Kina ringasta úrslit í 15 ár

Kinesiski landsliðsvenjarin Zhang Yadong sigur at hann fer ikki at mótmæla, um stjórarnir hjá honum loysa hann úr starvi, nú eftir ringa úrslitið í Melbourne. Tað varð einans til éina silvur og éina bronsu á HM, sum er ringasta úrslit hjá Kina í 15 ár. Landsliðsvenjarin heldur orsøkina vera avoldaðar venjingarhættir, og loysnin skal tí verða at fáa útlendskar venjarar til Kina, umframt at senda kinesiskar svimjarar uttanlanda.

Sum dømi nevnir 400 metur svimjarin Zhang Lin, at hann og koreanski Tae-Hwan Park vóru líka góðir, inntil Park fór til Avstraliu at venja. Park vann sum kunnugt gull í 400 frí og bronsu í 200 frí í Melbourne. Eitt annað dømi er Wu Peng, sum vann silvur langt eftir Michal Phelps í 200 firvald. Hann fer næsta mánaða til USA at venja saman við Phelps, fyri at læra.

Hetta við at fara til USA er veruliga blivið gongda leiðin hjá heimsstjørnunum í dag. Sat og hugdi at upptøkuni frá Melbourne í gjár (runt teir 200 firvald hjá Phelps), og fangaði tilfeldigvís at kommentatorarnir nevndu at breiddin ‘sum teir høvdu spátt frammanundan’ varð blivin nógv størri í dag. Haldi tað var í teimum 200 frí hjá kvinnum, har so gott sum øll finalan var evropeisk. Tá forkláraðu teir hesa gongdina við, at fleiri og fleiri svimjarar fóru til USA at svimja á college.

Her eru upprunatíðindini á swimnews.com

Speedo og onnur heiðra Michael Phelps

Speedo hevur eina heilsíðulýsing við Phelps í mest lisnu avísirnar í USA í dag, “USA Today” og “New York Times”. NBC kallar hann “the greatest athlete on the planet”, ESPN.com sigur at hansara bragd var “the greatest swim performance ever”, og Yahoo kallar hann “the person of the week”.

Speedo hevur enntá eitt heilt avsnitt í nethandli sínum á www.speedousa.com, har man kann keypa ta kappingar- og venjingarútgerð sum Phelps brúkar. Alt frá kappingardrakt til blusu, ryggsekk, hondplátur og fitjur. Og tey hava lagt video av teimum 7 gullheiðursmerkjunum og 5 einstaklinga-heimsmetunum hjá honum her, online á heimasíðuni.
Continue reading Speedo og onnur heiðra Michael Phelps

Tríggir teir síðstu dagarnir á HM

Sum nevnt so steðgaði heimasíðan her eitt sindur upp í vikuskiftinum, vegna svimjistevna í Klaksvík. Eg má tí heldur skunda mær at draga saman um hesar seinastu dagarnar, har Pál svam flott føroyskt met í 1500 frí, meðan Hackett ikki kláraði at vinna sítt fimta HM í somu grein á rað, og Phelps mátti síggja vónirnar um 8 gullheiðursmerki fara uttan at hava nakra ávirkan á tað sjálvur.

Pál svam teir 1500 frí á 16:23.56 sum var meira enn 10 sekund skjótari enn gamla metið. Harvið settu føroysku svimjararnir 6 føroysk met, og svumu faktiskt bestu tíðir í allarflestu kappingum. Øll fýra settu føroyskt met, og sum heild er hetta óvanliga flott klárað av teimum øllum, umframt av teimum sum vóru teimum til hjálpar.

