Úrslit frá SuSvim Open 6. – 7. februar 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open hin 6. og 7. februar 2021, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Tilsamans vóru tey 80 íðkarar og 30 lið sum svumu seg til 508 úrslit í 36 kappingum, hesar tríggjar stevnupartarnar í Vági.

Vár E. Eidesgaard úr HS átti frægasta úrslitið av øllum sum var 17:28.07 og 677 FINA stig í 1500 frí, meðan Johan N. Dam úr HS átti besta úrslitið hjá mannfólkum, fyri 4:15.03 og 642 FINA stig í 400 frí.

Continue reading Úrslit frá SuSvim Open 6. – 7. februar 2021

Sarah Sjöström brotið armin

Svenska svimjistjørnan datt á glerinum í Stockholm nú sunnumorgunin, so illa at hon breyt armin og skal undir skurð í morgin. Hetta er sjálvsagt eitt eyka keðiligt tíðspunkt fyri hana, nú nakrar fáar mánaðir áðrenn ætlaða OL í Tokyo.

Stroyming frá SuSvim-stevnuni 6. – 7. februar 2021

Suðuroyar Svimjifelag skipar sum kunnugt fyri SuSvim Open í Páls Høll í Vági, nú í vikuskiftinum hin 6. og 7. februar. Vit ætla okkum at royna at stroyma frá stevnuni, sum í so fall sæst á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya.

Continue reading Stroyming frá SuSvim-stevnuni 6. – 7. februar 2021

Innbjóðing til Ægir-stevnu 20. og 21. februar 2021

Her er innbjóðing til svimjistevnuna Ægir Open, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 21. og 22. februar 2021. Hetta er svimjistevna har svimjararnir kappast allir í sama aldursbólki, um enn býtt sundur í menn og kvinnur.

Innbjóðing og tilmeldingarfíla finnast eisini her á livetiming.se

Stuttleikastevna í Klaksvík í dag

Ægir skipaði í dag fyri svimjistevnu í Klaksvíkar Svimjihøll, fyri okkara yngru aldursbólkar 1 til 4. Talan var um kapping sambært grein 1, stk. 2 í reglugerð SSF fyri svimjistevnur, sum ikki eru undir formligum eftirliti av SSF, og har eitt nú met tí ikki verða viðurkend.

Her er úrslitalistin frá Ægir-stevnuni, vit gera vart við at úrslitini eru ikki offisielt góðkend úrslit, men bara leiðbeinandi:

Úrvalsítrótturin fær slakar 2 milliónir krónur í 2021

Svimjingin fær tilsamans 450.000 krónur. 400.000 krónur eru játtaðar Hondbóltssambandinum til U19-landsliðið hjá monnum. Fimleikurin fær íalt 360.000 krónur, taekwondo fær tilsamans 350.000 krónur, Flogbóltssambandið fær samanlagt 200.000 krónur til U17/19 landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum – 100.000 krónur til hvørt liðið – og frælsi ítrótturin fær tilsamans 110.000 krónur. Samanlagt er talan um beinleiðis stuðul til 14 úrvalsíðkarar og 4 lið/bólkar.

Lesið her á isf.fo