Klaksvíkar Kommuna bjóðar til móttøku í býráðshøllini í Klaksvík í kvøld, mánadag 7. mai kl 18:00, at heiðra føroya skjótasta svimjara, Kristiani Olsen úr Ægir.
Category: Kapping
Nú er greitt hvat okkara svimja á Oyggjaleikum
Svimjisamband Føroya hevur lagt út eitt skema her á heimasíðu síni, har vit síggja hvat tey 17 úr Føroyum skulu svimja á Oyggjaleikum. Sum heild viðførir stóri hópurin, saman við avmarkingina á 2 luttakarar úr hvørjum landi í hvørjari grein, at svimjararnir hesuferð kunnu loyva sær at fokusera á sínar absoluttu sergreinir, heldur enn at royna eftir (ov) nógvum heiðursmerkjum.
Til dømis er tað áhugavert at síggja at Pál svimur bara tríggjar kappingar, hóast hann er kvalifiseraður í minst tveimum afturat (200 bringu og 100 blandað, sum hann kláraði kravtíðina í á FM). Ikki at tað ger nakað, tí hann er so avgjørt kvalifiseraður í teimum sum hann svimur, samstundis sum vónirnar fyri heiðursmerki í hinum báðum eru heldur veikar.
Yvirhøvur eru svimjararnir tilmeldaðir í 2-3 kappingum, undantikið Shaila millum Garðarnar, sum svimur 4 kappingar, og stóra undantakið Elspa Mørkøre, sum luttekur í heilum 6 kappingum. Men her skal jú sigast, at Elspa Mørkøre sum kunnugt hevur betri tilmeldingartíð í minst 5 kappingum, enn tann tíðin sum vann gull á seinastu Oyggjaleikum 🙂
Føroyski hópurin er lukkutíð fult umboðaður í liðsvimjingunum, har vit alt annað líka burdu havt góðan kjans at vinna heiðursmerki. Nú veit eg ikki um tað yvirhøvur er loyvt at melda 2 lið úr sama landi til somu kapping; men støðan er í øllum førum at vit ‘bara’ hava éina til hvørja kapping, og at hesir framúr svimjarar tí veruliga mugu svimja seg á liðið.
Her eru tilmeldingarnar, skrivaðar av heimasíðuni hjá Svimjisambandið Føroya.
Kvinnur
Kvinnur | 50 fr | 50 br | 50 ry | 50 fi | 100 fr | 100 br | 100 ry | 100 fi | 100 bl | 200 fr | 200 br | 200 ry | 200 bl | 400 fr | 800 fr |
Malan V. Bærendsen | x | x | x | ||||||||||||
Shaila millum Garðarnar | x | x | x | x | |||||||||||
Lisbeth L. Joensen | x | x | |||||||||||||
Elspa Mørkøre | x | x | x | x | x | x | |||||||||
Karina Petersen | x | x | |||||||||||||
Bjørg Seloy | x | x | |||||||||||||
Mona Simonsen | x | x | |||||||||||||
Jutta Thomsen | x | x | x | ||||||||||||
Tilsamans | 2 | 2 | 2 | 1 | 2 | 2 | 2 | 1 | 1 | 2 | 1 | 1 | 1 | 2 | 2 |
Menn
Menn | 50 fr | 50 br | 50 ry | 50 fi | 100 fr | 100 br | 100 ry | 100 fi | 100 bl | 200 fr | 200 br | 200 ry | 200 bl | 400 fr | 1500 fr |
Andrass Thomsen | x | x | x | ||||||||||||
Beinir E. Danielsen | x | x | |||||||||||||
Dánjal M. Hofgaard | x | x | |||||||||||||
Kári J. á Høvdanum | x | x | x | ||||||||||||
Pál Joensen | x | x | x | ||||||||||||
Jákup Ø. Mohr | x | x | |||||||||||||
Pauli Ø. Mohr | x | ||||||||||||||
Kristian Olsen | x | x | |||||||||||||
Høgni Miné-Rasmussen | x | x | |||||||||||||
Tilsamans | 2 | 2 | 1 | 0 | 2 | 1 | 1 | 0 | 2 | 2 | 1 | 2 | 0 | 2 | 2 |
Liðsvimjingar
Lið | 4×50 fr | 4×50 bl | 4×100 fr | 4×100 bl |
Kvinnur | x | x | x | x |
Menn | x | x | x | x |
Tilsamans | 2 | 2 | 2 | 2 |
(fr = frí, br = bringa, ry = rygg, fi = firvald, bl = blandað)
Dåm ?
