Eg havi gjørt okkum triathletum og svimjarum eitt innanhýsis kort á Google Maps, sum vísir hvar ið okkara ruta er, hvar hotellið er, hvar setanin verður, og so framvegis. Sí eisini fullu útgávuna av hesum posti, til at síggja kortið her á heimasíðuni.
Category: Kapping
Føroyingar føroyingar
Frætti frá Ottari í gjár, at teir skulu avlevera súkklurnar í dag, so at tær kunnu fara við flogfarinum í morgin. Triathletarnir fara annars ikki fyrr enn hóskvøldið, og mugu tí finna sær okkurt annað at venja á til tá. Gott at svimjihyljarnir sita fast 🙂
So byrjar mín dagbók
Eg bað í gjár svimjarar, venjarar og triathletar um persónligar frásagnir frá Rhodos, og má tí heldur grípa í egnan barm. Skal við sum venjari og ferðaleiðari hjá triathletunum, og ætli mær so bestemt eisini at síggja ógvuliga føroyskur út við svimjihylin, nú føroyingar liggja til at fáa eina rúgvu av heiðursmerkjum. So her byrjar mín persónliga dagbók frá Oyggjaleikum, 5 dagar áðrenn vit sleppa avstað.
Continue reading So byrjar mín dagbók
OYL program fyri svimjing
Program fyri OYL er nú endiliga komi, og tað sær ganska ok út við føroyskum eygum.
Okur liggja til gull í fleiri einstaka kappingum, og man ikki liðsvimjingin blíva sera spennandi.
So er bara at vóna at okur halda høvdi kalt tá ið harast leikar á.
Tíðindi ynskjast frá Rhodos
Ja, nú fara svimjararnir longu mánadagin, og vit onnur nakrar dagar seinni. Útlitini fyri at fáa tíðindi heim úr Rhodos eru ivasom, og vit her á svimjing.com vilja tí heita á allar svimjarar og triathletar um endiliga at lata frætta tíðindi gjøgnum hesa heimasíðu, líka mikið hvussu banal tey kunna tykjast.
Kringvarpið fer óivað at senda frá Oyggjaleikum, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Svimjisambandið lovar eisini at frætta frá sær, og kanska vit kunnu frætta okkurt eisini á almennu heimasíðuni hjá Oyggjaleikum á Rhodos. So tað almenna er faktiskt í ordan, men kanska tey her heima eisini ynskja eitt sindur av inside’ara-vitan, frá venjarum og svimjarum.
Tey sum skráseta seg sum brúkarar á svimjing.com, kunnu frítt skriva almennar frásagnir (tvs. tíðindi), blogg postar (dagbøkur) og forum evni. Øll kunnu viðmerkja. So ein dreymafrásøgn vildi til dømis verið at onkur av okkara svimjarum setti seg at skriva dagliga frá Oyggjaleikum, um hvussu tað gekst viðkomandi á leikunum.
Tað er rímiliga lætt at seta myndir inn í postarnar, og enn lættari bara at viðfesta tær. Stóri trupulleikin er sjálvsagt, um vit finna nakað brúkiligt internetsamband á leikunum, so at vit fáa skrivað heim. Og tí hesa áheitan, tí eg veit fyri meg; at eg skal út at leita eftir sambandi, til at fáa sent tíðindi heim.
Eg havi møguleika fyri at fáa sett skipanina soleiðis upp, at man bara skal senda ein teldupost til onkra ávísa adressu, til at fáa til dømis blogg postar á síðuna. Fari nokk at seta meg at fáa hetta at rigga nú í vikuskiftinum, um ikki ov nógv annað kemur í vegin. Tað snilda við tí er nevniliga ikki at man so kann skriva frá einum vanligum teldupost-forriti sum Outlook, men heldur at man tá kann skriva frá hesum nýggjaru fartelefonunum, sum hava møguleika at senda teldupostar. Man kann enntá taka myndir við fartelefonini, og so bara senda tær til eina adressu sum t.d. post@svimjing.com, til at fáa tær á heimasíðuna.
Men tað skal líkast setast upp fyrst.
