Liðið, sum skal umboða Føroyar til EJM, er mannað

Landsliðsvenjarin hevur úttikið svimjararnar, sum skulu umboða Føroyar til EJM, sum verður í  Antwerpen í Belgia. Kappingin verður svomin í døgunum 18. – 22. juli 2007.

Svimjarnir, sum eru úttiknir, eru hesir:
Elspa Mørkøre FS, Mona Simonsen TS og Guðrun Holm Jacobsen HS
Pál Joensen VS, Dánjal Martin Hofgaard VS og Kári Jóannesarson á Høvdanum FS.

Hvar eru tey næst bestu?

UM sum eg sá tað.

Nógv prát er hvørt ár um tey bestu vs tey næst bestu. At tey bestu fáa so nógv, og at ov stórur munur er á toppinum og breiddini í føroyskari svimjing. Nú var eg til UM í Vági (hvar skuldi eg annars veri?) og má sigast sum er, at ikki hendi nógv at skriva heim um. Og tá ið ein sær í bakspegli, so  veit eg ikki hvat eg skal meina um UM, tey sum “grenja” um munin (topp-breidd) ella tey í svimja til UM. Men her eru so nakrir tankar í eg gjørdi mær.

Fríggjakvøldi hendi ikki so nógv, okkurt bólkamet var svomi í hús sum jú er fínt, men kvalitetsvimjingar vóru annars ikki so nógvar. Flest Fina stig fóru til Juttu í 200 frí, 726 stig fekk hon og persónligt met við 2 sekundum, men hettar er heili 74 stig frá metinum hjá Elspu sum royndi seg í 100m firvald uttan tó at hótta metinum hjá Nathaliu sum fall fyri aldursgrensuni. Ein lítil duellir var ímillum Maluna og Elspu í 50m bringu, Malan setti nýtt bólkamet og undir OYL kravtíðina, men uttan at imponera meg ella seg sjálva, máli var jú nakað heilt annað enn ein tíð. Dagmar Winther vísti, eins og aðrar ungar gentur úr Havn, at hon eisini er ein í vit mugu taka í álvara um eitt ár ella 2 tá ið vit práta FM og A-Landslið. Bert Høgni Miné vísti nakað hjá harrunum og svam ein góðan 200m blandað. Eg hevði annars vanta at tey ið ikki sluppu upp í part til FM fóru at gerða um seg, men hóðast nøkur fá royndu, so var ov leingt ímillum til at eg kann góðtaka UM sum eitt meistaraskap, but sorry, tað hevði eti meg upp! Og her er nokk so nógv at taka av, sigst her suðuri :-)))

Leygardagur var eitt sindur sum fríggjakvøldi, tungur við onkrum sólarglotta inn ímillum. Eitt nú var Høgni aftur uppá spæl, og vísti sítt talent og potentiali við einum góðum 400m blandað, men skuffaði eitt sindur í 400m frí. Hvat nú um UM var størri, hevði meira bit í sær, so at hesin ungi ørvingurin :-)) slapp at útfolda seg enn meira, hann var jú bert ein skuggi av sær sjálvum til FM vegna sjúku. We will never know! Pál svam annars nærum ”baglens” til UM og var 100% anonymur. Kári royndi seg sum Elspa, við alternativum kappingum og sá mest av øllum út til “bert” at hugna sær. Jutta & Malan svumu næstan allar kappingarnar. Mona svam allar og tung sum hon var, var tað uttan at imponera. Eitt Føroyskt met kom úr hattinum hjá Mulan hendan dagin. Hóðast tunga venjing og eitt gott FM so betraði Malan um sítt egna met í 200m bringu, hon gjørdi tað við einans 7 tøkum pr.25m til seinasta 25m tá ið Elspa bankaði ov hart uppá :-)) og fyri at royna sína styrki, so svam hon 400m bringu eftir somu uppskrift í tíðini 5:56:84 eina lítla løtu seinni. Elspa royndi seg annars í 200m firvald, um tað var meti hon fór eftir veit eg ikki, men tíðin rakk bert til eitt 2. pláss til FM og sigur sína lítlu søgu um hettar UM. Fólk eru tung, og “tendra ikki uppá” UM sum eitt meistaraskap.

