Úrslit frá SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Apríl 2021”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 10. og sunnudagin hin 11. apríl 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Continue reading Úrslit frá SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021

Beinleiðis úrslit og stroyming frá SuSvim Open 10. og 11. apríl 2021

So er tað “SuSvim Open Apríl 2021”, sum er fyrstu ferð nakrantíð at føroyskir svimjarar kunnu royna eftir OL-úttøku í Føroyum, umframt at hetta vikuskiftið er síðsti kjansur at royna eftir úttøku til EM í Budapest í mai mánaða.

Beinleiðis stroyming

Beinleiðis úrslit

https://livetiming.se/live.php?cid=5775

Stroymingin frá í gjár

Alexander Aslak Nørgaard ætlar at svimja 14:40 í 1500 frí í morgin

Swim Open Stockholm byrjaði í dag, har eisini einir 25 danskir svimjarar luttaka, íroknað Alexander Aslak Nørgaard sum ætlar sær at svimja skjótt í morgin

»Jeg er i bedre form, end jeg nogen sinde har været, og det er to år siden, jeg satte min danske rekord på 14.47. Mit fokus i Stockholm er udelukkende på fredagens 1.500-meter, hvor det er mit mål at kunne svømme på 14.40. Og kan jeg komme bare en anelse under, vil det gøre mig til verdens hurtigste i år«, konstaterer Alexander Aslak Nørgaard, der således har noteret sig at den olympiske mester og europarekordholder (14.33,10 min. fra 2020), Gregorio Paltrinieri, forleden svømmede 14.40,38 min. ved det italienske OL-kvalifikationsstævne.

Lesið her á Politiken

Norski Henrik Christiansen eigur norðurlendska metið á 14:45.35, frá HM í Gwangju í 2019, sum Alexander altso ætlar at betra heilt munandi um. Startlistin sæst her, til kappingina í morgin.

Øll úrslit fara at kunna síggjast her á livetiming.se, umframt at tey stroyma beinleiðis her á simidrottstv.se

Photo by N Stjerna, CC BY-SA 2.0