Startlisti til FMS & JMS 2020

Her er luttøkulistin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2020, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Havnar Svimjifelag, í Svimjihøllini í Gundadali hin 13. til 15. november 2020.

Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Norska meistarastevnan á stuttgeil avlýst vegna korona

Norska svimjisambandið kunngjørdi í gjár, at tey í samráð við myndugleikarnar hava avgjørt at avlýsa norsku meistarastevnuna á stuttgeil, sum skuldi verða í Kjølnesbadet í Porsgrunn hin 12. til 15. november 2020. Hetta vegna støðuna við korona í landinum.

Porsgrunn. Image courtesy of Lars Iver Larsen, CC BY-SA 4.0

Tað vil siga, at av í øllum førum fýra norðurlendskum meistarastevnum sum upprunaliga skuldu verða hetta vikuskiftið, er bara okkara í Føroyum eftir, nú eisini sviar máttu avlýsa, og íslendingar máttu útseta til í desember.

Continue reading Norska meistarastevnan á stuttgeil avlýst vegna korona

FMS og JMS 2020 í skerdari útgávu vegna korona

Sum tit kunnu lesa her á in.fo, so fer Kringvarp Føroya ikki at senda frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2020.

Hetta er í fullari semju millum KVF og SSF, stutt sagt tí at vit verða noydd at kunna útseta FMS/JMS 2020 so gott sum upp á standandi fót, ífall at støðan við korona versnar.

Continue reading FMS og JMS 2020 í skerdari útgávu vegna korona

HS kvinnur 1:59.00 og føroyskt met í 4×50 blandað

HS kvinnur settu nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið tær á Ægir Open í Klaksvík hin 1. november 2020 svumu teinin uppá 1:59.00, har metið hjá teimum sjálvum var 2:00.16 frá HS-stevnu í mars 2019. Tær sum svumu, vóru Elisabeth Erlendsdóttur (rygg), Eyðrið Mortensen (bringa), Vár E. Eidesgaard (firvald) og Ronja Ró í Dímun (frí).