Men hvat vísir so hettar UM? Lat meg byrja við at seta tað soleiðis upp: Fyrst fjerni eg Elspu, Juttu, Monu, Maluna, Bjørg, Pál og Kára av tí hesi hava umboða landsliðið utanlanda hettar kappingarári og enn høvdu UM aldur. Hvat stendur so eftir um eg hugsi FM-OYL profilar til UM ? Jú har eru nøkur fá, Guðrun, Maria,  Pauli, Svein og Høgni, men er tað ikki ov tunt ? Høvdu hesi svomi UM um fyrrnevndu fólk ikki vóru við ? Høvdu tey svomi líka skjótt ? Hvar eru tey næst bestu nú profilarnar ikki svumu upp til sítt besta ? Verður UM ikki misvísandi um ein hugsar meistaraskap tá ið úrslitalistin verður gjøgnumgingin ? Ein má kanska bara síggja í eyguni at UM (bólkur 4 & 5) er so tunt, at tað ikki letur seg gera at hava meistarskapsstemning uttan at opin bólkur er við.

Stemningur er fyri at hava UM í Novembur sum seinastu útøkukapping til NJM, og at vit brúka NJM aldursbólkar suplera við opnum bólki, so at øll tey “vaksnu” hava dupulta sæson, men verður hettar til nakað? Eru vit før fyri at broyta okkum? tora vit at royna nakað nýtt? Skulu vit læra at svimja super skjótt um veturin og enn skjótari um summari. So kanska Elspa og Shaila svumu firvald ímóti hvørjari aðrari, ella kanska Jutta og Elspa í 400m frí ? Kári og Pál í 200m firvald, ja kanska í 200m rygg krydra við Høgna Miné 🙂 Pál og Jákup í 200m bringu ? Pál og Høgni í 400m Blandað, og kanska Jákup og Andrass við ? Andrass og Pál í 200+400frí… puha har er so nógv at taka av, K.O & Co (sprintararnar), allar tær spennandi kappingarnar sum vit ikki síggja so ofta í Føroyum. Tað hevði veri reint svimji guff (sum FM:-)) og ein kann hugsa sær at tað hevði skumpa enn meira til útviklingin hjá tí einstaka. Og at øll ikki noyddist av landinum fyri at fáa kapping. Lat okkum halda kappingina her í Føroyum um tað ber til. Og til tey í finnast at føroyskari svimjing, og teimun tilboðum ella manglum uppá somu, Hjálpi Til! So kanska vit saman kunnu náa tí ið nøktar tann tørv ið tey bestu, og næst bestu :-) hava fyri at halda áfram við tí vit jú øll dáma so væl, svimjing.

UM sum vit kenna tað í dag hevur vónandi verði fyri seinastu ferð. Hvat so alternativi skal verða, ja tað má svimjinevndin finna útav. Men vónandi er tað svimjingin í vinnur, og ikki trondgin til eina 3-4 mánaðar svimjiferiu. Eg meini so at vit eiga at hava eina opna kapping so seint sum gjørligt um summari fyri at halda jarninum í eldinum og kanska hevði tað veri eitt hugskot um vit høvdu eina opna galla kapping um summari, og at vit øll høvdu telt við, og høvdu grillfest um kvøldi samt ársins ditt og datt :-) So var kapping og hugni alt í einum, okkurt til øll kanska ? Eg havi verði til slíka kapping í DK, og tað var stak hugnaligt. Ein skal bara minnast til at lata seg betur í, vit búgva jú í Føroyum 🙂

UM leygardag

So er stevnan liðug har suðuri, og dagurin í dag varð nøkulunda sum kvøldið í gjár. Nøkur einstøk fóru eftir meti, meðan restin fyrst og fremst svam um heiðursmerki, uttan at hugsa so nógv um tíðina. Tey bæði Høgni og Malan settu aftur í dag bólkamet, og Malan enntá eitt føroyskt met. Og HS vann kappingina um at fáa flest heiðursmerki tilsamans.

Í bólki 4 tók Høgni Miné-Rasmussen eisini bólkametið frá Kristoffuri Hentze í 400 blandað, eftir at hava tikið tað í 200 blandað frá Kristoffuri í gjárkvøldið. Nýggja metið í 400 blandað er nú 4:53.72, har Kristoffur svam 5:01.30.

Í bólki 5 betraði Malan Vitalis Bærendsen um sítt egna bólkamet og føroyska met í 200 bringu, við at svimja teinin á 2:45.27, har hon á FM 2007 svam 2:45.52. Áhugavert annars at Elspa Mørkøre var beint í hølunum á henni her, við 2:45.98, í eini grein sum hon annars ikki plagar at svimja. Elspa var eisini minni enn eitt sekund frá Maluni í 100 bringu í gjár.

