Startlisti til Ægir Open 3. – 4. oktober 2020

Her er luttakaralistin til svimjistevnuna Ægir Open, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 3. og sunnudagin 4. oktober 2020. Listin sæst eisini her á livetiming.se

Fyriskipararnir heilsa, at har verður ikki pláss fyri øðrum enn svimjarum, umframt teimum dómarum, hjálparfólkum og venjarum/leiðarum sum nú einaferð krevjast til eina sovorðna stevnu, vegna koronatilmælini.

Kina 3:38.41 og heimsmet í 4×100 blandað fyri mix-lið

Tey fýra Xu Jiayu, Yan Zibei, Zhang Jufei og Yang Junxuan settu í dag nýtt heimsmet í 4×100 blandað fyri mix-lið, tá ið tey á kinesisku meistarastevnuni í Qingdao svumu teinin uppá tilsamans 3:38.41, har heimsmetið hjá USA frá HM í Budapest í 2017 var 3:38.56.

Hetta er fyrsta heimsmet í heiminum í ár, nú alt liggur meira ella minni lamið vegna koronakreppuna.

Lesið her á Swimming World.

Continue reading Kina 3:38.41 og heimsmet í 4×100 blandað fyri mix-lið

Ynys Môn fær Oyggjaleikirnar aftaná Orkney

Hetta fór líkasum afturum vegna útsetingina av Oyggjaleikum í 2021 – men Ynys Môn vann leygardagin rættin til at hava oyggjaleikarnir sum verða aftaná teir á Orkney, tvs. sum eftir ætlan skuldu verða í 2025. Lesið her á BBC, umframt her á ymica.com.

By Jeff Buck, CC BY-SA 2.0, Link
Continue reading Ynys Môn fær Oyggjaleikirnar aftaná Orkney

Eingir Oyggjaleikir í 2021

Sum tit sikkurt hoyrdu í útvarpstíðindunum hjá KVF fyri løtu síðani, so er tað nú avgjørt at eingir Oyggjaleikir verða í 2021. Sum skilst, so eru leikirnir bara útsettir, heldur enn avlýstir – tó uttan at nøkur avgerð enn er tikin, um nær teir so verða.

Featured image courtesy of Nicolas RaymondCC BY 2.0

Rumbul í Nýsælandi, nú korona rakar ymiskt ísv meistarastevnu

Seinastu dagarnar hevur tað verið rættiligt rumbul í nýsælendsku svimjingini, av tí at har eru ymisk koronakrøv alt eftir hvar ið tú býrt í landinum, har serliga svimjarar úr størsta býinum Auckland tí illa fáa luttikið á meistarastevnuni í Hamilton hin 6. til 10. oktober.

Continue reading Rumbul í Nýsælandi, nú korona rakar ymiskt ísv meistarastevnu

Kravtíðir til Oyggjaleikir 2021

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Oyggjaleikir 2021, sum eftir ætlan verða á Guernsey frá 3. til 9. juli 2021, sí guernsey2021.gg

Image courtesy of Nicolas Raymond, CC BY 2.0

Kravtíðarskipanin er sum til undanfarnu Oyggjaleikir, tó við dagførdum tíðum og nú við kravtíðarskeiði heldur enn ávísum kravtíðarstevnum.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

HS-stevnan 26. september 2020 útsett

Góðu tit,

Nú er støðan aftur vorðin so óviss viðv. koronu, og serliga ger hon nógv um seg í Havn í løtuni. Tískil hevur Havnar Svimjifelag valt at útseta svimjistevnuna fyri tey yngru, sum skuldi vera nú leygardagin 26. september.

Fleiri eru ótrygg at lata børnini fara til kappingina, og metir HS tí, at hetta er tað skilabesta at gera beint nú. Vit eru sera kedd um tað, tí nú hava fleiri glett seg at sleppa aftur til kapping, og summi kanska fyri fyrstu ferð. Men vónandi skilja tit avgerðina, og bera yvir við okkum.

Svimjistevnan verður útsett og ikki avlýst, tí vit ætla at finna ein dag so skjótt, sum tølini fara niðuraftur, og heita vit tí á tykkum um at standa klár, tí at skotbráðið verður helst stutt. Í hesum døgum gongur tað so skjótt hvønn vegin, at vit mugu bara leypa á leistum, tá løtan er tann rætta.

við svimjikvøðu

Havnar Svimjifelag

Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við Noreg

Meðan alt fleiri børn hildu seg kunna svimja 200m í Noregi, frá 41% í 2003 til 53% í 2013, so er talið minkandi í Føroyum, frá 50% í 2011 til 44% í 2018. Tey eru eisini væl fleiri í Noregi sum klára éina longd á 25m, hóast tey har eru væl færri sum svimja.

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Hesin partur er hin triði í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Samanbering við somu kanning í 2011
  3. Síðani hendan samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
  5. Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum
Continue reading Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við Noreg

Kappsviming ikki millum ætlaðu ítróttir á Evropeisku Leikum í 2023

Evropeiska Olympiska nevndin skrivar her frá fundi í Rom farna vikuskifti, at tey eru komin ásamt um ein fyribils lista við 23 ítróttum til Evropeisku Leikir í Krakow-Małopolska í Póllandi á sumri 2023, sum umfatar eisini synkronsvimjing men ikki aðrar FINA-svimjiítróttir so sum kappsvimjing, vatnpolo ella útlop.