Vit eru nøkur foreldur, sum fara niður til Dåm í Ringe tann 16-17 juni við 4 gentum í bólki 2, eg sum foreldur ,havi fingi nakrar ferðir, at vita at støði er so høgt í Dåm kappingini ,at tað ikki skæl vera gott fyri hesar ungu dámur at fara hendan túrin, sjálv meini eg at tær eru so væl fyri at , tað er bara gott fyri tær at royna naka nýtt innan fyri svimjing, veit nakar um Dåm fra fjør av ella okkurt um tað…..:)
Hvat við teimum næstbestu ?
Hallow tit !
Er nøkur framtíð fyri tey næstbestu ? Hví er ongin kapping fyri teir elstu svimjararnar uttan luttøku av unglingunum ? og hvat við teimum sum “næstan kláraðu oyggjaleikaluttøku ?
Føroysk svimjing er bert fyri 3 – 5 teir bestu svimjarar vit eiga. Við vegamót ið “liggja” einir 20 svimjarar sum ongan góðan eiga. !!
Skal tað ikki verða kapping fyri tey sum ikki klára OYL-kravið ?
Hvat við unglingunum ? Hví er onki unglingalandlið ?
Kann nakrar svara - og hvar er SSF ????
Speglið tykkum í hinum ítróttargreinunum !!!
Hvør tímir at sita til Gallaveitslu og hoyra somu 2 nøvn ár eftir ár verða lisin upp ?
Takið tykkum saman !!!!!
UM 2007
frid viðmerkti her:
“Ja eitt super FM. Tillukku, vit eiga góðar og evnaríkar svimjarar…Latið okkum gera alt so gott fyri teir so teir hava hug at halda fram..
UM 2007 verður so síðst í mánaðinum, eitt sindur øvugt at hava UM eftir FM.
Men hvar verður UM, onkur segði í Vági, tað fái eg ikki at passa, tí mær vitandi eru ikki el tíðir har ?
Fyri ca. einum árið síðan bleiv viðtikið á SSF fundi í Havn at allar meistarakappingar skullu verða við el tíðum, og sjálvandi skal tað tað, alt annað er a ov tilfeldugt.”
Gudmundur og Ottar eisini úttiknir til Oyggjaleikir
Fyrstaliðsvenjarin hjá FLOT, Ottar í Hjøllum, varð eisini úttikin til Oyggjaleikir, sunnudagin. Ikki í svimjing (hóast hann faktiskt luttók fyri FLOT á FM í svimjing, sama dag), men í triathlon. Hann fekk fjórða og seinasta pláss hjá monnum til Oyggjaleikir, meðan ein annar svimjiveteranur, Gudmundur Joensen úr HS, fekk fyrsta. Og undirritaði sleppi eisini við, heilt uttan at fáa sveittan fram 🙂
Úrslitini frá úttøkukappingini í triathlon síggjast her á alnetinum. Men eg kann kanska stutt at draga saman um her niðanfyri:
Navn | 1500m svimjing | Skift | 40km súkkling | Skift | 10km renning | Tilsamans |
Gudmundur Joensen | 0:20:53 | 0:01:31 | 1:13:07 | 0:00:25 | 0:39:22 | 2:15:18 |
Áslakur Nesá | 0:29:00 | 0:01:52 | 1:07:35 | 0:00:17 | 0:38:43 | 2:17:27 |
Andrass Joensen | 0:26:35 | 0:01:40 | 1:09:57 | 0:00:27 | 0:41:06 | 2:19:45 |
Ottar í Hjøllum | 0:21:54 | 0:02:08 | 1:15:50 | 0:00:28 | 0:46:53 | 2:27:13 |
Evald Rasmussen | 0:25:17 | 0:01:29 | 1:23:08 | 0:00:34 | 0:47:52 | 2:38:20 |
Súsanna Skylv | 0:21:51 | 0:03:09 | 1:20:14 | 0:00:33 | 0:43:29 | 2:29:16 |
Saman um tikið vórðu øll av hesum úttikin uttan Evald, sum tó kann troysta seg við at hann eftir øllum at døma skal við til Rhodos sum svimjidómari. Tvær raskar gentur afturat eru í triathlon-hópinum, sum til dagliga venja og kappast og vinna í Danmark.
Sjálvur skal eg við sum venjari og liðleiðari hjá teimum.
