Kitajima ætlar sær at seta met í heyst

Japanska svimjisambandið lovar automatiska kvalifikatión til OL í Beijing 2008, um ein japanskur svimjari klárar at seta heimsmet á Japan Open International 2007, sum verður 21.-24. august í Narashino nær Tokyo. Kitajima ætlar at seta minst eitt, og stevnan verður yvirhøvur fylt við heimsstjørnum úr øðrum londum eisini.

Avstralska Libby Lenton ætlar sær at seta hatta heimsmetið í 100 frí, sum hon varð ‘snýtt’ fyri á stevnuni ‘Duel in the Pool’, beint eftir heimsmeistarastevnuna í vár. Heimsmeistarin í 400 frí hjá monnum, koreanski Park Tae-Hwan, kemur eisini til Japan, umframt suðurafrikanski Roland Schoeman, ukreinski Oleg Lisogor, polski Mateusz Sawrymowicz og bretski David Davies. Tilsamans 11 heimsmeistarar, umframt óivað nógv onnur góð eisini.

Lesið her á SwimNews.

Skjótasti havsvimjari fær eina flogferð

Sum tit kunnu lesa í tíðindunum her av tsvim.com, so bjóða fyrireikararnir av havsvimjingini á Jóansøku nú eina flogferð til skjótasta svimjara, og ‘spennandi vinningar’ til nr 2 og 3 eisini. Hetta man vera klárt tann størsti vinningur sum hevur verið lovaður í føroyskari svimjing nakrantíð, ella í øllum førum í nýggjari tíð

Kate Ziegler knúst 19 ára gamla metið hjá Janet Evans

Amerikanska Kate Ziegler setti í gjár nýtt heimsmet í 1500 metrar frí á langbana, tá ið hon á stevnu í Mission Vieho (USA) svam teinin á 15:42.54, ið er heili 10 sekund skjótari enn gamla metið hjá Janet Evans. Splitt-tíðirnar vóru 4:09.87 við 400 og 8:22.57 við 800 metrar. Evans setti sítt í Orlando (USA) tann 26. mars 1988.
Continue reading Kate Ziegler knúst 19 ára gamla metið hjá Janet Evans

Joan Bláfoss nr 3 í DM í triathlon á OL-teininum

Joan Bláfoss vann í dag bronsu í donsku meistarakappingini í triathlon á OL-teininum, sum eru 1500 metrar svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning, ella sami teinur sum nýttur verður á Oyggjarleikum 2007 á Rhodos. Karina Ottesen varð nummar 5, eisini í elitu-bólkinum, meðan Sóley í Eyðansstovu varð nr 1 í aldursbólkinum 25-29 ár.

Úrslitini hjá elituni kunnu síggjast her á Ultimate Sport Index, og tey hjá aldursbólkunum her. Niðanfyri eru listaðar upp tíðirnar hjá teimum 6 skjótastu elitukvinnunum og Sóley:

  Felag Svimjing Skift Súkkling Skift Renning Tilsamans
Helle Frederiksen TRI4 0:19:46 0:55 1:08:07 1:12 0:37:54 2:07:52
Ann B.S. Banke KTK86 0:22:16 1:00 1:08:25 1.43 0:40:34 2:13:56
Joan Bláfoss KTK86 0:24:52 1:23 1:08:59 1:36 0:37:47 2:14:35
Anne Vagner TRI4 0:22:56 1:05 1:11:07 1:19 0:41:11 2:17:37
Karina Ottesen KTK86 0:23:22 1:01 1:10:49 1:33 0:43:00 2:19:42
Gitte Rømer Århus 1900 0:19:48 1:00 1:13:21 1:43 0:44:33 2:20:24
Sóley í Eyðansstovu KTK86 0:26:26 1:59 1:13:13 2:16 0:50:13 2:34:05

Sum fyrr nevnt so er tað torført at samanbera úrslit frá triathlon til triathlon, av tí at teinarnir eru uttandura, og tí ógvuliga skiftandi hvat veður og brekkum viðvíkur. Tær báðar Joan og Karina fingu eisini væl betri tíðir í Haderslev fyri 14 døgum síðani, enn tær nú fingu í Årshus, meðan Sóley faktiskt var væl betri hesuferð.

Men útlitini eru allíkavæl bara heilt hampuliga góð, nú Joan í tveimum kappingum innan 14 dagar hevur klárað betri tíð enn silvur á Oyggjaleikum á Guernsey í 2003, og gull á Isle of Man í 2001.

Joan og Karina danskir meistarar í tri fyri lið

Sum tit kunnu lesa her, so gjørdust føroysku Joan Bláfoss og Karina Ottesen í dag danskir meistarar í sprint-triathlon fyri lið (750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 10km renning), saman við donsku Ann Banke og Maja Nielsen. Eftir øllum at døma hevur Karina offrað seg í svimjing og súkkling, tí hon kom heilar 11 minuttir eftir hinar tríggjar á mál, eftir at hava fylgst við teimum fram til renningina.

Continue reading Joan og Karina danskir meistarar í tri fyri lið