Innbjóðing til ABMS 2021

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2021 (ABMS 2021), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 30. apríl til 2. mai 2021.

ABMS 2018 í Klaksvík

Her manglar enn at fáa ásett lyklapersónar so sum kappingarleiðari og yvirdómari – tað verður væntandi heilt skjótt.

Við fyrivarni fyri støðuni við korona, sjálvsagt.

Nýtt um NMU, NOM og NM/NJM 2021

Limalondini í Nordic Swimming Federation eru nú í ferð við at formliga avtala dagfestingarnar fyri NMU, NOM og NM/NJM 2021, sum í løtuni standa til at skula verða:

  • NMU í Litava hin 10. og 11. juli 2021
  • NOM í Íslandi hin 8. til 10. oktober 2021
  • NM/NJM í Svøríki hin 3. til 5. desember 2021
city dawn sunset water
Photo by Erika Žigutytė on Pexels.com
Continue reading Nýtt um NMU, NOM og NM/NJM 2021

Ætlan kunngjørd fyri Danish Open 2021 – Nú stevna í tveimum

Dansk Svømmeunion hevur nú kunngjørt sína ætlan fyri Danish Open 2021, at verða í tveimum við fyrst FINA-góðkendari OL-úttøkustevnu við lutfalsliga hørðum kravtíðum hin 17. til 21. apríl, og síðani við lutfalsliga linari kravtíðum sum hjá seniorum til DM á langgeil til restina av svimjarunum hin 22. til 25. apríl.

Taastrup Svømmehal
Continue reading Ætlan kunngjørd fyri Danish Open 2021 – Nú stevna í tveimum

Pernille Blume klárað kravtíð til OL í 50 og 100 frí

Danska Pernille Blume kláraði í morgun at kvalifisera seg Olympisku Leikir í Tokyo, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Golden Tour stevnuni í Marseille svam 50 frí skjótast av tilmeldaðu kvinnum, 24.31 har kravtíðin er 24.71. Hetta er sambært SwimNews.dk skjótari enn nøkur onnur donsk kvinna nakrantíð hevur svomið, og er hon tí eisini rættiliga vís í at sleppa at forsvara sítt olympiska meistaraheiti í hesari grein, tá og um vit koma so langt sum til OL í Tokyo.

Í gjár kvalifiseraði Pernille Blume seg eisini á dupulta teininum, við at svimja fyrst 53.73 í innleiðandi og síðani 53.89 í A-finaluni, har hon endaði sum nr 5 av teimum tilsamans 43 tilmeldaðu. Danska kravtíðin er her 54.38 sekund, og eru tað nú hon umframt Signe Bro sum hava klárað hesa tíð, Signe við 53.83 frá OL-úttøkustevnuni í Vejle herfyri. Sí swimnews.dk

Avgjørt: OL í Tokyo verður uttan í øllum førum útlendskar áskoðarar

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá OL í Tokyo, so avgjørdu fyriskipararnir saman við almennu myndugleikunum í Tokyo og altjóða olympisku nevndini IOC á netfundi í gjár, at eingir útlendskir áskoðarar sleppa til ætlaðu Olympisku Leikir í Tokyo í summar. Hetta varð gjørt nú, so at útlendingar kunnu broyta sínar ferðaætlanir; og seinni verður so avgjørt at kanska banna eisini japanskar áskoðarar.

Úrslit frá FLOT, FS og Reysta-stevnuni í Klaksvík 20. mars 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum svimjifeløgini FLOT, Reysti og Fuglafjarðar Svimjifelag skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll í dag, leygardagin hin 20. mars 2021.

Hetta var kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum hesi eysturoyarfeløgini í felag skipaðu fyri í Klaksvík, tí at tað í hesi koronatið ikki ber so væl til at hava tilsvarandi kapping í skúlahyljum.

FLOT, FS og Reysta-stevna í Klaksvík

Gevið gætur, at einans kappingarnar yvir 50 og 100 metrar eru at rokna sum offisiellar kappingar sambært FINA-reglunum, meðan tær yvir 25 metrar vóru óoffisellar stuttleikakappingar. Somuleiðis vóru liðsvimjingarnar ‘bara’ óoffisiell stuttleikakapping, har svimjararnir vórðu bólkaðir uppá tvørs av feløgunum.

Tilsamans vóru tey heili 152 sum vóru tilmeldaði til hesa stevnu, og varð hon eisini skipað í bólkum sum máttu avgreiðast hvør sær, til at verja ímóti at ov nógv vóru í høllini í senn.

Startlisti til FLOT, FS og Reysta-stevnuna í Klaksvík 20. mars 2021

Her er startlistin til svimjistevnuna sum Fuglafjarðar Svimjifelag og svimjifeløgini FLOT og Reysti skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, fyri okkara yngstu aldursbólkar, nú leygardagin hin 20. mars 2021. Gevið gætur, at onkrar tillagingar eru í fyriskipanini, tí at tey eru so mong sum eru tilmeldaði.

Continue reading Startlisti til FLOT, FS og Reysta-stevnuna í Klaksvík 20. mars 2021

NMU verður mest sannlíkt í Litava 10. – 11. juli 2021

Íslendarar hava dagført sín kalendara her, og eg spurdi tí litavar. Og rætt her – Litavar ætla nú at hava Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021 hin 10. til 11. juli, í tann mun sum tað yvirhøvur ber til vegna hesa ólukku koronasótt, tó allarhelst í Kaunas ella Klaipėda, heldur enn í Vilnius.

city dawn sunset water
Photo by Erika Žigutytė on Pexels.com

Svimjisambandið hevur ikki enn ásett nakra úttøkuskipan til hesa stevnu, sum ísv EJM fyrst og fremst tí at alt enn er heldur ógreitt vegna korona.

Meira um hetta seinni.