Heiðursmerkjabýtið var (so frætt sum eg havi talt, við at hyggja listan í gjøgnum éina ferð):

  Gull Silvur Bronsa
HS 25 7 7
TS 17 13 13
FS 9 11 6
FLOT 7 10 7
Ægir 4 0 0
VS 3 8 1

Men her skal sigast sum í gjár, at tað í fleiri kappingum hava verið ‘bílig’ heiðursmerki, serliga silvur- og bronsu-heiðursmerki, av tí at so fáir luttakarar vóru tilmeldaðir. Serliga í stafettunum var heilt galið, har lið í fleiri førum vunnu gull, av tí at eingin annar svam í móti teimum. Og úrslitalistin vísir sum heild ein stóran tíðarmun millum nr 1 og 2, og serliga nr 2 og 3, í flestu kappingum, hóast nr 1 sjáldan hevði tørv á at svimja upp til sítt besta.

Næsta kapping í svimjikalendaranum verður Dansk ÅrgangsMesterskab tann 15.-17. juni, har okkara bestu yngri svimjarar fara niður at kappast í móti teimum bestu úr Danmark. Og síðani, 2.-5. juli, Oyggjaleikir á Rhodos.

UM fríggjakvøld

Fyrstu kappingar vórðu svomnar í gjárkvøldið, og vóru úrslitini heldur skiftandi. Tvey flott bólkamet vórðu sett, men nógv av teimum bestu svumu rættiliga langt frá bestu tíðum, allarhelst tí at tey ‘bara skulu vinna’, og í staðin longu fokusera fult og heilt uppá Oyggjaleikir.

Tað sær út til at Høgni Miné-Rasmussen hevur sorlað metið hjá Kristoffur Hentze í 200 blandað, sum var 2:19.85, við at svimja teinin á 2:16.63. Malan V. Bærendsen hevur tikið metið frá Báru Joensen í 50 bringu, við at svimja teinin á 36.03 har Bára svam 36.16. Og Pál Joensen hevur sambært úrslitalistanum sundursorlað heimsmetið í 200 blandað, við at svimja teinin á 1:15.81 😉

Annars vóru tað 13 út av teimum 16 kappingunum í gjárkvøldið har allir luttakarar kundu hava vunnið heiðursmerki, um ikki onkur av teimum varð kolldømdur. Í tveimum vóru tað meira enn ein riðil, og í seinastu vóru tær 4 sum kappaðust um 3 heiðursmerki. So tað var kanska ikki løgið at svimjararnir ikki løgdu alt ov nógv fyri, um tey allíkavæl ikki ætlaðu sær at seta met.

Skrá fyri UM 2007

Skráin fyri UM 2007 er nú klár her á tsvim.com, ella við at taka niður viðfestu fílu. Sum heild sær skráin eitt sindur tunn út, við nógvum kappingum har bara ein ella tveir riðlar eru, sjálvt í 100 frí hjá monnum. Men hav í huga at bara tveir bólkar (t.e. fýra árgangir) luttaka, og at støði er høgt á teimum sum nú eru tilmeldaði (Jutta, Mona, Elspa, Kári, Pauli, Pál, Høgni, Malan, Guðrun, …)

UM og Nólsoyarsvimjing í vikuskiftinum

Tað hevur verið ógvuliga lítið at frætta um svimjing seinastu vikurnar, men nú brennur so á aftur. Árliga unglingameistarastevnan verður í Vági fríggjakvøld og leygardag, umframt at fólk leypa á bláman við húsini hjá radioamatørunum í Havn kl 12:00 leygardagin, at svimja til Nólsoyar.

Eg havi ikki sæð nakra innbjóðing til UM enn, men tit kunnu lesa um tiltakið til Nólsoyar her á hesari heimasíðu, umframt á www.triathlon.fo. Fólk kunnu melda til her á triathlon.fo, og annars síggja hvørji sum longu eru tilmeldaði her. Inntil víðari eru yvirhøvur triathletar, men vónandi leggjast fleiri afturat komandi dagarnar.

