Nógv gott er at lesa um EJM her á tsvim.com, har hesi tó munnu vera størstu tíðindi: Elspa Mørkøre hevur sum fyrsti føroyingur svomið hálvfinalu á evropeisku meistarstevnuni fyri juniorar, sum merkir at hon hetta árið var millum 16 tey bestu á stevnuni. Til lukku Elspa !
Category: Kapping
FINA umhugsar undirvatnskamera
Altjóða svimjisambandið FINA fer at hava ein fund áðrenn HM á stuttbana í Manchester 2008, har tey skulu avgera um undirvatnskamera skulu (kunna) brúkast til døming á stevnuni tá, og á øllum FINA meistarastevnum framyvir. Endamálið er sjálvsagt at kunna síggja betur til dømis ólóglig firvaldaspark í bringuvendingum. Lesið her á SwimmingWorld.
Hackett ætlar sær at kappast á 10 km í Beijing
Avstralska langteinastjørnan Grant Hackett hevur boðað frá at hann ætlar sær at kappast á teinunum 400 m, 1500 m og 10 km á OL í Beijing 2008. Teir 10 kilometrarnir eru annars nakað nýtt fyri hann, serliga við tað at talan tá er um havsvimjing. Lesið her á SwimNews.
Fyrsti dagur á EJM 2007
Sum tit kunnu lesa her av tsvim.com, so hava føroyingar í dag sett 3 nýggj føroysk met á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Antwerpen, Belgia. Pál Joensen í 400 frí við tíðini 4.06.37, Kári J. á Høvdanum í 100 rygg við 1.00.95, og Elspa Mørkøre í 200 rygg við 2.24.41.Tað røkkur tó tíverri ikki longur enn at tey koma heiðurliga langt upp frá botninum av úrslitalistanum.
SwimmingWorld skrivar her at Dani Gyurta úr Ungarn hevur sett nýtt meistarastevnumet í 200 bringu við tíðini 2.11.10, og russiska Yulia Efimova í 50 bringu við tíðini 31.75. Tit kunnu síggja úrslitini her á heimasíðuni hja EJM 2007, har tey eisini skriva um nýggj met og tílíkt, og vísa myndir frá stevnuni.
EJM 2007 í Antwerpen
Unglingalandsliðið er í Belgia í hesum døgum. Evropameistaraskapi í svimjing fyri juniorar (te. gentur 15 til 16 ár og dreingir 17 til 18 ár) er í ár í Antwerpen.
Føroyar er umboða av 3 ungum damun og 3 ungum harrum.
Úr Havnar svimjifelag er Guðrun Holm Jacobsen. Úr Fuglafjarðar Svimjifelag eru Elspa Mørkøre og Kári J. á Høvdanum. Úr Suðuroyar Svimjifelag eru Mona Simonsen, Pál Joensen og Dánjal Martin Hofgaard.
Myndin: fv. Guðrun, Mona, Elspa, Kári, Pál & Dánjal Martin standa uttan fyri Scandic Hotel í Antwerpen.
Kappingin byrjar mikudagin 18 juli kl.09:00 við innleiðandi umførum. Pál Joensen er fyrsti føroyingur sum skal svimja, og er teinurin 400m frí. Síðan skal Kári á Høvdanum svimja 100m ryggsvimjing, Guðrun Jacobsen skal svimja 100m frí og seinasti føroyingur er Elspa Mørkøre sum skal byrja sítt EJM við 200m ryggsvimjing. Mona og Dallin svimja ikki fyrsta dagin, men Tórsdagin eru tey við saman við Pál. Mona svimur tá 400m frí og Dánjal Martin svimur 100m frí. Pál skal út í tann langa 1500m frí.