Samandráttur av FM 2007
Hetta FM var einastandandi hvat dygd og breidd viðvíkur. Eg havi fyribils talt 14 føroysk met, 21 bólkamet, 37 ferðir at svimjari kláraði minst éina ferð undir oyggjaleikakravtíðina í eini grein, og 8 ferðir at vinnaratíðin á FM varð betri enn vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2005. Oyggjaleikahópurin er við 9 dreingjum og 8 gentum metstórur í ár, og saman um tikið hava tey tilsamans 12 bestu tíðir sum eru betri enn vinnaratíðin á síðstu Oyggjaleikum. Umframt nógv føri har tey eru heilt nær at gullinum.
Hetta eru tær góðu tíðir sum eg fyribils havi funnið úr rúgvuni, við at granska viðfesta úrslitalista frá FM 2007. Tær sum standa á listanum burdu passa, men gev gætur at eg mest sannlíkt havi yvirsæð nøkur bólkamet, og kanska annað eisini. Ørminnist at Turið setti meira enn eitt bólkamet, og møguliga Alvi eisini. Rættið í viðmerkingunum, so rætti eg tað á listunum eisini 🙂
14 føroysk met:
- 50 firvald kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 29.89
- 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
- 50 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 27.29
- 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
- 100 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 59.37
- 200 bringa kvinnur, Malan V. Bærendsen, 2:45.52
- 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
- 50 frí menn, Kristian Olsen, 23.97
- 100 frí menn, Kristian Olsen, 52.49
- 400 frí kvinnur, Jutta Thomsen, 4:23.83
- 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
- 4×50 frí kvinnur, TS, 1:51.66
- 4×100 frí kvinnur, TS, 4:04.77
- 4×100 blandað kvinnur, TS, 4:34.94
Minst 21 bólkamet:
- 50 firvald menn B5, Pál Joensen, 0:26.74
- 50 rygg kvinnur B5, Elspa Mørkøre, 29.77
- 50 rygg menn B3, Magnus Jákupsson, 0:33.52
- 50 rygg menn B5, Kári J. á Høvdanum, 27.29
- 100 rygg kvinnur B5, Elspa Mørkøre, 1:04.12
- 100 rygg menn B2, Alvi Hjelm 1:23.10
- 100 rygg menn B5, Kári J. á Høvdanum, 59.37
- 200 rygg kvinnur B2, Jonna Bjartalíð Thomsen, 2:54.46
- 100 bringa kvinnur B5, Malan V. Bærendsen, 1:17.87
- 200 bringa kvinnur B5, Malan V. Bærendsen, 2:45.52
- 50 frí kvinnur B4, Guðrun H. Jacobsen, 0:30.66
- 50 frí kvinnur B5, Elspa Mørkøre, 26.91
- 50 frí menn B2, Alvi Hjelm, 31.47
- 50 frí menn B5, Pál Joensen, 0:26.74
- 100 frí kvinnur B2, Turið Christiansen, 1:10.37
- 200 frí kvinnur B2, Turið Christiansen, 2:35.99
- 200 frí menn B2, Alvi Hjelm, 2:29.89
- 400 frí menn B5, Pál Joensen, 4:00.31
- 100 blandað menn B5, Pál Joensen, 1:01.94
- 200 blandað menn B5, Pál Joensen, 2:12.81
- 4×50 frí kvinnur B2, Reki, 2:20.93
Minst 37 ferðir undir oyggjaleikakravtíð:
- 200 firvald kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 2:30.23
- 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
- 50 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 27.29
- 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
- 100 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 59.37
- 200 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:25.83
- 200 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 2:08.20
- 50 bringa menn, Beinir E. Danielsen
- 50 bringa menn, Dánjal Martin Hofgaard, 31.45
- 200 bringa kvinnur, Malan V. Bærendsen, 2:45.52
- 200 bringa menn, Pál Joensen, 2:27.41
- 200 bringa menn, Jákup Øssursson, 2:28.54
- 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
- 50 frí kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 27.53
- 50 frí menn, Kristian Olsen, 23.97
- 50 frí menn, Pauli Ø. Mohr, 24.52
- 50 frí menn, Beinir E. Danielsen, 24.66
- 100 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 58.38
- 100 frí kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 59.45
- 100 frí kvinnur, Jutta Thomsen 1:00.93
- 100 frí menn, Kristian Olsen, 52.49
- 200 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:04.48