Minnist til at melda til DÅM

Eg veit ikki hvat og hvussu, men freistin at melda til Danske ÅrgangsMesterskaber er altso í dag, 21. mai. Talan er um tilmelding til danska svimjisambandið, so her nyttar nokk einki at umbera seg við ‘føroyskari præcisheit’ ella líknandi. Sí annars ssf.fo og gomul tíðindi her á heimasíðuni, umframt meistaraskapsyvirlit hjá dønum her á svoem.dk.

SSF gjørt langtíðarætlan fyri sínar uttanlanda stevnur

Svimjisamband Føroya hevur lagt út eina áhugaverda ætlan her, um hvørjar altjóða stevnur tey ætla at føroyskir svimjarar skulu luttaka í, fram til ár 2012. Oyggjaleikir eru lukkutíð enn á skránni, umframt ein rúgva av øðrum spennandi kappingum, so sum EJM, HM, EM og NUM.
Continue reading SSF gjørt langtíðarætlan fyri sínar uttanlanda stevnur

Nólsoyarsvimjingin 2007

Sum tit kunnu lesa í viðfestu innbjóðing, so verður árliga stuðulssvimjingin til Nólsoyar tann 26. mai kl 12:00, til frama fyri svimjihyli í Nólsoy. Í ár royna tey sum nakað heilt nýtt at hava bæði klassiska teinin á umleið 4000 metrar úr Havn til Nólsoyar, og at skipa fyri einum stytri teini á 1000 metrar, frá einum báti uttanfyri bygdina og inn til Nólsoyar.

Í innbjóðingini stendur alt tað praktiska um nær tilmeldingin skal vera inni, og um hvussu tiltakið annars gongur fyri seg. Luttakarar mugu skaffa sær vátdrakt, eitt seksmannafar ella størri við VHF og minst tveimum vaksnum persónum umborð, og annars vera í hampuligari venjing. Eitt luttakaragjald á 250 er ásett, og tilmelding fer fram á triathlon.fo.

Eru mikrostevnur eitt hugskot ?

Ávaring: Hetta er yvirhøvur ikki ein væl umhugsaður tanki. Men hvussu hevði verið at skipað fyri svimjistevnum sum ikki tóku nógv meira tíð enn tann tíð sum t.d. fótbóltsspælarar brúka til hvønn dyst, og so havt niður í eina viku millum hvørja, til dømis nakrar vikur ella mánaðir um veturin?

Fór at hugsa um hetta á veg heim frá gallaveitslu í gjár, tá ið eg hoyrdi teir byrja at varpa frá fótbóltinum. Partvís eisini vegna tíðindini her, um fjepparasíður, har tað millum annað varð sagt at tað var torført at hava eina aktiva heimasíðu um éin svimjara, av tí at svimjarar ofta hava rímiliga langa pausu millum kappingarnar.

Í altjóða svimjing hava tey innført ‘Grand Prix’ kappingar, har bestu svimjarar ferðast runt knøttin til stevnur sum mest mugu kallast at vera pengamaskinur. Svimjararnir eru ikki serliga niðurtrappaðir ella nakað, men tiltøkini geva fólki møguleika at síggja stjørnurnar, bæði við at møta upp og hyggja í sjónvarp.

Vit orka sjálvsagt ikki at hava hesar vanligu stevnur hvørt vikuskifti, sum taka 1-3 fullar dagar at gjøgnuføra. Men hvat nú um man setti eina tíðaravmarking á, at t.d. sjálv stevnan ikki mátti taka meira enn 2 tímar? Altso okkurt a la at man annaðhvørt setti harðar kravtíðir, ella (betri, haldi eg) fokuseraði uppá nakrar heilt fáar kappingar.

Man kundi fyristillað sær nakað so undarligt sum eina 200 metur firvalda stevnu. Ikki at eg sjálvur hevði melda tið (sum svimjari altso), men tað hevði verið skeg at sæð 🙂

Tvætl, eg skal ikki júka víðari um hetta, tí tað var sum sagt bara ein tanki. Um tað at tað ofta er ov langt millum stevnurnar, til at fólk kunnu ‘fylgja við’ sum í fótbólti. Og at vit kanska høvdu sæð fólk svomið kappingar sum tey annars ikki plaga at svimja, um har ikki var so nógv annað at velja í millum.

Tunga takið hevði sjálvsagt verið hjá teimum sum skuldu skipa fyri. Men hitt, tað er jú nærmast sett í system sum er, við góðum ferðasambandi leygardagar, og hasar ókeypis ferðirnar sum feløgini fáa gjøgnum ÍSF.

Hvat halda tit ?