EJM svimjingin er í 5 dagar, so føroysku unglingarnar fáa úr at gerða. Innleiðandi er hvønn morgun kl.09:00 og semifinalur & finalur eru hvørt kvøld kl.17:00 (te. 08:00 & 16:00 Fø. tíð) Eg skal royna at skriva hvønn dag, men havi lært okkurt frá OYL á Rhodos, so eg lovi ikki nakað 🙂 Okur fara upp hvønn morgun kl.05:15 (Fø. tíð) so tykur kunnu ætla at eg eri troyttur um nakrar dagar, ja og so tey sum skulu svimja sjálvandi 🙂 Pál skal svimja 200m, 400m, 800m og 1500m frí. Mona svimur 200m, 400m & 800m frí. Elspa & Kári svimja 50m, 100m og 200m ryggsvimjing. Guðrun svimur 50m, 100m frí og 50m firvald. Dánjal Martin svimur 50m og 100m frí
EJM er í longum hyli (50m) so akkurát hvat ein skal vanta sær av føroysku svimjarnum er ikki til at siga, men tey komu øll heim frá OYL við min. 1 gullheiðursmerki hvør, uttan Guðrun sum ikki lutók til OYL. Hvat er so eitt gullheiðursmerki frá OYL vert í mun til at koma í eina EJM finalu? Ein kann byrja við at siga Russland við sínum 142.400.000 íbúgvum (Juli 2006) kontra tey OYL lond okur kappast við, tey eru frá gott 30.000 til uml 150.000 íbúgvar. So er Italia, Tysland, Bretland, Spania, Polen, Turkaland fyri bara at nevna nøkur fá. Til EJM skal ein altso svimja nakað betur enn til eitt gjøgnumsnitts OYL fyri at kunna gera seg galdandi. Onkur methaldari frá OYL hevur tó megna at koma í meira enn eina EJM, EM, HM & OL finalu. (um eg minnist rætt) Darren Mew frá Isle of Wight er OYL methaldari í 50, 100 & 200m bringusvimjing. Men Darren var neyvan komin so langt um hann avmarkaði sína svimjing ella sínu mál, til “bert” at vinna gull til OYL. Og tí eru Guðrun, Elspa, Mona, Kári, Pál og Dánjal Martin við til EJM í ár. Okur í føroyskari svimjing vilja meira enn “bert” OYL gull og met. Hettar merkir so ikki, sum so nógv hava sagt, at okur halda okkum vera ov stór ella ov góð til OYL. Okur vunnu ikki alt á OYL, so enn er long leið til at nakar kann siga at okur eru størri enn OYL 🙂
Um okur náa eina Top´16 plasering til EJM á onkrum teini (te. ein semifinala), hevði eg veri ovurfegin, men beint uttan fyri er nú eisini sera flott.
Við svimjuheilsan úr Antwerpen
Jón B.
Rhodos 2007: Bestu einstaklingar í svimjing.
Eg havi hugt at úrslitunum frá Rhodos, sett FINA stig á, og skipað hetta í tríggjar top 10 listar, ein fyri menn, ein fyri kvinnur, og ein samanlagdan lista.
