Alheims svimjistjørnur á veg til Budapest at kappast í 4½ viku

Nógvir av heimsins bestu svimjarar eru í hesum døgum á veg til Budapest í Ungarn, at royna seg í 2020-útgávuni av stevnurøðini hjá International Swimming League. Upprunaliga ætlanin var, at kappingarnar skuldu verða runt um í heiminum; men vegna korona er tað nú í staðin alt á sama stað, í isolatión á Margit-oynni í Budapest.

Tey eru einir 320 svimjarar umframt venjarar, dómarar og hjálparfólk afturat teimum, og hetta er tí eisini eitt rættiliga stórt sats hjá teimum og hesum privata felagsskapi, at royna hetta í koronatíð í árinum uppundir Olympisku Leikir.

Tað hevur heldur ikki verið púra uttan svørðslag, tí m.a. fingu australiarar meira ella minni forboð ímóti at fara, so at fleiri settust aftur og ISL ákærdi lond fyri at kroysta sínar íðkarar, meðan niðurlendska Femke Heemskerk og italska Stefania Pirozzi máttu setast aftur nú uppundir fráferð, tí tær høvdu testað positivt fyri korona.

building near body of water
Photo by Dominika Gregušová on Pexels.com

Fleiri onnur stórnøvn hava valt at melda frá eisini, men nú eru tey so restin umframt nøkur nýggj afturat sum ferðast til at búgva kappast í eini boblu á Margit-oynni, hendan næstan mánaðin.

Her sæst hvar hendan stevnurøðin kann síggjast, í Evropea á Eurosport

Her niðanfyri er tað amerikanski sprintarin Michael Andrew sum vloggar frá ferðini hjá sær frá Los Angeles til Budapest

Innbjóðing til Ægir Open 31. oktober og 1. november 2020

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Klaksvíkar Svimjihøll hin 31. oktober og 1. november 2020, sum Ægir skipar fyri.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum í støðuni viðv. Corona og harvið eisini tilmælunum hjá SSF og Coronarágevingini.

Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2020

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2020, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadal hin 13. til 15. november 2020.

Stevnan er sjálvsagt treytað av serliga, at koronastøðan loyvir tí.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

Kæran hjá Sun Yang hevur kostað WADA meira enn 3.7 mió krónur

Tað veit m.a. Inside the Games at siga:

The high-profile appeal filed with the Court of Arbitration for Sport (CAS) against Sun Yang and the International Swimming Federation (FINA) cost the World Anti-Doping Agency (WADA) more than $600,000 (£456,000/€500,000), it has been revealed.

Tølini eru úr ársfrágreiðingini hjá WADA fyri 2019

Sun Yang og Pál Joensen á HM í Shanghai í 2011

SuSvim-stevnan á Tvøroyri 24. oktober avlýst vegna korona

Suðuroyar Svimjifelag fráboðar, at svimjistevnan er avlýst sum skuldi verða í skúlahylinum á Tvøroyri hin 24. oktober, fyri okkara yngstu aldursbólkum.

Hetta var sjálvsagt væntandi, nú SSF í august fráboðaði feløgunum, at tað fyribils ikki ber til at hava svimjistevnur í hesum smáu hyljum.

Trupulleikin er støðan við korona, har koronatilmælini og harvið -reglur okkara áseta, at millum annað neyðug frástøða má haldast.

Mie Ø. Nielsen givin

Danska svimjisambandið fráboðar nú, at OL-heiðursmerkjavinnarin Mie Ø. Nielsen hevur valt at gevast:

– Jeg havde planlagt at holde en pause efter OL i Tokyo 2020 for at give min skulder en pause og for at mærke efter, om jeg skulle fortsætte med at svømme. Grunden til, jeg vælger at stoppe nu, skyldes den store usikkerhed, der er i forbindelse med OL-udskydelsen, siger Mie Ø. Nielsen og uddyber:

– Jeg har de seneste år været igennem et kompliceret skadesforløb, hvilket til tider har resulteret i, at jeg ikke har kunnet træne optimalt. De seneste undersøgelser af min skulder viser fortsat usikkerhed om, hvorvidt jeg kan nå at blive fysisk klar til OL næste år, hvilket underbygger beslutningen om at slutte min svømmekarriere nu.

Altjóða svimjistevnur, svimjiárið 2020-2021

Altjóða kalendarin er tíverri eftirhondini ein fløkja, vegna hesar mongu avlýsingar og útsetingar nú meðan koronasóttin herjar.

aerial view of the city
Photo by Andrea Piacquadio on Pexels.com

Eg gjørdi mær hetta viðfesta yvirlitið, at hava við mær í “3-2”-stovuna mánakvøldið, nú KVF ynsktu at práta um útsettu Oyggjaleikir.

Continue reading Altjóða svimjistevnur, svimjiárið 2020-2021