Í øllum førum haldi eg at vit og onnur svimjiáhugaði høvdu verið ógvuliga glað fyri at kunnað fingið bæði almennar frásagnir frá Rhodos, og meira persónligar ‘dagbøkur’ frá svimjarum, venjarum og triathletum. Sjálvur eri eg ófatiliga spenntur uppá at hoyra hvussu umstøðurnar eru har suðuri, í hylinum og annars, longu nú týsdagin tá ið tit svimjarar eru komnir upp á pláss.
Latið frætta frá tykkum, líka mikið um tað verður her ella aðra staðni 🙂
Køla tey vatnið á Rhodos ?
Havið runt Rhodos er 24-26 stig Celcius hesa ársins tíð. Lufthitin er einar 32-36 stig um dagin, og 26-29 stig um náttina. Eg giti at svimjihylurin tí ikki verður kaldari enn 27-28 stig, og spurningurin er tí… hvat sørin ger man um hylurin verður heitari enn tey 25-28 stig sum FINA loyvir? Fer man tá at køla vatnið?
Vit kenna øll effektina av ov køldum vatni. Men ov heitt vatn hevur eisini eina ávirkan, við at ávirka ‘viskositetin’ í vatninum, ella hvussu væl man glíðir ígjøgnum tað. Tess heitari vatnið er, tess betri (og tí skjótari) glíður tú ígjøgnum tað; og tískil er eisini eitt evstamark fyri hvussu heitt vatnið má vera, um talan skal kunna vera um met. Eitt sindur sum tá ið frælsur ítróttur hevur krøv um at tað ikki má vera meira enn so og so nógvur viðvindur.
Eg veit ikki hvat man ger. Kanska einki. Kanska ignorerar man tað bara, og kallar tað met allíkavæl, tí at man allíkavæl einki fær gjørt við hitan. Kanska verður tað slettis ikki so heitt, tí at vatnið kemur úr undirgrundini eot.
Nakað annað er at eg hevði ynskt at vit høvdu hendan trupulleika í Føroyum 🙂
OYL
Ehm, er tað bert eg, ið ikki veit nakað, ella er startlistin til OYL ikki komin enn ??
Kitajima ætlar sær at seta met í heyst
Japanska svimjisambandið lovar automatiska kvalifikatión til OL í Beijing 2008, um ein japanskur svimjari klárar at seta heimsmet á Japan Open International 2007, sum verður 21.-24. august í Narashino nær Tokyo. Kitajima ætlar at seta minst eitt, og stevnan verður yvirhøvur fylt við heimsstjørnum úr øðrum londum eisini.
Avstralska Libby Lenton ætlar sær at seta hatta heimsmetið í 100 frí, sum hon varð ‘snýtt’ fyri á stevnuni ‘Duel in the Pool’, beint eftir heimsmeistarastevnuna í vár. Heimsmeistarin í 400 frí hjá monnum, koreanski Park Tae-Hwan, kemur eisini til Japan, umframt suðurafrikanski Roland Schoeman, ukreinski Oleg Lisogor, polski Mateusz Sawrymowicz og bretski David Davies. Tilsamans 11 heimsmeistarar, umframt óivað nógv onnur góð eisini.
Lesið her á SwimNews.
Skjótasti havsvimjari fær eina flogferð
Sum tit kunnu lesa í tíðindunum her av tsvim.com, so bjóða fyrireikararnir av havsvimjingini á Jóansøku nú eina flogferð til skjótasta svimjara, og ‘spennandi vinningar’ til nr 2 og 3 eisini. Hetta man vera klárt tann størsti vinningur sum hevur verið lovaður í føroyskari svimjing nakrantíð, ella í øllum førum í nýggjari tíð
Kate Ziegler knúst 19 ára gamla metið hjá Janet Evans
Amerikanska Kate Ziegler setti í gjár nýtt heimsmet í 1500 metrar frí á langbana, tá ið hon á stevnu í Mission Vieho (USA) svam teinin á 15:42.54, ið er heili 10 sekund skjótari enn gamla metið hjá Janet Evans. Splitt-tíðirnar vóru 4:09.87 við 400 og 8:22.57 við 800 metrar. Evans setti sítt í Orlando (USA) tann 26. mars 1988.
Continue reading Kate Ziegler knúst 19 ára gamla metið hjá Janet Evans