Top 10 menn:
Nr. | Grein | Navn | Tíð | Stig |
Nr. 1 | 1500 frí | Pál Joensen | 15.48.25 | 779 |
Nr. 2 | 200 firvald | Simon Le Couillard | 2.03.07 | 763 |
Nr. 3 | 400 frí | Pál Joensen | 4.00.23 | 759 |
Nr. 4 | 200 frí | Pál Joensen | 1.53.60 | 751 |
Nr. 5 | 50 firvald | Josh Ballem | 25.30 | 746 |
Nr. 6 | 100 frí | Jeremy Osborne | 51.79 | 737 |
Nr. 7 | 100 blandað | Ben Lowndes | 59.04 | 736 |
Nr. 8 | 50 frí | Adam Jakobsson | 23.58 | 735 |
Nr. 9 | 100 firvald | Simon Le Couillard | 56.09 | 732 |
Nr. 10 | 100 bringusv. | Ian Black | 1.04.77 | 726 |
Top 10 kvinnur:
Nr. | Grein | Navn | Tíð | Stig |
Nr. 1 | 200 blandað | Ida Sandin | 2.16.61 | 838 |
Nr. 2 | 100 blandað | Ida Sandin | 1.04.91 | 798 |
Nr. 3 | 400 frí | Ida Sandin | 4.20.47 | 795 |
Nr. 4 | 200 frí | Ida Sandin | 2.04.70 | 785 |
Nr. 5 | 400 blandað | Ida Sandin | 4.55.09 | 777 |
Nr. 6 | 200 frí | Elspa Mørkøre | 2.05.35 | 773 |
Nr. 7 | 800 frí | Jutta Thomsen | 9.01.58 | 770 |
Nr. 8 | 50 rygg | Elspa Mørkøre | 29.85 | 760 |
Nr. 9 | 100 rygg | Elspa Mørkøre | 1.03.97 | 756 |
Nr. 10 | 400 frí | Jutta Thomsen | 4.26.17 | 745 |
Top 10 íalt:
Nr. | Grein | Navn | Tíð | Stig |
Nr. 1 | 200 blandað | Ida Sandin | 2.16.61 | 838 |
Nr. 2 | 100 blandað | Ida Sandin | 1.04.91 | 798 |
Nr. 3 | 400 frí | Ida Sandin | 4.20.47 | 795 |
Nr. 4 | 200 frí | Ida Sandin | 2.04.70 | 785 |
Nr. 5 | 1500 frí | Pál Joensen | 15.48.25 | 779 |
Nr. 6 | 400 blandað | Ida Sandin | 4.55.09 | 777 |
Nr. 7 | 200 frí | Elspa Mørkøre | 2.05.35 | 773 |
Nr. 8 | 800 frí | Jutta Thomsen | 9.01.58 | 770 |
Nr. 9 | 200 firvald | Simon Le Couillard | 2.03.07 | 763 |
Nr. 10 | 50 rygg | Elspa Mørkøre | 29.85 | 760 |
Pál Joensen var klárt besti svimjari hjá monnum við 1, 3 og 4 plássi á top 10. Pál var eisini mest vinnandi svimjari, saman við Brett Fraser (Cayman I.), sum báðir vunnu 3 gull. Brett Fraser rakk tó ikki top 10 í nakrari grein. Ongin av hinum føroysku monnunum rukku inn á top 10.
Ida Sandin (Gotland) var somuleiðis greitt besti kvinnuliga svimjari við 1-5 plássi á top 10. Elspa Mørkøre og Jutta Thomsen eru eisini á top 10. Ida Sandin var eisini mest vinnandi einstaklingur við 6 gull. Beint í hølunum á henni var Elspa við 5 gull. Jutta vann eina gull.
Samanlagt var Ida Sandin besti svimjari til OYL við 1-4 og 6 plássi á samlaða top 10 listanum. Bert Pál var frammanfyri hana, sum nr. 5 á samlaða listanum.
Av føroysku svimjarunum var Pál tann sum vísti hægst støði við 779 stigum í 1500 frí.
Heim aftur komin
So siti eg endiliga í stovuni í Brekkum aftur, væl fyri eftir at hava sovið í egnari song eftir ein flogtúr sum vardi allan gjár. Ein fantastiskur men kaotiskur túrur er næstan at enda komin – eg mangli bara at fáa kuffertið eisini 🙂
Vit møttu við viðføri á Ixian Grand kl 06:30 Rhodos tíð (04:30 føroyska tíð), skræddu morgunmat í okkum og fóru so á flogvøllin kl 07:00. Bíðaðu so har eitt langt og tvey breið til vit sloppu at checka inn, og frættu so at flogfarið var seinkað til kl 11:30 Rhodos tíð (skuldu eftir ætlan flúgva kl 09:30). Námen, eg haldi at vit flugu um tólvtíðina. Heimeftir var stríður mótvindur, og vit máttu tí millumlenda í Prag í 30 minuttir, sum gjørdust í øllum førum 60 minuttir. Víðari til Keypmannahavnar at seta fólk av í 45 minuttir, sum gjørdust 1 tími og 30 minuttir (men jubii, vit sloppu í land at shoppa). Flugu so við viðvindi heim til Føroya og lendu kl 20 føroyska tíð (22 Rhodos tíð). Og vóru í Havn kl 21:30 føroyska tíð, einir 16½ tími eftir at vera farin av Ixian, og eftir at hava sitið í flogfarinum einar 10-11 tímar. Puha.
