USA kvinnur 3:44.52 og heimsmet í 4×100 blandað

Amerikansku Olivia Smoliga, Lilly King, Kelsi Dahlia og Erika Brown settu eftir øllum at døma nýtt heimsmet í 4×100 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið tær í ISL-finaluni í Budapest svumu hendan teinin uppá 3:44.52. Hetta var fyri ISL-liðið Cali Condors – í prinsippinum kundu tær fýra hava verið úr ymiskum londum; men av tí at tær nú allar eru úr USA, so kann hendan stafettin vist nokk teljast sum úr USA.

Mykhailo Romanchuk 7:25.73 og nýtt evropamet í 800 frí

Ukrainski Mykhailo Romanchuk setti í dag stórt nýtt evropeiskt met í 800 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í ISL-finaluni í Budapest svam hendan teinin uppá 7:25.73. Franski Yannick Agnel átti evropametið á 7:29.17, frá fronsku stuttgeilameistarastevnuni í Angers í 2012.

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so svam norski Henrik Christiansen eisini klárt undir nú farna evropametið, til at taka silvurið við tíðini 7:25.78 – altso meira enn trý sekund skjótari enn evropametið, og bara fimm hundraðpartar av einum sekundi frá tíðini hjá Romanchuk.

Kliment Kolesnikov 48.58 og nýtt heimsmet í 100 rygg

Russiski Kliment Kolesnikov setti í dag nýtt heimsmet í 100 metra ryggsvimjing á stuttgeil, í ISL-finaluni í Budapest, tá ið hann sum byrjandi ryggsvimjari í 4×100 blandað svam hesar fyrstu 100 rygg uppá 48.58 sekund. Kinesiski Jiayu Xu átti heimsmetið á 48.88 sekund, frá World Cup stevnu í Tokyo í 2018.

Caeleb Dressel 47.78 og nýtt heimsmet í 100 firvald

Amerikanski Caeleb Dressel setti í nýtt heimsmet í 100 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, og gjørdist fyrsti svimjari nakrantíð undir 48 sekund í hesi grein, tá ið hann vann ISL-finaluna í Budapest við tíðini 47.78 sekund. Suðurafrikanski Chad le Clos átti heimsmetið á 48.08 sekund, frá HM á stuttgeil í Windsor í 2016.

Íslendska meistarastevnan á stuttgeil avlýst vegna korona

Íslendska svimjisambandið kunngjørdi nú í dag, at tey tíverri noyðast at avlýsa allar sínar stevnur, tað sum eftir er av árinum, vegna støðuna við korona. Tey eru í teirri sera keðiligu støðu, at einans svimjarar føddir í 2005 ella seinni kunnu venja, meðan hini mugu bíða til í øllum førum 2. desember, tá ið tilmælini møguliga linkast.

Íslendska meistarastevnan skuldi eftir røttum hava verið nú farna vikuskiftið, men varð so fyrst útsett til heldur hin 18. til 20. desember, áðrenn hon nú varð avlýst.

Adam Peaty video-frásøgn frá tá ið hann setti heimsmet í 100 bringu

Eitt áhugavert innlit her, í hvussu dagurin hjá Adam Peaty var, tá ið hann nú í vikuskiftinum setti heimsmet í 100 metra bringusvimjing. Hvat hann át um morgunin, hvussu høllin í Budapest sær út, og so sjálvsagt frá sjálvari kappingini.

Caeleb Dressel 49.88 og nýtt heimsmet í 100 blandað

Amerikanski Caeleb Dressel setti í gjár nýtt heimsmet í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hann í ISL-dysti í Budapest svam teinin uppá 49.88 sekund. Russiski Vladimir Morozov átti heimsmetið á 50.26 frá World Cup stevnu í Eindhoven í 2018, og Dressel er sostatt eisini fyrsti svimjari nakrantíð undir 50 sekund í 100 blandað.

Úrslit frá FMS & JMS 2020

Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2020, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri saman við Havnar Svimjifelag, í Svimjihøllini í Gundadali hin 13. til 15. november 2020.

Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se

Continue reading Úrslit frá FMS & JMS 2020