Hackett metir at minst 6-7 fara undir 15 í 1500 frí

Larsen Jensen,Yuri Prilukov,Grant HackettVerandi heimsmethaldari og OL gullvinnari á 1500 frí, Grant Hackett, metir at teir 1500 í Melbourne verða "the most competitive in history". Hann metir ikki at heimsmetið er í vanda, men at teir verða nakrir sum fara undir 14:40, og einir 6 ella 7 sum fara undir 15 minuttir.

Atvoldin til at hann sigur so, er at amerikanski 1500 metra svimjarin Larsen Jensen eitt sindur nasadjarvt hevur sagt, at Grant Hackett bara kemur við umskyldningum, um at hann (Hackett) ikki er í so góðum formi sum vanligt. Hackett skifti venjara fyri einum mánaða síðani, og hevur sambært sær sjálvum undirmett hvussu tað fór at ávirka formin.

So Hackett metir altso ikki at hann kann taka metið sjálvur, og spurningurin er tí hvussu góðir hinir eru. Viðvíkjandi Larsen Jensen er hann (Hackett) tó nokk so bersøgdur: "I hope he competes as well as he talks".

Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá heimsmeistarastevnuni

Myndin er fingin av Flickr kontoini hjá ‘vanou’, og vísir frá vinstru Larsen Jensen (USA), Yuri Prilukov (RUS) og Grant Hackett (AUS), eftir 1500 frí finaluna á síðstu heimsmeistarastevnu í Montreal (Kanada) í 2005. Hackett vann gull, Jensen silvur, David Davies (GBR) bronsa, og Prilukov varð nr. 4 (almennur úrslitalisti sum pdf-fíla).

Gould og Fraser spáa heimsmet í Melbourne

Tær báðar Dawn Fraser og Shane Gould hava verið og hugt at hylinum sum verður settur upp til heimsmeistarakappingina í Melbourne um 10 dagar, og siga at hann er ógvuliga góður. Hann er so mikið djúpur, at tað ikki skuldi komið nakar turbulensur frá botninum av, og hartil er vatnið ógvuliga bleytt. Gould er faktiskt ikki í iva um, at metið á 100 metrum hjá kvinnum rýkur.

Avstralsku Dawn Fraser og Shane Gould vóru tiltiknar svimjistjørnur í sínari tíð. Fraser er ein av tveimum svimjarum sum hevur vunnið gull í somu grein á trimum OL á rað (1956, 1960 og 1964), meðan Gould er einasti svimjari sum hevur átt í heimsmet í øllum olympiskum frígreinum í senn , frá 100 til 1500 metrar, áðrenn hon gavst sum 16 ára gomul í 1972.

Eg var so heppin at møta Gould í 2005, sum liður av einum venjaraskeiði í Holstebro við Bill Boomer og Milt Nelms. Hon svam tá enn 100 firvald á langbana við eini tíð á 1:08, 50 ára gomul.

Eg eri tann fullisjúki móði í FLOT-troyggju her niðanfyri, meðan hini eru Lars Kirkegaard (dani, fyrrverandi venjari hjá Louse Ørnstedt), Bill Boomer (amerikansk teknikk-guru), Shane Gould og Milt Nelms (tiltikin amerikanskur venjari… var t.d. síðsta vón hjá Ian Thorpe, áðrenn Thorpe valdi at gevast heilt).

Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá Melbourne 2007

Hackett lendi á búkinum

Avstralska svimjistjørnan Grant Hackett var heldur óheldigur, tá hann síðsta vikuskifti kappaðist í Melbourne. Hann gleið á skamlinum, og lendi tí pladask á búkinum. Men tað var ikki verri enn at hann vann teir 400 crawl, við eini 200 metra splitt-tíð á 1:51.60 og eini samlaðari (langbana-) tíð á 3:54.17.

Talan var lukkutíð bara um eina vanliga kapping, har hann skuldi testa seg áðrenn HM í sama býi um nakrar vikur. Hackett kundi sjálvur flenna at hendingini, og segði at tað var tí at hann brúkar track start og lítir so nógv á aftara fótin. Ein troyst var eisini at ein annar frá sama felag gjørdi sama stunt, við sama starti.

Continue reading Hackett lendi á búkinum

Møguliga seinastu Oyggjaleikir hjá SSF

IGA logoÍ samrøðu í Útvarpi Føroya í gjár, nevndi formennirnir hjá Flogbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya møguleikan fyri at gevast við luttøku á Oyggjaleikum, hóast góð úrslit. Hetta serliga tí at luttøkukostnaðurin bara veksur, so at Flogbóltssambandið til dømis mátti gjalda 400.000 krónur fyri luttøku á Oyggjaleikunum í Hetlandi; hóast teir leikirnir kanska áttu at verið teir bíligastu, tá ið man hugsar um frástøðuna úr Føroyum.

Continue reading Møguliga seinastu Oyggjaleikir hjá SSF