Enda-seremoniin varð líka stutt sum byrjunar-seremoniin var lang. Tað vil siga, vit bíðaðu rættiliga leingi eftir at sleppa at marsjera inn, gingu so eitt stutt petti, hoyrdu at tey høvdu tikið Oyggjaleikaflaggið niður (“ná… hvar?”), og síðani orðini “Let the party begin”. Triathletarnir marsjeraðu óvaskaði við súkklu og viðføri, av tí at vit júst vóru komin frá heiðursmerkjahandanina, og onga loysn høvdu til dýru súkklurnar. So heim og so í býin.
Annars frætti eg sum tað seinasta í gjár, at næsti flúgvarin varð útsettur til seinnapartin í dag, av tí at vit høvdu verið so leingi á veg. Sikkurt okkurt við vaktunum hjá Atlantic.
Triathlet-genturnar vunnu greitt silvur í liðkapping, og Karina bronsa sum einstaklingur! Vit fingu einki gjørt við nummar 1 og 2 av Guernsey, men eftir tað komu tær føroysku sum nummar 3, 4 og 5 av 17 byrjandi og mær vitandi fullførandi eisini. Dreingirnir vórðu nummar 16 og uppeftir, og um 4-5 sum lið, sum faktiskt var OK í mun til vánirnar. Serliga var tað gott at øll gjøgnumførdu teinin í hitanum – haldi at øll søgdu aftaná, at tey væntaðu seg at kollapsa tá ið hitin setti til, í byrjanina av renningini.
Svimjararnir vóru FANTASTISKIR, men tað hava tit longu hoyrt í óendaligheit. Til lukku til tykkum øll í Oyggjaleikahópinum, og til okkum onnur eisini fyri at hava verið runt hendan søguliga hópin. Okkara bestu á Rhodos vóru 15-17 ára gomul – juniorar – og vit eiga tí nógv gott í væntu á komandi leikum, um bara vit duga at fáa tey at halda á at venja og betra seg.
Eg má fara at eta morgunmat. Orsaka at vit (tvs. serliga eg) hava lagt upp til at fara at skriva nógv av Rhodos, fyri síðani ikki at liva upp til tað á staðnum. Eg spekuleraði uppá um tað mundi vera vegna tídarpress ella væntandi internet, at so lítið var at frætta frá svimjarunum teir fyrstu dagarnar eftir at tey vóru komin til Rhodos. Og meti nú, eftir at hava roynt tað sjálvur, at tad var fyrst og fremst vegna tíðarpress, og hareftir vegna dýrt og trekt internet, griskt tastatur, droyar teldur, og so framvegis. Eg hevdi í øllum førum mítt dýra stríð við at finna brúkiliga internettíð.
Vit mugu bara skriva ‘endurminningar’ her, komandi dagarnar. Og kjakast. Síggi at eg má puha hyggja at viðmerkingum her, tí har hevur verid rok á onkrum av gomlu søgunum. Men haldi eg byrji við at leggja myndir upp, nakrar túsund í tali, á Flickr-kontoina hjá mær og konuni.
Endiliga tíðindi aftur av Rhodos
Hallo folkens, og orsaka at vit einki hava ‘sent’ av Rhodos hesar seinastu nógvu dagarnar. Tíðin hevur verið rokmikil hjá triathletunum, m.a. tí at vit fluttu hotell mitt í øllum, og at tað yvirhøvur vísir seg at vera lítil tíð til yvirs her suðuri. Men nú havi eg so 20 minuttir – nøjagtiga – og má tí skriva í skitspring.