Kap. Dagf. Grein Riðil Geil Svimjari Tilm.tíð Úrslit Gev gætur
2 25/3 400 frí 3/10 5 Pál Joensen 4:10.76 4:08.40 Føroyskt met
5 25/3 400 fri 3/9 7 Jutta Thomsen 4:36.52 4:36.15
5 25/3 400 frí 3/9 1 Mona Simonsen 4:40.94 4:34.47 Persónligt met
10 26/3 200 frí 5/15 7 Pál Joensen 1:59.41 1:59.82
16 27/3 200 frí 3/14 7 Jutta Thomsen 2:16.01 2:10.81 Føroyskt met
16 27/3 200 frí 4/14 8 Mona Simonsen 2:17.28 2:12.45 Persónligt met
17 27/3 800 frí 2/6 8 Pál Joensen 8:49.89 8:30.31 Føroyskt met
19 28/3 100 frí 6/22 4 Kristian Olsen 55.55 54.43 Føroyskt met
19 28/3 100 frí 8/22 2 Pál Joensen 56.43 55.07 Persónligt met
22 29/3 100 frí 5/18 8 Mona Simonsen 1:04.33 1:03.01 Persónligt met
28 30/3 50 frí 7/24 6 Kristian Olsen 24.56 24.65
28 30/3 50 frí 14/24 8 Pál Joensen 26.88 26.03 Persónligt met
29 30/3 800 frí 2/7 3 Jutta Thomsen 9:33.64 9:32.79 Persónligt met
29 30/3 800 frí 2/7 6 Mona Simonsen 9:35.39 9:18.65 Føroyskt met
36 31/3 1500 frí 4/7 5 Pál Joensen 16:33.14 16:23.56 Føroyskt met

Hvat heimsstjørnunum viðvíkur, so vórðu seinastu dagarnir eisini áhugaverdir. Svenski veteranurin Therese Alshammar vann gull í 50 firvald (setti CR í semifinaluni), og silvur í 50 frí (hon er fødd í 1977, altso eini 30 ár nú), og landsmaðurin Stefan Nystrand vann bronsu í 50 frí. Michael Phelps vann á Ian Crocker í 100 frí. Kate Ziegler vann á Laure Manaudou í 800 frí. Avstralska kvinnustafettin í 4×100 blandað setti heimsmet. Amerikansku Michael Phelps og Katie Hoff setti bæði heimsmet í 400 blandað.

Og sjokk/gølur vóru eisini. Kamphanarnir Grant Hackett og Larsen Jensen nyttaðu báðir einki tá ið tað kom til stykkis, hóast spádómurin hjá Hackett varð til veruleiki, at 7 fóru undir 15 minuttir í 1500 frí. Ian Crocker diskaði amerikansku stafettina í 4 x 100 blandað, sum gjørdi at Michael Phelps harvið ikki kundi náa tey metnógvu 8 gullheiðursmerkini.

Men sum heild man hetta hava verið eitt heilt serligt HM, bæði fyri føroyingar og fyri heimin sum heild. 6 føroysk met og eini 15 heimsmet, umframt ein rúgva av ‘championship records’ (CR- besta tíð svomin á einum HM). Ein einastandandi Michael Phelps, sum tangeraði metið hjá Mark Spitz ,og vegna sítt fjølbroytni verður hildin at hava framt eitt tað størsta bragdið nakrantíð.

Soleiðis vórðu seinastu heiðursmerkini býtt:

