Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, nú leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, nú leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Her eru luttakaralistarnir til FLOT-stevnuna nú leygardagin hin 1. februar 2025, sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihøllini í Tofta skúla. Tilsamans eru tey heili 283 úr okkara yngstu aldursbólkum, sum ætla sær at kappast á Toftum, hendan dagin.
Rætting 30/1: Hendan stevna er 8. – 9. februar, ikki 7. – 8. februar
Rætting 3/2: 800 frí kvinnur og 1500 frí menn væntaði í skránni
Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open hin 8. og 9. februar 2025, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan stevna er á langgeil, og verður sostatt fyrsta svimjistevna á langgeil í Havn.
Eitt síðsta heiðursmerki hjá Líggjasi Joensen (2008, Ægir) á Skagerrak Swim 2025, var ikki óvæntað í 400 metra frísvimjing, har hann vann kappingina fyri aldursbólkin 2006-2008. Tíðin hjá Líggjasi var 4:09.57, sí úrslitini her á medley.no
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði aftur í dag at vinna sær heiðursmerki á Skagerrak Swim 2025, hesuferð í 200 rygg fyri dreingir føddir 2006-2008. Tíðin var 2:15.66, sí medley.no
Føroyskir svimjarar gjørdu aftur í dag vart við seg á Reykjavík International 2025, bæði í yngra og opna bólki. Hartil setti Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) føroyskt met og juniormet í 200 firvald.
Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Reykjavík International 2025 svam seg til silvurheiðursmerki við tíðini 2:25.71. Hon átti sjálv føroysku metini, við tíðini 2:27.30 frá Danish Open í fjør.
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at svimja seg til gullheiðursmerki í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Skagerrak Swim 2025 í Kristiansand í Noregi svam seg til úrslitið 1:56.06. Hetta var í aldursbólkinum 2006-2008, sí úrslitini her
Føroyskir svimjarar svumu seg aftur í dag til heiðursmerki á Reykjavík International 2025, bæði í yngra aldursbólkinum og í opnu kappingini. Sí úrslitalistarnar her á Swimify