Triathletarnir sleppa endiliga í eldin í morgin, og gleða seg óført. Vit hava verið á tekniskan fund og info fund, rutan er (aftur) broytt og fólk hava trætað seg móð. Men tað skuldi verið vist at vit byrja í morgin, og so enda annaðhvørt tá fólk eru komin á mál ella eru dottin umkoll í hitanum.
Hitin er nevniliga øgiligur. Havi sjálvur roynt at runnið, og man kødnar fullkomiliga. Alt sum eitur brekkur ella trappur ger at tú mást niður á knøini at blása eina løtu. Men lukkutíð er tað netupp hetta sum tey hava broytt á rutunum… vit fara IKKI longur ígjøgnum tann vindstilla býin, og brekkurnar eru eisini nógv færri. Serliga er tað viktigt at rennirutan er pannikaku-fløt.
Ná, má heldur goyma, ífall at teir 20 minuttirnir eru við at renna út.
Svimjararnir hava verið fantastiskir. 15 gull og fleiri silvur og bronsuheiðursmerki eisini, í bara 43 kappingum. Serliga Elspa, Pál og Kári hava verið framúr, men hini hava absolutt eisini gjørt sítt til at onnur lond tóku hattin av fyri okkum á Nautic Club (ella ‘Naughty Club’, sum tað er blivið til í mannamunni).
Tað er garvilt lekkurt at svimja í sjónum her.
Rok á Rhodos
Umstøðurnar eru ikki altíð tær bestu á Rhodos. Vit hava hoyrt um varmablásarar í borðtennishøllini og um ein hálvlidnan vøll. Tað ganga fleiri slíkar søgur á Rhodos.
Í rennikappingini týskvøldið gloymdu dómararnir at ringja fyri síðsta umfarinum við tí úrsliti, at summir rennarar stegðaðu, aðrir hildu áfram, og eisini hálaðu fyristøðufólk teir aftastu rennararnar av breytini.
Trygdin er eisini so sum so á Rhodos.
Málini í bogaskjóting standa framvið einari gongugøtu, ið ikki er avbyrgd fyri ferðslu. Tað hóvar ikki borgarstjóranum í Rhodos at stongja gøtur. Tí mátti súkklurutan flytast út um býin í síðstu løtu. Tíverri náddu tey ikki at seta skeltir upp allastaðir á rutuni, ið elvdi til, at nakrir súkklarar koyrdu skeivan veg.
Skjótikappingin var eisini tarnað av vánaligari fyriskipan.
Betongpláturnar, ið vóru settar upp rundan um vøllin sum girðing, vóru í so vánaligum standi, at tær duttu niður og tí máttu umvælast - meðan kappingin var í gongd!
Størsti trupulleikin sigst at vera tørvurin á bussum. Skjúttar úr Gotlandi náddu ikki at vera við í teimum fyrstu skjótikappingunum, tí teir fingu ongan flutning.
Nú skulu fyriskipararnir ikki hava skuldina í øllum, sum gongur galið á Rhodos, men meðan okkara stakkals svimjarar verða etnir av mýggjabitum, berjast triatletarnir við ovurstórar kakkulakkar.
Skeivur hylur á Rhodos
Kappingarhylurin á Rhodos er so mikið skeivur, at geil 1 er 10 cm styttri enn geil 8. Tað vil siga, at munurin gerst 6 metrar á 1.500 m teininum. Hylurin er so mikið yvirgrógvin við algum, at ein svimjari hevur ríslað á botnin: “Isle of Man woz here”.
Matthew Price skrivar í sínum bloggi, at hóast fólkini á Rhodos eru sera fitt og hjálpsom, hava tey als ikki skilt, hvat skal til fyri at skipa fyri einum slíkum tiltaki.