Leygardag

50 firvald kvinnur

  1. Therese Alshammar (SWE), 25.91
  2. Danni Miatke (AUS), 26.05
  3. Inge Dekker (NED), 26.11

50 frí menn

  1. Benjamin Tobriner-Wildman (USA), 21.88
  2. Cullen Jones (USA), 21.94
  3. Stefan Nystrand (SWE), 21.97

200 rygg kvinnur

  1. Margaret Hoelzer (USA), 2:07.16 (CR)
  2. Kirsty Coventry (ZIM), 2:07.54
  3. Reiko Nakamura (JPN), 2:08.54

100 firvald menn

  1. Michael Phelps (USA), 50.77
  2. Ian Crocker (USA), 50.82
  3. Albert Subirats Altes (VEN), 51.82

800 frí kvinnur

  1. Kate Ziegler (USA), 8:18.52 (CR)
  2. Laure Manaudou (FRA), 8:18.80
  3. Hayley Piersol (USA), 8:26.41

4 x 100 blandað kvinnur

  1. Avstralia, 3:55.74 (WR)
  2. USA, 3:58.31
  3. Kina, 4:01.97

Sunnudag

50 rygg menn

  1. Gerhard Zandberg (RSA), 24.98
  2. Thomas Rupprath (GER), 25.20
  3. Liam Tancock (GBR), 25.23

50 bringa kvinnur

  1. Jessica Hardy (USA), 30.63
  2. Leisel Jones (AUS), 30.70
  3. Tara Kirk (USA), 31.05

400 blandað menn

  1. Michael Phelps (USA), 4:06.22 (WR)
  2. Ryan Locthe (USA), 4:09.74
  3. Luca Marin (ITA), 4:09.88

50 frí kvinnur

  1. Lisbeth Lenton (AUS), 24.53
  2. Therese Alshammar (SWE), 24.62
  3. Marleen Veldhuis (NED), 24.70

1500 frí menn

  1. Mateusz Sawrymowicz (POL), 14.45.94
  2. Yury Prilukov (RUS), 14:47.29
  3. David Davies (GRB), 14:51.21
  4. Larsen Jensen (USA), 14:52.98
  5. Federico Colbertaldo (ITA), 14:56.22
  6. Craig Stevens (AUS), 14:59.11
  7. Grant Hackett (AUS), 14:59.59
  8. Erik Vendt (USA), 15:07.76

400 blandað kvinnur

  1. Karie Hoff (USA), 4:32.89 (WR)
  2. Yana Martynova (RUS), 4:40.14
  3. Stephanie Rice (AUS), 4:41.19

4 x 100 blandað menn

  1. Avstralia 3:34.93
  2. Japan, 3:35.16
  3. Russland, 3:35.51

Libby Lenton sett heimsmet í 100 frí, ella hevur hon ?

Avstralska Libby Lenton hevur sum fyrsta kvinna svomið undir 53 sekund í 100 frí á langbana, nú eftir HM, tá ið hon luttók í kappingini ‘Duel in the Pool’ millum USA og Avstralia. Nú er spurningurin bara um heimsmetið verður góðkent, við tað at hon svam ímóti Michael Phelps. Tíðin varð 52.99.

FINA-reglurnar siga at svimjarar mugu ikki fáa hjálp til at seta røttu ferð, við til dømis at síggja ella hoyra millumtíðir, fáa tekn frá venjaranum, ella fáa hjálp frá øðrum svimjarum. Hetta hevur til nýliga verður tulkað sum at konufólk ikki kunnu seta met í kapping móti mannfólki, av tí at mannfólk jú yvirhøvur svimja skjótari enn konufólk, og tað tí er rímiliga lætt at finna ein sum kann svimja akkurát nóg skjótt til at hjálpa kvinnuni at svimja við met-ferð.

Men hesar reglur eru eftir øllum at døma broyttar ella í ferð við at verða broyttar. Talsmaður David Lyall hjá Swimming Avstralia sigur at tey hava verið í samband við FINA, og at tey eru optimistisk um at metið verður góðkent. Meðan onkur onnur kelda í FINA hevur sagt at umstøðurnar mugu kannast fyrst.

Í tíðindunum her á SwimNews verður so ein heilt annar spurningur settur afturat, um hvussu vítt avstraliarar fara at verða líka kritiskir inn á seg sjálvar nú, sum tá ið týska Britta Steffen í fjør setti verandi met í somu grein. Tá ivaðust týskir fjølmiðlar og avstraliarar nevniliga í um Steffen var ‘rein’, síðani hon kundi svimja so skjótt. Men nú svimur Lenton knappliga nógv skjótari, samstundis sum hon um nøkur sær ógvuliga maskulin út.

Lesið upprunatíðindini her á SwimNews

Herferð móti føroysku luttøkuni á HM

Nikki Dryden á swimnews.com hevur seinastu tríggjar dagarnar talað rættiliga harðliga at politikkinum hjá FINA, at veita fíggjarligan stuðul til veikari lond at luttaka á HM. Í tveimum teimum fyrstu greinunum (29. og 30. mars) sleppa vit føroyingar rættiliga snikkaleysir, við tað at hann fyrst og fremst leggur á ‘turistunum’ úr Afrika. Men í gjár er álopið rættað móti teimum 5 londunum sum FINA hevur stuðlað hóast tey ikki eru góðkend av Olympisku nevndini, og tá verður álopið jú beint á Føroyar, bæði so og so.

Fyrsta greinin eitur “Where are all the Women?“, har hann kritiserar at FINA ikki hevur kravt javnt býti millum menn og kvinnur á liðunum. Eftir øllum at døma betalir FINA fyri uppihald og flogferð hjá 4 svimjarum og 2 hjálparfólkum úr hvørjum landi, uttan at krevja at talan skal vera um t.d. 2 menn og 2 kvinnur. Og tí luttaka ein rúgva av londum bara við monnum.

Her er eingin orsøk hjá okkum at føla okkum rakt, við tað at Føroyar luttaka við 2 gentum og 2 dreingjum.

