 stig um dagin, og 26-29 stig um náttina. Eg giti at svimjihylurin tí ikki verður kaldari enn 27-28 stig, og spurningurin er tí… hvat sørin ger man um hylurin verður heitari enn tey 25-28 stig sum FINA loyvir? Fer man tá at køla vatnið?

Vit kenna øll effektina av ov køldum vatni. Men ov heitt vatn hevur eisini eina ávirkan, við at ávirka ‘viskositetin’ í vatninum, ella hvussu væl man glíðir ígjøgnum tað. Tess heitari vatnið er, tess betri (og tí skjótari) glíður tú ígjøgnum tað; og tískil er eisini eitt evstamark fyri hvussu heitt vatnið má vera, um talan skal kunna vera um met. Eitt sindur sum tá ið frælsur ítróttur hevur krøv um at tað ikki má vera meira enn so og so nógvur viðvindur.

Eg veit ikki hvat man ger. Kanska einki. Kanska ignorerar man tað bara, og kallar tað met allíkavæl, tí at man allíkavæl einki fær gjørt við hitan. Kanska verður tað slettis ikki so heitt, tí at vatnið kemur úr undirgrundini eot.

Nakað annað er at eg hevði ynskt at vit høvdu hendan trupulleika í Føroyum 🙂