- 200 frí kvinnur, Mona Simonsen, 2:10.32
- 400 frí kvinnur, Jutta Thomsen, 4:23.83
- 400 frí kvinnur, Mona Simonsen, 4:30.99
- 400 frí kvinnur, Anna Kathrina Eysturberg, 4:35.66
- 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
- 400 frí menn, Andrass Thomsen, 4:07.40
- 800 frí kvinnur, Mona Simonsen, 9:14.73
- 1500 frí menn, Pál Joensen, 17:08.81
- 100 blandað kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:08.55
- 100 blandað kvinnur, Lisbeth L. Joensen, 1:10.12
- 100 blandað menn, Pál Joensen, 1:01.94
- 100 blandað menn, Beinir E. Danielsen, 1:02.08
- 100 blandað menn, Andrass Thomsen, 1:02.33
- 100 blandað menn, Pauli Ø. Mohr, 1:02.67
- 200 blandað kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:26.97
8 ferðir FM-vinnari skjótari enn Oyggjaleikavinnari 2005:
- 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
- 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
- 50 bringa menn, Beinir E. Danielsen, 30.67
- 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
- 100 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 58.38
- 200 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:04.48
- 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
- 4×50 frí kvinnur, TS, 1:51.66
Metnógvir 17 svimjarar úttiknir til Oyggjaleikir 2007:
- Elspa Mørkøre, FS
- Karina Petersen, HS
- Høgni Miné-Rasmussen, HS
- Bjørg Seloy, HS
- Andrass Thomsen, HS
- Dánjal Martin Hofgaard, TS
- Beinir E. Danielsen, FLOT
- Pál Joensen, VS
- Malan Vitalis Bærendsen, TS
- Mona Simonsen, TS
- Shaila millum Garðarnar, TS
- Lisbeth L. Joensen, HS
- Jutta Thomsen, TS
- Jákup Øssursson, FS
- Kári J. á Høvdanum, FS
- Kristian Olsen, Ægir
- Pauli Ø. Mohr, FS
Minst 12 ferðir hava aktivir, føroyskir oyggjaleikaluttakarar skjótari persónligt met enn tann tíð sum gav gull á Oyggjaleikum 2005:
- 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
- 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
- 200 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:18.11
- 50 bringa kvinnur, Karina Petersen, 34.97
- 50 bringa menn, Beinir E. Danielsen, 31.11
- 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
- 100 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 58.25
- 200 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:04.48
- 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
- 800 frí kvinnur, Jutta Thomsen, 9:08.02
- 1500 frí menn, Pál Joensen, 15:56.21
- 4×50 frí kvinnur, TS, 1:51.66
12 gull í svimjing á Oyggjaleikum? Tað vildi verið ófatiliga skeg 🙂
Kristian undir 24 í 50 frí
So reyk metið hjá Heina Rasmussen endiliga! Kristian Olsen úr Ægir varð við 23.97 fyrsti føroyingur nakrantíð undir 24 í 50 frí (ella fyri tann skyld í nakrari svimjigrein yvirhøvur), og øll høllin var á gosi. Lítla løtu seinni gjørdu tvørágenturnar hattrick við at taka triðja av trimum møguligum føroyskum metum frá landsliðnum. Eitt fantastiskt kvøld!
Teir vóru minst tríggir sum vóru kvalifiseraðir at fara undir 24 í 50 frí í finaluni í kvøld, umframt nakrir sum kundu koma nær. Sum onkur á kantinum segði, so mundi akkurát hendan finalan hava verið tann skjótasta nakrantíð í føroyskari svimjisøgu, har ‘spakuligasti’ svimjari hevði eina tíð á 25.1 frá teimum innleiðandi riðlunum.
Men eg haldi at eg tori at siga, at tey allarflestu í kvøld unntu Kristian at fara fyrst niður um tey 24, líka mikið hvat felag tey komu frá. Tí Kristian hevur um nakar roynt at taka akkurát hetta met – og hevur verið so nær – í eftirhondini fleiri ár. Nú hevur hann so latið dyrnar upp, og vita eftir um ikki allir koma skramblandi niður á 23 nú.
So vóru tað tær frá Tvøroyri av. Full drøn á kassan, og burtur við triðja met hjá landsliðnum. Fyrsta sum Jón (landsliðsvenjarin) segði við meg aftaná, var at tær egentliga vóru átta sum áttu hatta metið: Tær fýra av Tvøroyri sum settu metið, og tær fýra úr Havn sum pressaðu tvørágenturnar allan vegin.