Næsta greinin eitur “Quantity Not Quality: FINA’s Strategy“, har hann leggur á at summi lond luttaka við reinum turistum. Nevnir onkran svimjara úr Ghana, føddur ár 1975, sum akkurát kláraði at svimja undir 4 minuttir í 200 bringu, bara fyri at verða kolldømdur. Og at nógvir rímiliga gamlir luttakarar fóru til Avstraliu fyri síðani at strika sína luttøku í seinastu løtu.

Nøkur citat:

“Why is there a 32 year old who goes a 3:58 in the 200 breast competing at the World Championships? How on earth is that helping to develop swimming in Ghana? I do not think it is. Instead, I think it’s a nice free trip to Australia for a bunch of men.”

“Of those 11, there were three 32 year olds, one 30 year old, and one guy aged 29. Why are they scratching from the 50 free? Too much shopping?”

Men aftur her er eingin orsøk hjá okkum at føla okkum rakt. “So all together, Faroe Isles are doing very, very well” 🙂

Triðja greinin “Money Can Be Spent More Wisely” rakar tó nógv meira plett, á eitt mál sum er ógvuliga eymt fyri okkum føroyingar. Nevniliga at vit ikki hava olympiskan limaskap. Dryden heldur her at FINA-pengarnir eru burturblakaðir, um stuðulin allíkavæl ikki kann føra til OL-luttøku, og tað kann man so diskutera. Talan er sambært Dryden um 5 lond, sum merkir at vit eru 20% av trupulleikanum.

Eg veit hvørki um maðurin er liðugur at skriva um hetta mál, ella um tað hevur nakran týdning fyri hvat fólk halda um politikkin hjá FINA. SwimNews er gott nokk ein tann størsta svimjiheimasíðan í heiminum, sum hevði til dømis 55.405 ‘pageviews’ í gjár, sambært mátingunum hjá Alexa. Men eingin sigur at fólk eru einig, bara tí at Dryden skrivar soleiðis. Vit føroyingar mugu bara royna at hava argumentini klár, ífall at onkur týðandi skuldi sett okkum somu spurningar.

Ella fáa okkum IOC-limaskap 🙂

Phelps náddi ikki tey 8 HM-gullini

Katastrofa! Michael Phelps kom so ræðuliga nær at seta met í tal av gullheiðursmerkjum á éinari stevnu, tá ið hann fyrst vann einstaklingakappingina í 100 firvald á Ian Crocker og síðani nú setti heimsmet í 400 blandað. Men áttanda og trygga heiðursmerkið í 4 x 100 blandað reyk vegna kolldøming, tá ið Ian Crocker tjóvstartaði í innleiðandi riðlinum.

Spurningurin er so hvør sum átti feilin í riðlinum: Firvaldasvimjarin Ian Crocker sum tjóvstartaði, ella bringusvimjarin Scott Usher sum svam beint áðrenn. Venjarar plaga at siga at ábyrgdin er hjá tí sum svimur áðrenn, við tað at næsti svimjari meira ella minni startar ‘blindt’, tá ið hin er komin so og so nær at vegginum, og tann sum svimur tí ikki má slækka av ella kiksa seinasta innslag. Men eg havi ikki sæð riðilin enn, og Eurosport tykist so avgjørt at geva Crocker skyldina.

Drápuliga ærgeligt hjá Michael Phelps, sum bara kundi sita og hyggja at. Hann svam nevniliga ikki innleiðandi riðilin (sum vanligt er, um man hevur nóg nógvar góðar til taks), og sat tí á áskoðaraplássunum meðan hinir kolldømdu seg. Skuldi sjálvsagt svimja í finaluni, tá ið teir komu so langt. Men OK, hann náddi so tey sjey, sum er tangering av gamla metinum hjá Mark Spitz.

