Úttøkuskipan til EM 2021 í Budapest

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi EvropaMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 17. til 23. mai 2021.

Stutt sagt sama skipan sum til hesa somu stevnu í fjør, at vit ætla at taka út teir báðar svimjarar av hvørjum kyni, sum í kravtíðarskeiðnum klára bestu avrik yvir 700 FINA stig.

Sjálvsagt við fyrivarni fyri, at tað yvirhøvur ber til í hesi koronutíð.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link

SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021 nú góðkend OL-úttøkustevna

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú góðkent svimjistevnuna “SuSvim Open Apríl 2021” sum offisiella úttøkustevnu til OL í Tokyo 2021, ið er stevna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági hin 10. og 11. apríl 2021. Harvið kunnu føroyskir svimjarar vónandi og fyri fyrstu ferð nakrantíð royna eftir OL-úttøku her heima í Føroyum, nú danska úttøkuskipanin er broytt frá at kravtíðirnar skulu klárast á ávísum stevnum, til heldur at skula klárast innanfyri eitt kravtíðarskeið.

SuSvim Open April 2021 góðkend OL-úttøkustevna
Continue reading SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021 nú góðkend OL-úttøkustevna

Úrslit frá Ægir Open 20. – 21. februar 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open” sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 20. og 21. februar 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Ægir Open Februar 2021
Continue reading Úrslit frá Ægir Open 20. – 21. februar 2021

Signhild til OL-úttøkustevnu í Vejle 5. – 7. mars 2021

Danska svimjisambandið skipar hin 5. til 7. mars 2021 fyri OL-úttøkustevnu í Vejle, fyri teimum svimjarum sum eru nærmast donsku kravtíðunum til OL í Tokyo í summar.

Kravtíðirnar eru so mikið ógvusliga harðar til hesa úttøkustevnu, at tey yvirhøvur eru bara millum 1 og 8 sum eru tilmeldaði í hvørjari grein – harav føroyska Signhild Joensen úr Ægir er styrkismett sum nr 6 í 50 og 100 rygg, og nr 3 í 200 rygg.

startlistan her umframt tíðindi her á SwimNews.dk

Innbjóðing til SuSvim-stevnu í Vági 6. mars 2021

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 6. mars 2021, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4, sum upprunaliga skuldi verða í svimjihylinum í Tvøroyrar skúla, men sum nú vegna koronatilmælini er flutt til heldur at verða uppá tvørs í langhylinum í Vági.

Startlisti til Ægir Open 20. – 21. februar 2021

Her er startlistin til svimjistevnuna “Ægir Open”, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 20. og sunnudagin 21. februar. Startlistin sæst eisini her á livetiming.se, har eisini úrslit verða at síggja beinleiðis frá hesi stevnu.

OL-kravtíðirnar skulu nú klárast innan ávíst tíðarskeið, heldur enn á útvaldum stevnum

Hetta veit Politiken at siga – Upprunaliga skuldu donsku (og tí eisini føroysku) kravtíðirnar til OL í Tokyo 2020 klárast á annaðhvørt Danish Open í mars 2020 ella á Swim Open Stockholm í apríl 2020; men nú OL varð útsett til í 2021, so verður úttøkuskipanin broytt til heldur at brúka eitt kravtíðarskeið frá 1. februar til og við EM í Budapest sum endar hin 23. mai.

body of water across bridge during nighttime
Photo by Aleksandar Pasaric on Pexels.com

Avbjóðingin er sjálvsagt støðan við korona, har danir longu í januar vóru noyddir at útseta Danish Open 2021 í eina viku, og har sviar eisini í januar vóru noyddir at avmarka Swim Open Stockholm 2021 til 350 longu úttiknar svimjarar. Við møguleika fyri at báðar hesar stevnur kunnu órógvast enn meira, alt eftir hvussu gongst við koronafarsóttini.

Continue reading OL-kravtíðirnar skulu nú klárast innan ávíst tíðarskeið, heldur enn á útvaldum stevnum

EM 2021 verður, sigur Barelli

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá evropeiska svimjisambandinum LEN, so ætla tey enn at EM á langgeil 2021 skal verða sum ætlað í Budapest hin 10. til 23. mai 2021, um ikki støðan við korona gerst munandi verri.

“Within this context I want to reassure you by confirming that, unless of significant changes in the pandemic in Europe in the coming months, the Budapest European Aquatics Championships will be staged as planned this coming May 2021, going forward on its original dates and with the already announced schedules in each discipline.”

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link