Og tá varð føroyska metið í 50 frí enntá sett á eini heilt aðrari geil, hvørki av teimum á Tvøroyri ella av teimum úr Havn, men av Elspu Mørkøre úr Gøtu, sum svam fyri Fuglafjarðar Svimjifelag! Ófatiligt.
Og so var tað alt hitt. Pál Joensen mundi svomið undir 4 minuttir í 400 frí, men kann um ikki annað breggja sær av at svimja 4:00 á teininum (4:00.33 eot… havi ikki offisiellan lista enn). Kári á Høvdanum setti føroyskt met í 50 rygg. Beinir Danielsen úr Rituvík vann ein harðan dyst í 50 bringu. Malan V. Bærendsen svam 200 bringu flott, eftir at hava sett met á teininum um morgunin. Og mangt annað.
Kanska mest avgerandi fyri øll, var tá ið oyggjaleikahópurin alment varð tikin út. Tey endaðu við at verða 9 dreingir og 8 gentur, eftir at Andrass Thomsen endliga endurkvalifiseraði seg, við at svimja 400 frí á 4.08. Hann var annars ivasamur, við tað at spurningur var um kvalifikatiónin frá í fjør var gyldug longur, eftir at hann av ymskum ávum helt ein heldur longri steðg í vetur.
Nógv er eftir at fortelja um, men nú má eg eta og so koyra børnini heim aftur á Toftir og í song. Tað verður so allarhelst ikki í kvøld, og heldur ikki fyrst í morgin, men vónandi einaferð í annaðkvøld. Lesið annars á tsvim.com, ssf.fo, flot.info, sport.fo og hvørjar aðrar sum nú eru, og hyggið at 3-2. Besta FM nakrantíð 🙂
Nú eru tey 8 og 8 sum fara til Oyggjaleikir
Lisbeth L. Joensen úr Havnar Svimjifelag kláraði kravtíðina til Oyggjaleikir í 100 blandað, og Malan V. Bærendsen úr Tvøroyrar Svimjifelag gjørdi eitt ordans hál við bæði at klára kravtíðina í 100 bringu, og taka gamla metið har frá Maiken Petersen.
5 dreingir svumu undir 25 í innleiðandi 50 frí, og teir eru eisini nógvir um boðið í 50 bringu. Umframt alt møguligt spennandi í øðrum kappingum eisini. So folkens, nú er at fara niðan at hyggja kl 16, tí har verða øgiligir dystir og óivað okkurt met eisini.
Sjálvur skal eg niðan nú kl 13 at taka tíð í sambandi við úttøkukappingina hjá føroysku triathletunum, og nái so vónandi at renna aftur til teir 50 bringu hjá Beinir Danielsen og øllum hinum. Beinir ætlar sær undir 30 sekund, og hinir ætla vist nokk at vinna á honum, so tað <strong>má</strong> síggjast, um tað yvirhøvur ber til (fyrsta finala í kvøld).
Og teir eru nógvir sum ætla sær undir 24 í 50 frí eisini. Sum sagt svumu nógvir undir 25 sekund, og teir eru í øllum førum tríggir sum hava góðan møguleika at fara undir 24. Føroyska metið er 24.05, og minnist til at Kristian Olsen tók gamla metið á dupulta teininum, fyrrakvøldið!
Ná, má renna… her verður nógv skrivað einaferð seinni í kvøld, ella í morgin.
Til lukku Lisbeth, Malan, og øll hini sum til nú hava klárað kravtíðirnar. Og pøj pøj Andrass, Petur, Guðrun, …
Elspa settu aftur met í morgun
Stóri spurningurin í kvøld er um Elspa fer at svimja undir 27 sekund í 50 frí í kvøld, eftir at hon betraði sítt egna met í morgun frá 27.16 til 27.02. Og um Beinir ella Pál fara undir minuttin í 100 blandað, Pál undir minuttin í 100 firvald, osfr osfr. Enn ein góður dagur 🙂
Eg skal vera frásøgufólk hjá SVF í kvøld, og nái tí ikki at skriva meira beint nú. Men tað er bara at hyggja av SVF nú kl 18-20, ella (enn betur) koma niðan í høllina at heppa, tí har verður eldur í í kvøld. Harðar orrustur í 100 firvald, 200 firvald, 100 bringu, 100 blandað, 50 frí og kanska 200 og 400 frí eisini, umframt uppvísningssvimjing í 50 rygg, 200 rygg og 400 blandað. Met eru næstan garanteraði.
Vit síggjast !