Lesið upprunatíðindini á Eurosport

Ægir vann SUM 2007

Árliga SmáUnglinaMeistarastevnan var í Klaksvík nú í vikuskiftinum, har yngru bólkar okkara møttust úr øllum svimjifeløgum í landinum, at kappast um hvør ið skuldi verða føroyameistari ár 2007. Tað vórðu vertirnir úr Klaksvík sum vunnu flest heiðursmerki, við Reka á øðrum plássi og Vágs Svimjifelag á triðja. Serliga Alvi Hjelm úr Ægir gjørdi bart, við at vinna heili 9 gullheiðursmerki, harav ein rúgva var bólkamet.
Continue reading Ægir vann SUM 2007

SUM í vikuskiftinum

Árliga SmáUnglingaMestarastevnan er sum kunnugt í Klaksvík nú í vikuskiftinum, og tað er tí væntandi at hendan heimasíðan verður eitt sindur friðarlig komandi dagarnar, hóast HM, í øllum førum fyri mítt viðkomandi. Hetta tí at kappingarskráin er long har norðuri, og internetsambandið óvist.

Tað eru teir tríggir yngstu bólkarnir sum kappast, sum eru svimjarar frá umleið 1. til 6. klassa í fólkaskúlanum (tey elstu eru eini 12-13 ár). Vit byrja við upphiting nú kl 18, og kappast so frá 19 til 22 í kvøld, fyri síðani at byrja tíðliga í morgin, og so kappast aftur til einaferð út á kvøldið. Og so aftur sunnumorgunin til kl 10, og aftaná kirkjutíð til suðuroyingarnir mugu fara fyri at náa Smyril.

Væntandi verða serliga klaksvíkingar og leirvíkingar stinnir, umframt einstakir frá hinum feløgunum eisini. Men vit fáa at síggja; Reki og HS eru eitt sindur handicappað av at konfirmatión er í Leirvík og Tórshavn sunnudagin, og tað tí kann hugsast at tey missa onkran luttakara.

Kappingin er so vítt eg veit síðsti kjansur hjá teimum í hesum at kvalifisera seg til FM og DÅM (Danske ÅrgangsMesterskaber). Til FM krevst at man svimur minst eina bronsunálatíð, og til DÅM skal man klára donsku kvalifikatiónstíðirnar. Men um svimjarin kvalifiserar seg til FM, so er kanska ein eyka kjansur har at kvalifisera seg til DÅM.

Gev tó gætur, at tað ikki er 100% vist at SSF skipar fyri túri til DÅM aftur í ár. Ikki at eg veit at tey ikki gera tað, men eg veit heldur ikki um tey gera tað 🙂

Tvey heimsmet afturat í morgun

Tey eru nú komin uppá 12 heimsmet tilsamans, sum má vera nær metinum í heimsmetum á éinari stevnu. Amerikanski Ryan Lochte vann á heimsmethaldaranum Aaron Piersol (eisini úr USA), við at svimja 200 rygg á 1:54.32. Og amerikanska stafettin í 4 x 200 frí setti eisini heimsmet við tíðini 7:03.24.
Continue reading Tvey heimsmet afturat í morgun

Mona Simonsen sett met í 800 frí í nátt

Ja nú hava so øll fýra sett føroyskt met, sum eru til HM í Melbourne. Mona Simonsen úr TS svam teir 800 á 9:18.65, og betraði harvið gevaldiga um sína persónligu bestu tíð á 9:35.39. Hetta flutti hana eini 9 pláss fram á úrslitalistanum, frá 44 av 51 til 35 av 50. Kristian Olsen varð við 24.65 nýggju tíggjundapartar ov stuttur til at betra um sítt egna met í 50 frí, á 24.56.

Pál Joensen og Jutta Thomsen hava eisini svomið væl, um enn meira ‘deyðiligt’ enn Mona. Pál betraði seg frá 26.88 til 26.03, og Jutta frá 9:33.64 til 9:32.79. Hetta gav Pál eina endaliga plasering sum nr 115 av 191, og Jutta eina sum nr 42 av 50. Kristian Olsen endaði sum nr 77 av 191.

Jutta Thomsen átti forrestin føroyska metið í 800 frí, við teimum nevndu 9:33.64, sum hon svam á EJM á Mallorca í 2006. Báðar svumu tískil undir føroyska metið, um enn Mona gjørdi tað væl ógvusligari enn Jutta.

Saman um tikið hava føroyingarnir nú sett 5 føroyskt met á HM í Melbourne. Jutta Thomsen í 200 frí við 2:10.81, Mona Simonsen í 800 frí við 9:18.65, Kristian Olsen í 100 frí við 54.43, og Pál Joensen í 400 frí við 4:08.40 og 800 frí við 8:30.31. Éin kapping er eftir at svimja, sum er Pál í 1500 frí, har hann mest sannlíkt kann seta føroyskt met eisini.